Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-05, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2009síða 11

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

11 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2009 - Skattalættarnir hjá undanfarnu ABC samgongu hava kostað landi og kommunum í minsta lagi 372 milliónir krónur um árið. At CHE fekk avtikið ætlaða skattalættan fyri 2009 hevur longu merkt, at minni lønarútgjald merkir størri skattainntøkur til landið, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi SKATTAPOLITIKKUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo - Tað er ein ábyrgdarleysur fíggjarpolitikkur sum hevur ført til, at vit nú eru endað í einari búskaparligari kreppu. Serliga skattalættin hjá undanfarnu ABC- samgongu hevur kostað dýrt, og hevði CHE-sam- gongan ikki fingið avtikið ætlaða skattalættan fyri 2009, hevði staðið enn verri til, sigur Høgni Hoydal. Hann ger vart við seg í sambandi við útmeldingina hjá fíggjarmálaráðharran- um um, at januar mánaði í ár royndist betur í skatta- inntøkum, enn sami mánaði í fjør. Hetta hóast lønarút- gjaldið í ár var 595 milliónir í mun til 599 milliónir í januar mánaði í fjør. - Hetta var ein skattalætti, sum skuldi setast í gildi í fýra stigum. Fyrsta árið kostaði hann landi og kommunum 100 milliónir, næsta árið 220 milliónir, triðja árið 320 milliónir, og nú kostar hann landi og kommunum í minsta lagi 372 milliónir krónur um árið, vísir Høgni Hoydal á. Hann metir ikki, at eitt tal upp á 30 milliónir um árið í skattalætta er rætt og vil vera við, at veruliga talið er munandi hægri. Men hann metir eisini, at veruliga undirskotið á fíggjarlógini stavar ikki so nógv frá mink- andi skattainntøkum, men frá raplandi avgjalds- inntøkum. - Skattalættarnir hava bara ført til eitt, og tað er økt forbrúk. Og tað sigur seg sjálvt, at tá forbrúkið minkar, so minkar eisini inntøkan av mvg og øðrum avgjøldum, og tað førir so aftur til, at tað manglar í hjá landskassanum, sigur Høgni Hoydal. Pumpa forbrúkið upp Formaður Tjóðveldis sigur, at ábyrgdarleysi búskapar- politikkurin byrjaði longu, tá undanfarna ABC-sam- gonga tók við, og fíggjar- politikkurin undir Bárði Nielsen legði lunnar undir eina forbrúkaraveitslu, har allur peningurin fór til innflutning, meðan útflutn- ingurin var minkandi. - Frá at hava havt javnvág á handils- og gjaldsjavnanum fóru vit til eitt risa undirskot, alt orsakað av ábyrgdarleyst førda búskaparpolitikki- num. Lagt var upp til eina ovurnýtslu í samfelagnum, og tá forbrúkið nú minkar, manglar landskassanum pen- ing, sigur Høgni Hoydal. Formaður Tjóðveldis heldur, at stóra undirskotið á fíggjarlógini er ein beinleiðis avleiðing av ábyrgdarleysa búskapar- politikkinum seinastu árini. - Eg hugsi, at fólk flest ikki eru so fegin um at gjalda skatt, men eg ivist ikki í, at tey kortini fegin vildu goldið eitt vet meiri í skatti fyri at varðveitt tær tænastur, sum nú eru skornar burtur, sigur Høgni Hoydal. Hann sigur, at tað er ein beinleiðis undanførsla, tá samgongan skyldar upp á altjóða fíggjarkreppuna og gevur henni skuldina fyri kreppu og undirskoti á føroysku fíggjarlógini. - Altjóða kreppan hevur als ikki rakt Føroyar enn. Tann kreppa, sum vit eru í, er skapt av okkum sjálvum. Við førda búskaparpolit- ikkinum hava vit skrúvað forbrúkið upp, og tá tað so minkar, minka inntøkurnar hjá landskassanum, og tað hevur so aftur ført til, at vit hava heilar 500 milliónir krónur í undirskoti á fíggjarlógini í ár. Alt samalt orsakað av einum ábyrgdarleysum búskapar- politikki undir undanfarnu ABC-samgongu, sigur Høgni Hoydal, sum kortini fegnast um, at CHE-sam- gongan megnaði at avtaka ætlaða skattalættan fyri 2009, nakað sum hann met- ir longu hevur havt sína positivu ávirkan á inntøk- urnar hjá landskassanum. Skapt okkara egnu fíggjarkreppu Høgni Hoydal, formaður Tjóðveldis. Ábyrgdarleysi skattapolitikkurin kostar landi og kommunum í minsta lagi 372 milliónir krónur um