Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-05, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2009 19 tíðindi um at brúka orkuna sum best, við at skipa okkum betur, vísir Magnus Tausen á. Magnus Tausen kundi hugsað sær, at fyrsta stig móti samanlegging kundi verið, at skúlarnar verða knýttir saman í einum net­ verki, har lærarar kunnu ferðast ímillum. Og hetta er ikki bara galdandi fyri smáu skúlarnir ella skúlarnir á bygd. Eisini stóru skúlarnir í miðstaðarøkinum áttu at samstarvað nógv meira fyri at fáa eitt betri tilboð til næmingarnar. Ikki bara í 10. flokki, men allir árgang­ ir. – Til dømis í framhalds­ deildini, har holdini í teim­ um kreativu og handaligu lærugreinunum eru so smá, at tey í veruleikanum eru ikki ein valmøguleiki. Mangla lærarar Eins og fleiri onnur eisini hava víst á í orðaskiftinum, saknar Magnus Tausen ítøkiliga føroyska gransk­ ing, sum prógvar, um smáir ella stórir skúlar eru betri fyri næmingarnir. – Niels Egelund sigur, at tað er betri við fleiri næm­ ingum. Men vit vita eisini, at summi trívast væl í einum lítlum bólki. Við at varðveita nakrar av smáu skúlunum, ganga vit fleiri á møti, hóast eg sjálvur vildi hildið at eitt næmingatal millum 15 og 18 næmingar í 1. flokki optimalt – náms­ frøðiliga. Men tá vit koma upp í framhaldsdeildina er størri tørvur á samstarvi, til dømis til vallærugreinir, sigur Magnus Tausen. Eitt av høvuðsargument­ unum hjá Magnus Tausen er stóri læraramangulin, ið hevur verið sær, at nógv skúlabørn fáa ikki eitt undir­ vísingartilboð, sum Lærara­ felagið kann liva við. – Og tað eru ongi útlit fyri, at vit fáa útbúnar lær­ arar í hesi langt omanfyri hundrað størvini. So hetta kunnu vit undir ongum um­ støðum góðtaka, sigur hann. Og samstundis vísir hann á, at í nógvum av smæstu skúlunum arbeiða útbúnir lærarar, sum kundi verið brúktir betri til fleiri næmingar. Her skoytir Magnus Taus­ en upp í, at framyvir verður uppaftur størri tørvur á sam­ starvi, tí lærarin verður ikki so breitt lærdur sum higartil. Læraraútbúgvingin verður broytt, so hvør lærari hevur færri fak. Tað hevur við sær, at framtíðar lærarin hevur størri vitan á sínum øki. Eisini heldur hann, at lær­ arar eiga at hava eina av­ markaða uppgávu í ávísum lærugreinum ella í inn­ skúlingini, mið­ ella fram­ haldsdeildini. Til dømis, at tú eru serfrøðingur í at und­ irvísa miðdeildini í náttúru­ vísindaligum lærugreinum. Tað kundi tú saktans gjørt longu nú, við betri sam­ skipan. Bjargingarætlan Læraraformaðurin hevur eisini aðrar grundgevingar fyri at leggja skúlarnir út í samstarvseindir. Til dømis, at samferðslukervið er so­ mikið gott í dag, og at barnatalið á smáplássum í fleiri ár hevur verið mink­ andi. – Summi halda, at teir smáu bygdaskúlarnir doyggja út, men tað kann eisini blíva ein bjargingar­ ætlan fyri teir. Men so verða tað kanska ikki bara børnini í bygdini, sum ganga har, men eisini børn úr granna­ bygdunum. Tí skúlin hevur altíð brúk fyri hølum, sigur Magnus Tausen. Her kemur hann inn á eitt annað, sum eisini hevur týdning fyri smáu plássini. Nevniliga, at virka lokkandi fyri ungar barnafamiljur. – Kappingin við megin­ økið er sera stór. Men hevur tú eitt gott, fjølbroytt og spennandi skúlatilboð, so ivist eg ikki í, at tað hevði verið lokkandi fyri barna­ familjur. Men hevur tú har­ afturímóti eitt stirvið ella ótíðarhóskandi skúlatilboð, so er tað bumbusikkurt, at barnafamiljurnar halda seg burtur, sigur Magnus Tausen. Og hann