hósdagur 5. februar 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 25 - 5. februar 2009
- Skattalættin hjá
ABC-samgonguni,
sum varð útroknaður
til 240 milliónir yvir
fýra ár, hevur ført til,
at landskassin í fjør
fekk eina milliard
meiri í inntøkum í
mun til fyri fýra árum
síðani, sigur Jørgen
Niclasen, formaður í
Fólkaflokkinum
SKATTAPOLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað var undanfarna ABC-
samgonga, sum samtykti at
lata skattalættar fyri áleið
60 milliónir krónur um árið
í fýra ár, ella tilsamans 240
milliónir krónur.
Men tá CHE-samgongan
tók við eftir valið í januar í
fjør, samtykti hon, at strika
skattalættan, sum skuldi
koma í gildi 1. janaur 2009.
Sum kunnugt helt hendan
samgongan ikki leingi, og í
september í fjør varð so
ABC-samgongan
endur-
stovnað.
- Meðan vit sótu í and-
støðu royndu vit at leggja
broytingaruppskot
fram,
sum helt fast við skattalætt-
an, men tað fingu vit ikki
undirtøku fyri. Og undir
samgongusamráðingunum
fekst heldur ikki meiriluti
fyri hesum. Tað endaði
kortini við einum kompro-
mii, sum gekk út upp á, at
seta í gildi ein skattasteðg,
og at sjúkrakassagjaldið frá
1. januar 2010 skuldu
gjaldast yvir skattin, sigur
Jørgen Niclasen.
Hann heldur tað er undar-
ligt, hvussu tað ber til at
rokna
inntøkurnar
hjá
landskassanum út.
- Hesir skattalættarnir,
sum latnir vórðu undir und-
anfarnu
ABC-samgongu,
og sum vórðu roknaðir til
240 milliónir krónur, hava
merkt eina meirinntøku til
landskassan í fjør upp á
eina milliard krónur, sigur
Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at skattalættin
førdi til ein størri produkti-
vitet og eitt minni arbeiðs-
loysi.
-
Summir
politikarar
halda, at um vit økja skattin
úr 50% upp í 100%, so fær
landskassin dupult so nógv
inn, men soleiðis virkar tað
bara ikki. Tað er søguliga
prógvað, at høgur skattur
drepur hugin hjá fólki at
arbeiða, meðan lágur skatt-
ur hinvegin eggjar fólki til
at gera ein eyka innsats,
sigur Jørgen Niclasen.
Nærmast
manipulatión
Hann vísir til kreppuna
fyrst í 90-árunum, tá skatt-
irnir vórðu trýstir í topp.
Landskassin hóraði nóg illa
undan, og ikki fyrr enn í
1996, tá landsstýrið, við
Jóannesi Eidesgaard sum
fíggjarmálaráðharra, lækk-
aði skattin, kom gongd á.
- Tá fór samfelagið aftur
at blóma. Fólk fingu aftur
hug at arbeiða, og hetta sást
týðiliga aftur í skattainn-
tøkunum
hjá
landinum,
sum vuksu munandi, sigur
Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at tað er ein
sannroynd, at tá fólk hava
meiri eftir til sín sjálvs, so
veksur hugurin til at arbeiða
og tjena meira. Og tá
skattatølini fyri januar í ár
vísa eina meirinntøku i mun
til januar mánaða í fjør, so
er talan um so lítlan vøkstur,
at tað, at leggja ov nógv í
hetta nærmast má kallast
manipulatión við tølunum.
- Vit tosa um eina meir-
inntøku í skatti upp á 1,8
milliónir av einari samlaðari
lønarútgjalding upp á 600
milliónir krónur. Tað er jú
so at siga somu tøl. Og fyri
alt tað, so sæst virkningurin
ikki fyrr enn eftir nøkrum
mánaðum ella kanska enn
tá
árum,
sigur
Jørgen
Niclasen.
Hann vísir á, at tá
undanfarna ABC-samgonga
tók við í 2004 sást einki til
skattalættan fyrsta árið, og
bert lítið næsta árið heldur.