árið Fyribils skattaupp- gerðin fyri januar mánaða vísir, at land- ið fekk nakað meiri inn í skatti, meðan kommununnar partur minkaði SKATTUR Leo Poulsen leo@sosialurin.fo Munurin á skattainntøkun- um hjá kommununum fyri januar mánaði í ár í mun til sama mánaða í fjør varierar úr einari meirinntøku upp á 28,17% til eina minni inn- tøku upp á 28,32%. Men tað er hjá teimum heilt smáu kommununum. Fugloyar kommuna fekk í januar mánaði í ár 88.082,00 krónur inn í skatti móti 68.722,00 í januar í fjør, svarandi til 28,17%. Hinvegin fekk Húsa kommuna 75.139,00 krónur inn í januar í ár móti 104.831,00 krónum í januar í fjør, ein minking á 28,32%. Hjá størru kommununum liggur munurin millum +11,43% og -14,82%. Størsta vøksturin hevur Eysturkommuna við 11,43% meiri í skatti, meðan Sørvágs kommuna fær heili 14,82% minni inn í januar í ár í mun til sama mánaða í fjør. Bæði Tvøroyrar og Vágs kommuna fingu meiri inn í skatti í januar í ár í mun til sama mánaða í fjør, ávikavist 70.968,00 krónur meiri (1,99%) og 142.571,00 krónur (5,94%). Annars er virksemið vesturi í Vágum nógv minkað, sambært skattatøl- unum. Sum nevnt fekk Sørvágs kommuna 14,82% minni inn í skatti í januar í ár í mun til í fjør, og sama er galdandi fyri Vága kommunu, sum fekk 12,70% minni inn í skatti. Í Havn minkaði skatta- inntøkan úr 43.352.356,00 krónum niður í 42.506.103,00 krónur svarandi til 1,95%. Samlað minkaði skatta- inntøkan hjá komm- ununum úr 98.468.759,00 krónum fyri januar 2008 niður í 96.958.016,00 krónur fyri januar í ár, ein minking á 1.510.743,00 krónur svarandi til -1,53%, vísa fyribils hagtøl frá TAKS. Kommunur minni skatt Kanna Bhutto-morðið ST-aðalskrivarin, Ban Ki-moon, ætlar, at ST skal skipa fyri sínari egnu kanning av tilburðinum, tá fyrrverandi paki- stanski forsætisráðharrin Benazir Bhutto bleiv myrd. Ban Ki-moon, sum hitti pakistanska forsetan í gjár, segði aftan á fundin, at morðið skakaði heimssamfelagið. Bhutto doyði í einari sjálvmorðsbumbuatsókn tann 27. desember í 2007, og myndugleikarnir í Pakistan vildu tá vera við, at bumbumaðurin hevði tilknýti til al-Qaeda. Snýtt fyri 8 mia. Japanska løgreglan hevur handtikið ein stjóra í ein- ari fyritøku í Tokyo, tí løgreglan hevur illgruna um, at hann hevur svikað fyri meiri enn átta milliardir krónur. Myndugleikarnir siga, at maðurin, sum eitur Kazutsugi Nami, lumpaði nógvar íleggjarar til at gera íløgur í hansara fyritøku, og at hann lovaði teimum 36 prosent í vinningi á hvørjum ári. Tann 75 ára gamli maðurin hevur sambært løgregluni í Tokyo snýtt umleið 37.000 íleggjarar. MODUL I - 6., 7. og 8. mars 2009 ENNEAGRAM - mennandi spennandi & stuttligt FØLIR TÚ VIÐHVØRT, at tú ikki rættiliga skilir tínir starvs- felagar? Ella at teir ikki skilja teg? Bresta tit ov ofta saman ella tosa forbí hvønn-annan? VIT HAVA KANSKA LYNDI TIL at halda, at flestu fólk eru sum vit sjálv. Av tí sama verður samskifti við onnur ikki altíð so gott, sum tað kundi verið. SKALT TÚ SAMSKIFTA VÆL og fáa mest møguligt burturúr bæði vinnuligt og privat, hevur tað stóran týding at kenna fyrst og fremst tína egnu, men eisini aðrar vangamyndir. ENNEAGRAMMIÐ HJÁLPR okkum at skilja ymiskar persónstypur ella vanga- myndir. Hetta hava kendar og vælriknar fyritøkur so sum Microsoft, Novo Nordisk og Pfizer í Danmark tikið til sín. Hesar brúka Enneagrammið í teirra innanhýsis samskifti. VIÐMERKINGAR FRÁ LuT- TAKARuM ”Tað var yvirraskandi bein- rakið...Eg lærdi nógv um meg sjálva, bleiv beríka og fekk stórt innlit.” Johild Thomsen ”Ennegrammið kann brúkast til næstan alt...” Regin Berg ”Góð innleiðing - Sera gott v/ livandi fyrimyndum!” Ingunn Danielsen ”Eg haldi at hetta er so beinleiðis brúkiligt og sera viðkomandi grundarlag undir sjálvsmenning og men- ning av samvirkandi felags- skapum...” Leiðari, Tórshavnar Kommuna KOSTNAÐuR Einans 3475,00 fyri alt viku- skiftið TILMELDING Tilmelding og les meira á www.synergi.fo. Synergi - Tórshavn - 22RING (227464) - synergi@synergi.fo