nevnir eitt nú Suðuroynna, har barnatalið er í støðugari minking. – Tú kundi komið í eina støðu, har tú fekst eitt kanón tilboð. Fyrst skuldi oyggin sjálvandi skipað seg í eina kommunu, sum so kundi fingið ein samlaðan posa av tímum at ráða yvir til allan skúlan. Ella Sandoy. Tá kundi tað brádliga blivið lokkandi at flutt higar, sigur Magnus Tausen, sum ikki ivast í, at nógvir kommunal­ politikarar eru samdir við honum og Lærarafelagnum í hesum. – Nógv eru bangin fyri, at vit fara at fáa a og b kommunur ella skúlar. Men tað hava vit longu. Tí stóru plássini hava so nógv meira at bjóða borgarunum, at hini kunnu ikki fylgja við. Tað síggja vit bara við at hyggja eftir útgerðini, sum er í dag. Hon er sera ójøvn alt eftir hvørja orku komm­ unan leggur í økið. Til dømis í sambandi við bóka­ savnstilboð, telduútgerð og ítrótt. Lykilin liggur í MMR Læraraformaðurin heldur ikki, at tað átti at verið tor­ ført at fingið eitt samstarv í lag millum skúlarnar í Føroyum, so teir kunnu gagnnýta orkuna betri. – Mentamálaráðið situr í stóran mun við lyklinum í hesum málinum. Í løtuni verður tímatalið latið til hvønn skúla sær í mun til næmingatalið. Men letur tú eina samlaða játtan til eitt heilt øki, so kundi komm­ unan ella ein leiðandi skúla­ stjóri býtt tímarnar út á eindirnar. Eitt ráð, sum skal umsita skúlan í øllum landinum kann ikki koma við kravboðum um, at 26 næmingar skulu vera í hvørjum flokki, og so ikki krevja meira av skúlunum kring landið, sigur Magnus Tausen. Men er Magnus Tausen ikki bangin fyri at sparingin sum verður í krónum og oyr­ um kortini kemur at merkja eina samlaða skerjing av játtanini til skúlaverkið? – Sjálvandi er tað nær­ liggjandi at hugsa, at hetta bara verður enn ein sparing á fólkaskúlaøkinum. Tíðir­ nar eru ringar og leitað verður við ljós og lykt eftir pengum á fíggjarlógini. Men vit noyðast at trúgva upp á, at endamálið er at fáa eitt betri og meira fjøl­ broytt tilboð til fólkaskúl­ anun, sigur formaðurin í Føroya Lærarafelag. Hann vísir staðiliga á, at onki er vunnið, um enda­ málið er at spara pengar, men at endamálið má vera, at fáa betri gagn av játtanini, sum er. – Um ætlanin er at spara pening við at pressa fleiri næmingar inn í stovurnar og so annars bara at halda fram sum higartil, so er onki vunnið. Men um enda­ málið harafturímóti er at økja um dygdina, við at fleiri útbúnir lærarar vera um børnini og at størri eindirnar kunnu bjóða fleiri og betri tilboð, so er nógv vunnið. Málið má vera, at vit varðveita hvørja einastu krónu innan skúlaverkið, men afturfyri brúka hana so væl sum gjørligt, sigur hann. ella skúladeyði Skúlastjórar Stað Næm. Kommunu 573 Eysturkommunusk 547 Eystursk 537 Hoyvík 496 Runavík 458 Klaksvík 458 Venjingar 451 Klaksvík 405 Vatnaskúlin 392 Tvøroyri 390 Oyrabakki 354 Argir 333 Skt.Fr 285 Strendur 284 Vágur 275 Meginsk 208 Vestmanna 206 Torfir 183 Kollafjarðar skúli 174 Adventistaskúlin 116 7125 Fyrstulærarar Stað Næm. Kvívík 59 Velbastaður 52 Nólsoy 29 140 Einalærarar Stað Næm. Skúvoy 2 Hests skúli 2 Mykinesar skúli 2 6 7,271 Magnus Tausen, formaður í Føroya Lærarafelag sigur, at um ætlanin er at spara pening við at pressa fleiri næmingar inn í stovurnar, og so annars bara at halda fram sum higartil, so er onki vunnið. Men um endamálið harafturímóti er at økja um dygdina, við at fleiri útbúnir lærarar vera um børnini og at størri eindirnar kunnu bjóða fleiri og betri tilboð, so er nógv vunnið Annað dømi um skúlaeindir