- Tað tekur sjálvandi sína
tíð, áðrenn virkningurin
slær ígjøgnum. Men sum
eg nevndi fyrr, so merkti
skattalættin upp á 240
milliónir eina meirintøku
til landskassan í fjør upp á
eina milliard í mun til fyri
fýra árum síðani, sigur
Jørgen Niclasen.
Skattalætti gav eina milliard
Sofus Debes Johanne-
sen av skattadeildini
hjá TAKS heldur ikki,
at tað ber til at gera
metingar á so lítlum
grundarlagi sum
einum mánaði
SKATTAPOLITIKKUR
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Tað eru alt ov nógvir ótrygg-
leikar við at gera nakrar
sammetingar,
sum
geva
meining, á einum so tunnum
grundarlagi
sum
einum
mánaði.
Talan er um lønarútgjald
upp á 595 milliónir krónur í
ár í mun til 599 milliónir í
fjør.
- Tað ber als ikki til at
siga út frá hesum, hvussu
gongdin fer at vera. Eitt nú
kann eitt stórt útslag vera
útgjald til tímalønt, sum
kanska fáa løn 14. hvønn
dag, og hvussu tað passar
til mánaðin, sigur Sofus
Debes Johannesen.
Hann sigur, at talan undir
øllum umstøðum er um
sera smá tøl – fýra milliónir
í mun til 600 – og um skatta-
lættin hevði verið í gildi,
hevði tað kanska svara til
eitt meðaltal á 2,5 milliónir
um mánaðin.
Nú vísa fyribils skattatøl-
ini, at landskassin í januar í
ár
fekk
105.538.897,00
krónur inn í skatti, meðan
tilsvarandi upphæddin fyri
januar
2008
var
103.717.025,00
krónur.
Ella 1.821.894,00 krónur
meiri, svarandi til 1,76%.
Sofus Johannesen sigur
víðari, at tað er ein størri
operatión at gera eina út-
rokning av skattinum, um
skattalættin
hevði
verið
settur í gildi.
So hóast tað ber til at
sammeta mánaðirnar, ber
ikki til at siga nakað um
gongdina í skattainntøk-
unum hjá landskassanum.
Sosialurin hevur roynt at
fingið fatur á Jóannes Eides-
gaard, fíggjarmálaráðharra,
men hann hevur ikki verið
at hitt í morgun. Vit hava tó
fingið upplýst, at mvg- og
onnur avgjaldstøl ikki eru
tøk enn, og tí ber ikki til at
siga nakað um, hvussu
nógv
inntøkurnar
á
tí
økinum eru falnar – nakað,
sum roknað verður við í
fíggjarmálaráðnum.
Ilt at meta um
Jørgen Niclasen,
formaður
Fólkafloksins.
Drepandi høgur
skattapolitikkur
hvur lagt mangt
eitt blómandi
samfelag í oyði
– tað vísir søgan
ATP stórt hall
Tann stóri danski pensjónsgrunnurin ATP hevði eitt stak
vánaligt ár í fjør. Roknskapurinm, sum bleiv almanna-
kunngjørdur í morgun, vísir, at felasgið hevði 25,7 milli-
ardir krónur í halli í 2008 ímóti 2,9 milliardum krónum í
avlopi í 2007. Leiðslan sigur, at fellandi virðið á parta-
brøvum var høvuðsorsøkin til tað vánaliga úrslitið. Bara
av hesum misti ATP 29,7 milliardir krónur í fjør. Grunn-
urin sigur, at fíggjarkreppan ger tað vónleyst at siga
nakað um, hvussu 2009 fer at roynast.
Ísland ikki upp í ES nú
Formaðurin í Evropatinginum, Hans-Gert Pöttering,
hevur als ikki somu áskoðan sum Olli Rehn, upptøku-
kommisetur, tá tað snýr seg um møguleikarnar fyri
íslendskum limaskapi í ES. Olli Rehn hevur sagt, at
samráðingarnar um íslendskan limaskap kunnu av-
greiðast so skjótt, at landið kann fáa limaskap longu í
2010 ella 2011. Men so lætt er tað ikki sambært
Hans-Gert Pöttering. Við finska blaðið Aamulehti.
sigur tingformaðurin, at tað er ikki rætt at tosa um at
taka fleiri lond upp í ES nú.