hósdagur 5. februar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
17
tíðindi
Nr. 25 - 5. februar 2009
hava definitiónir fyri, hvat
næmingurin skal duga tá og
tá í skúlasysteminum, sigur
Fríðfinnur Johnsson.
Enska skúlasystemið
góð fyrimynd
Sjálvur er Fríðfinnur Johns
son heitur forsprákari fyri,
at vit grundleggjandi broyta
okkara
skúlasystem,
og
taka eitt skúlasystem til
okkum, sum líkist meira tí
bretska. Har er fólkaskúlin
býttur í fleiri sjálvstøðugar
eindir. Fríðfinnur Johnsson
kundi
hugsa
sær
eina
líknandi skipan her, fyrst
við grundskúla, við 1.flokk
til
3.flokki,
síðani
ein
millumskúla við flokkunum
frá 4. og til 7.flokk, og at
enda
framhaldsdeildini,
sum hon er í dag.
Tú kanst ikki spesialisera
teg í at læra sjey árgangir at
lesa og skriva. Tað letur seg
ikki gera. Tað er eisini tungt
hjá smáu skúlunum at liva
upp til fakligu krøvini í
allari heildini, tí tað eru
ikki lærarar til tað, og ein
lærari megnar ikki alt. Tí
skal tú heldur hava eina
slíka skipan, har tú kanst
spesialisera teg við at læra
børnini grundleggjandi at
lesa, skriva og rokna, sigur
Fríðfinnur Johnsson. Hann
heldur eisini, at størri skúlin
er, betri eru møguleikarnir
fyri at fakligu førleikarnir
eru í lagi til øll fakini, og
soleiðs fær næmingurin
mest burturúr.
Niðurleggi smáu
skúlarnar
Fríðfinnur Johnsson heldur
tað vera burturvið, at tá
kommunurnar eru lagdar
saman, at skúlarnir ikki
eisini eru tað. Hann heldur
ongar sosialar fyrimunir
vera við smáum flokkum.
Danskar kanningar vísa,
at fer flokkurin undir 15
næmingar, er vandin fyri at
tann einstaki næmingurin
ikki finnur ein, sum hann
ordiliga »klikkar« við nógv
størri. Tekur tú til dømis
her í Leirvík, so hava vit
eina gentu í fyrsta flokki.
Skal hon so ganga sjey ár í
skúla, áðrenn hon kemur í
flokk við eini aðrari gentu?
Løgdu vit tildømis fyrstu
flokkarnar
í
Gøtu
og
Leirvíkar skúla, vóru sjey
gentir, og tað er absolutt ein
sosialur
fyrimunur
við
størri flokkum, sigur Fríð
finnur Johnsson.
Eisini fýlist hann á, at
nógvu smáu skúlarnir, har
tað er gott at koyra ímillum,
ikki langtsíðan eru saman
lagdir.
Sjálvandi má tú hava
ein skúla í Fugloy, og í Svín
oy, fyri at taka nøkur dømi.
Men hyggur tú eftir Kunoy,
so hevur tú brúkt næstan 30
milliónir uppá at byggja ein
tunnil, meðan tú als ikki
nýtir hann. Tú hevur ein
skúla í Kunoy og ein í
Haraldssundi, við ávíkavist
seks og fýra næmingum.
Hví skal tú brúka tveir lærar
ar til 10 næmingar, meðan
tú í Havn skal hava 26 næm
ingar fyri yvirhøvir at fáa
ein flokk, spyr Fríðfinnur
Johnsson undrandi.
Hann heldur eisini at tað
er fyrimunur fyri lærararnar,
um teir sleppa undan at
skula undirvísa sjey árgang
um í fleiri fakum sam
stundis.
Lærarar, sum skulu
undirvísa í fleiri læru
greinum, hava ongan møgu
leika
fyri
veruliga
at
førleikamenna seg víðari,
staðfestir Fríðfinnur Johns
son.
Krokodillur í Queensland
Stór vatnflóð har norðuri í Avstralia hevur havt við sær, at
myndugleikarnir nú ávara fólk um at halda eyga við
krokodillum, sum dusa sær í tí nógva vatninum. Millum
annað eru fólk ávarað um, at onkur skal hava borið eyga við
krokodillur nærhendis Normanton í statinum Queensland.
Har hava myndugleikarnir lýst stór øki í undantaksstøðu,
eftir at 17 áir eru farnar upp um áarbakkarnar. Nógv hús
standa undir í vatni, og myndugleikarnir siga, at krokodillur
kunnu liggja upp á lúr millum húsini.
- Nógv av argumentunum fyri at varðveita smáu
bygdarskúlarnar er tað reina nostalgi. Um ein næmingur
situr í Leirvík og sær hesa síðuna av fjallinum, ella
um hann situr í Gøtu og sær hina síðuna av fjallinum
ger skúlan hvørki betri ella verri. Vit mugu taka eina
fakliga diskussión um, hvat er gott fyri barnið, staðfestir
Fríðfinnur Johnsson
Tað er eisini tungt hjá smáu skúlunum at liva upp til fakligu krøvini í allari heildini, tí tað eru
ikki lærarar til tað, og ein lærari megnar ikki alt, sigur Fríðfinnur Johnsson