hósdagur 5. februar 2009síða 14
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
14 tíðindi
Nr. 25 - 5. februar 2009
- Eg havi lisið
samrøðuna, sum
Sosialurin hevði
við skiparan á
Grími Kamban og
havi heft meg við,
at óvanliga stigið,
sum manningin tók
at lata sjógv niður
í maskinrúm og
last, er dømi um
góðan sjómansskap
í teirri støðu, sum
manningin var
í, sigur stjórin á
Skipaeftirlitinum,
Vilhjálmur
Gregoriussen
Vandaferð
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Tað var seinasta fríggjadag,
at manningin umborð á
ísfiskatrolaranum
Grími
Kamban kom illa fyri,
meðan teir vóru til fiskiskap
einar 50 fjórðingar eystur
úr Fugloynni.
Skipið misti streymin, og
skiparin noyddist at biðja
Vaktar-og
Bjargingartæn-
astuna um sleip.
Tá Tjaldrið nakrar tímar
seinni kom á leiðina, hevði
manningin umborð á Grími
Kamban eisini trupulleikar
við sjógvi, sum gekk inn á
verksmiðjuna.
Teir royndu at pumpa,
men kláraðu sum frá leið
ikki at halda dekkið lens, tí
diesel-drivnað brandpump-
an umborð á Grími Kamban
gekk heit. Teir fingu pumpu
frá Tjaldrinum, men sum
kvøldið og náttin liðu, gekk
illa
at
halda
lens
á
verksmiðjuni,
samstundis
sum veðrið versnaði.
Pumpan
typtist
av
spønum, sum stóðust av, at
træskott
brotnaðu,
tá
fiskakør fóru at rósa.
Endin var, at manningin
tók ta óvanliga stig at lata
sjógv renna niður í lastina
og maskinrúmið á skipinum
fyri at halda stabilitetinum
so nøkulunda upp á pláss.
Sjómansskapur
Stjórin á Skipaeftirlitinum,
Vilhjálmur
Gregoriussen,
sigur, at hann hevur lisið
samrøðuna, sum Sosialurin
hevði við skiparan á Grími
Kamban, Benadikt Olsen.
- Eg haldi, at stigið hjá
manningini at lata sjógv
sleppa niður í last og
maskinrúm er dømi um
góðan sjómansskap í teirri
søðu, manningin var í hetta
kvøldið og hesa náttina.
Hann vísir á, at Grímur
Kamban eins og onnur skip
í føroyska fiskiskipaflot-
anum eru undir neyvum
reglum um sýn, eftirlit og
klassing.
- Vit hava heimild til at
lata ein part av okkara eftir-
liti til klassan – í hesum før-
inum Norsk Veritas – at
umsita. Hetta eftirlit fevnir í
fyrsta lagi um skipsskrokkin
og tað mekaniska umborð á
skipinum. Grímur Kamban
liggur soleiðis undir klassa-
num, og tí kenni eg ikki
ítøkiliga viðurskiftini mill-
um klassan og skipið.
Stjórin vísir á, at tað tó
altíð er soleiðis, at arbeiðs-
umhvørvið umborð á skip-
um liggur undir Skipaeftir-
litinum.
- Grímur Kamban er ikki
nakað gamalt skip, smíðað í
1987, og eg havi onga orsøk
til at halda, at skipið ikki var
í forsvarligum standi.
Góður sjómans-
skapur umborð
á Grími Kamban
Benadikt Olsen var skipari á Grími Kamban hendan minniliga
túrin. – Góður sjómansskapur, sigur Skipaeftirlitið
Mynd: Jákup Durhuus
Í gjár landaðu
tveir trolbátar og
ein snellubátur
í Klaksvík, og
mánadagin koma
trý línuskip inn at
landa
fiskiVinna
Vilmund Jacobsen
vilmund@sosialurin.fo
Trolbátarnir, Varðin og
Fiskaklettur, landaðu í
Klaksvík í gjár. Varðin,
sum hevur roynt á Skeiva-
banka, hevði eini 20.000
pund og Fiskaklettur, sum
hevur roynt norðanfyri,
hevði stívliga 8.000 pund.
Snelluskipið
Báran
landaði eisini í Klaksvík í
gjár. Teir høvdu roynt í
einar 2-3 dagar og høvdu
17.000 pund av upsa.
Um middagsleitið í dag
kemur garnaskipið Ågot
eisini inn at landa, og teir
hava eini 18.000 pund av
svartkalva.
Línuskip mánadagin
Á Landingarmiðstøðini í
Klaksvík vita tey at siga,
at trý línuskip hava boðað
frá landing mánadagin.
Tey eru Jákup B, Kvik og
Helena, sum hava verið
úti í eina góða viku ella
so.
Sum skilst, roynist fiski-
skapurin hjá línuskipunum
yvirhøvur smáligur. Tey
liggja um eini 6.000-
7.000 pund um dagin, og
sagt verður, at størri
helmingurin av veiðini er
toskur.
Leggjast kann aftrat, at
tveir størri útróðrarbátar
landaðu í Klaksvík í gjár.
Fagraenni hevði 6.000
pund, og Bragd hevði
14.000 pund á tveimum
setum.
Úr Klaksvík frættist, at
útróðrarbátarnir, bæði teir
størru og teir smærru,
javnan liggja um eini 100
pund á línuna.
Vánaligur prísur
Fiskaprísirnir hava ikki
verið nakað serligir í
seinastuni.
Á Landingarmiðstøðini
í Klaksvík siga tey, at
toskur 1 og 2 er farin fyri
einar 19 krónur fyri kilo,
meðan toskur 3 er farin
fyri millum 11 og 14
krónur fyri kilo.
Fyri hýsuna fáa bátarnir
einar 10 krónur í miðal.
- Tann besta hýsan
liggur um einar 12 krónur
fyri kilo, meðan hýsan,
sum er smærri, fer fyri
minni prís, siga tey í
Klaksvík.
Fáar landingar
- lágir fiskaprísir
Tað er ikki nógv landingarvirksemi í Klaksvík um dagarnar, men mánadagin koma trý
línuskip inn at landa
Mynd: Vilmund Jacobsen
Sær betri út við laksi
Møguleikarnir hjá norðmonnum at reka lønandi góðsking av laksi vórðu við endanum av 2008 dømdar “niður og norður” av fólki
innan ES. Men hetta vilja norðmenn ikki lata á sær sita. Seinastu trý árini er góðsking av laksi tann parturin av norsku matvøru-
framleiðsluni av fiskamati, sum er vaksin mest. Kurvurnar peika uppeftir, tó at rakstrarmarginalurin ikki vóru størri enn 2,5%, sum
tað verður rópt. Tað er Nofima, sum vísir á tøl í hesum sambandi. – Góðsking av laksavørum er millum tær framleiðslur, sum hava
havt størst lønsemi í seinastuni. Sum skilst, virkar hesin parturin av vinnuni væl, bæði tá tað eru laksaalarar, sum reka góðskingar-
virki og onnur feløg, sum ikki hava aling, men bara reka góðskingarvirki, sum byggja á vørur úr laksi.