hósdagur 5. februar 2009síða 15
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
tíðindi
Nr. 25 - 5. februar 2009
Leygarmorgunin vóru líkindini betri, men
enn er tvassut í sjónum. Fríggjakvøldið og
leygarnáttin vóru ring hjá teimum seks
monnunum umborð
Krøv herðast
Stjórin á Skipaeftirlitinum
vísir á, at krøv, ið sett verða
skipaflotanum, sum liggur
undir eftirlitinum, ongantíð
eru
tengd
at
upp-ella
niðurgongd í vinnuni.
-
Skipini
eru
undir
regluligum
eftirliti
og
klassaviðurskiftum,
og
gongdin er, at krøv um eitt
nú trygd á sjónum heldur
herðast enn gerast lakari.
Vilhjálmur Gregoriussen
leggur dent á, at krøv, sum
Skipaeftirlitið ella Norsk
Veritas seta, skulu haldast.
- Sýn og annað skulu
haldast, og hesi viðurskifti
verða á ongan hátt ávirkað
av gongdini í skipavinnuni
annars. Tað eigur ikki at
síggjast aftur í versnandi
trygd, um skiparaksturin
gongur betri ella verri, sigur
hann.
Stjórin á Skipaeftirlitinum
ásannar, at truplar støður
eisini
kunnu
uppstanda
umborð á okkara bestu og
nýggjastu skipum og eitt nú
hendingin, har Falkur og
Heykur stoyttu saman, er
eitt dømi um hetta.
- Ofta er tað troyttleiki og
menniskjanslig
mistøk,
sum eru atvoldin til hend-
ingar. Summar hendingar
verða kannaðar nærri av
Skipaeftirlitinum,
meðan
onnur mál, har skip ella
bátar eitt nú sigla á land,
eisini kunnu gerast løg-
reglumál.
Vilhjálmur Gregoriussen
sigur, at tað eisini er ein
spurningur um fíggjarliga
orku hjá stovninum, hvussu
nógv
kanningarvirksemi
Skipaeftirlitið er ført fyri at
hava.
- Vit meta um hending-
arnar í hvørjum einstøkum
føri, leggur hann aftrat.
Nú eru líkindi at sigla ímillum við pumpum, men áðrenn sleipingin byrjar leygarmorgunin, verður sjógvurin pumpaður úr Grími
Kamban
Risatap í Nykredit
Nykredit fekk ein ordiligan undir vangan í fjør, tá samtakið fekk eitt undirskot upp á 880 milliðonir krónur áðrenn skatt. Í 2007
var úrslitið á botnlinjuni 4,4 milliardir krónur í yvirskoti. Nykredit sigur orsøkina til vánaliga úrslitið vera fíggjarkreppuna og
bert hana. Hetta kemur fram við 1,4 milliardum, sum eru mistar við Roskilde Bank og Ebh Bank. Samstundis missir samtakið
358 milliónir krónur í sambandi við samanleggingina við Forstædernes Bank, umframt eitt kurstap upp á 2,6 milliardir krónur
móti einum yvirskoti í 2007 upp á 2150 milliónir krónur.Samtaksstjóri í Nykredit, Peter Engberg Jensen, vísir í einari viðmerking
til roknskapin á, at 2008 var merkt av einum framhaldandi vøkstri í kundavendu tænastunum, sum øktust 11%. Og at sjálvt við
versnaðari konjunkturstøðu vóru tap og niðurskrivingar í kjarnuhandlunum avmarkað. – Men altjóða fíggjarkreppan setti síni
týðiligu spor á úrslitið hjá samtakinum við niðurskrivingum í mun til Roskilde Bank og Ebh við negativum vinningi. Hóast eitt
ikki nøktandi úrslit eru vit við einum sunnum grundhandli og sterkari kapitalbasu væl fyri til komandi ár, slær Peter Engberg
Jensen fast, skrivar boersen.dk.