Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-05, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2009síða 16

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

16 tíðindi Nr. 25 - 5. februar 2009 - Tú kanst ikki spesialisera teg í at læra sjey árgangir at lesa og skriva. Tað heldur Fríðfinnur Johnsson, skúlastjóri í Leirvík. Hann saknar saklig og faklig argument í kjakinum um fólkaskúlan, og heldur harumframt, at vit áttu at tikið enska skúlabygnaðin til okkum Skúlamál Rógvi Nybo rogvi@sosialurin.fo - Størsta forsømilsið við fólkaskúlanum er, at tað ikki langtsíðan eru kann- ingar settar í verk, sum kanna fakliga grundstøðið hjá tí einkulta næminginum. Tað átti at verið gjørt fyri nógvum árum síðani, soleiðs at vit í dag kundi sitið og hugt eftir, hvat kann- ingarnar vísa. Tú má út at kanna, hvussu fakliga grundstøðið er hjá næmingunum í øllum Før- oyum er, áðrenn tú tekur diskussiónina upp, fyri at fáa eitt sakligt kjak. Tað heldur Fríðfinnur Johnsson, sum er skúlastjóri í Leir- víkar Skúla. Kjakið um fólkaskúlan er kyknað aftur, og meiningar- nar eru eins nógvar, og tað eru fólk. Fríðfinnur Johns- son saknar tó sakligu argu- mentini í kjakinum. - Nógv av argumentunum, sum eru at hoyra fyri at varðveita smáu bygdaskúlar- nar, er tað reina nostalgi, sum ikki hevur nakað fak- ligt grundarlag, sigur Fríð- finnur Johnsson. - Tað er líkamikið, hvar skúlin liggur. Tú tosar um, at fer skúlin úr bygdini, so doyr bygdarlívið. Meðan barnið er í skúla, skal inni- haldið í skúlanum vera gott, og tá barnið fær frí úr skúlanum, er tað at bygdar- lívið traðkar til. Eisini verður tosað um, hvussu flott umhvørvið uttanfyri bygdaskúlarnar er. Um ein næmingur situr í Leirvík, og sær hesa síðuna av fjalli- num, ella um hann situr í Gøtu og sær hina síðuna av fjallinum, ger skúlan hvørki betri ella verri. Vit mugu taka eina diskussión um, hvat er gott fyri barnið, stað- festir Fríðfinnur Johnsson. Kanna førleikarnar hjá barninum Ein av fortreytunum fyri at fáa eitt sakligt og fakligt kjak um fólkaskúlan og um smáar ella ikki smáar skúlar er, sambært Fríðfinni, at tú kannar grundleggjandi før- leikarnar hjá næmingunum í øllum landinum. Sjálvur heldur hann, at ein kanning sum Lands- royndin, ið er ætlað sum amboð og ítøkiligt grundar- lag hjá myndugleikum, skúlum og foreldrum at fylgja við og meta um fak- liga støðið í teirra egna skúla, umframt at kunna viðgera úrslitið í mun til fakliga støðið í øðrum skúlum í landinum, átti at verið gjørd fyri næmingar- nar heilt niður í fyrstu flokkarnar, tí longu tá eru ábendingar um, hvussu næmingurin er fyri fakliga. - Tú svíkir børnini, um tú ikki ger eina sakliga og fak- liga eftirmeting, sum for- eldur, skúli og samfelag kunnu brúka til nakað. Tað er simpult og kann gerast skjótt. Tú kannar næmingin eftir standardiseraðum normum, um hann, í basis, dugir tað, hann skal, so sum at lesa, skriva og rokna, greiður Fríðfinnur Johnsson frá. Hann greiðir víðari frá, at tá tú so kannar børnini kring alt landið, kanst tú samstundis síggja, hvussu frálæran er í ymisku støðunum, og harfrá gera av, hvat er best fyri næm- ingin. - Tá kanst tú eisini síggja, um næmingarnir eru betri ella verri fyri í smáum ella stórum skúlum og smáum og stórum flokkum. Man má gera eina kanning og Evran er skjøldur Formaðurin í ES-nevndini, Jose Manuel Barroso, vísir aftur øllum tosi um, at fíggjarkreppan kann fara at gera enda á evrusamstarvinum. Í samrøðu við týska blaðið Die Zeit sigur hann, at evran er í veruleikanum ein verja ella ein skjøldur, sum verjir ímóti altjóða fíggjarkreppuni. Hann sigur seg vera sannførdan um, at uttan evruna hevði støðan í summum londum verið uppaftur verri, enn hon er. 16 lond eru við í felags evropeiska gjaldoyrasamstarvinum. Lata herstøð aftur Myndugleikarnir í miðasiatiska landinum Kirgisistan hava gjørt av at lata eina amerikanska herstøð har aftur. Avgerðin bleiv tikin, beint eftir at Russland hevði játtað Kirgigistan meiri enn 10 milliardir krónur í búskaparligari hjálp, skrivar AP. Amerikanska herstøðin í Kirgisistan hevur havt stóran týdning fyri USA og NATO í sambandi við kríggi í Afghanistan. Amerikanska uttanríkisráðið sigur seg harmast avgerðina hjá kirgisisku stjórnini at lata støðina aftur. Eingin fyrimunur við smáum skúlum