Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-05, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2009síða 20

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

20 Nr. 25 - 5. februar 2009 SAMBAND jákup Mørk jAkup@SoSiAluriN.fo tlf. 341800 ítróttur Leikbannið hjá Lampard strikað Chelsea fekk viðhald frá enska Fótbólts­ sambandinum, tá felagið kærdi útvís­ ingina hjá Frank Lampard í dystinum móti Liverpool Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað var kanska avgerandi løtan í dystinum á Anfield Road sunnudagin, tá Frank Lampard varð rikin av vølli fyri tackling móti Xabi Alonso hjá Liverpool. Chelsea tapti at enda dystin 2-0, og eftir dystin var Luiz Felipe Scolari, venjari hjá Chelsea, skjótur at staðfesta, at útvísingin av Lampard var burturvið. Beinleiðis reytt kort gevur vanliga tríggjar daga leikbann í ensku kappingini, men enska Fót- bóltssambandið hevur nú givið Chelsea viðhald í, at Frank Lampard ikki skuldi fingið reytt kort, og at leik- bannið tí verður strikað. Hetta broytir tó ikki úrslitið, sum ber við sær, at Chelsea framvegis er átta stig aftan fyri odda- liðið, Manchester United. FCA strikar tveir sáttmálar Thomas Høegh og Kasper Kalule eru ikki longur partur av hópinum hjá FC Amager Felagið hjá Toda Jónsson og øðrum boðaði týsdagin frá, at teir hava fríttstilla teir báðar spælararnar, sum als ikki tóktust hava møguleika at koma á besta liðið hjá felagnumm. Báðir spælararnir siga við bold.dk, at fyri teirra viðkomandi var hetta helst skilabesta loysnin, soleiðis at teir kunnu leita sær betri møguleika fyri spælitíð í Bert 19 ára gamli Dan Gosling gjørdist stóra hetjan í bláa part­ inum av Liverpool, tá hann eftir 118 minuttum skeyt avger­ andi málið í FA­cup­ uppgerðini millum Everton og Liverpool Fótbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Illveðrið hevur argað fólk í Onglandi seinastu dagarnar, og tað gjørdi tað eisini í gjárkvøldið. Tað vóru nevnliga ikki allir hyggjarar hjá ITV, sum sóu einsamalla málið á Goodison Park hjá Everton í gjárkvøldið. Men sóu tey tað, so er lítil ivi um, at mál- skjúttin prýðir baksíðurnar á flestu ensku bløðunum í dag. Ókend hetja Undan triðja seinasta min- uttinum í gjár vóru nevnliga ikki serliga nógv, sum kend- ust við navnið á Dan Gos- ling. 19 ára gamli miðvallar- in, sum eisini kann spæla í verjuni, skrivaði undir sátt- mála við Everton í fjør, eftir at hann longu sum 16 ára gamal hevði bitið seg fastan á liðið hjá Plymouth Argyle. Eitt avrik, sum eisini bar royndarvenjing hjá Chelsea og pláss í enska U17-hópin- um til EM-endaspælið við sær. Talan hevur tó fyrst og fremst verið um lærutíð í Everton. Síðani hann skriv- aði undir sáttmála við felag- ið fyri 13 mánaðum síðani, hevur tilveran fyri tað allar mesta verið á eykaliðnum hjá bláa felagnum úr Liver- pool. Soleiðis var dysturin í gjár bert tann næsti, har David Moyes sendi hann á vøllin fyri besta liðið. Írokn- að umdystinum, sum gjørd- ist neyðugur, gjørdist talan hesa ferð um 68 minuttir á vøllinum, og eftir 65 av hesum syrgdi Gosling altso fyri at skriva sítt navn í lok- alu søgubøkurnar. Møguleikin tóktist annars vera burtur, tá Gosling ikki heilt fekk tamarhald á inn- leggi frá van der Meyde úr høgru. Men tvey stutt trekk skaptu eitt lítið hol at skjóta ígjøgnum, og so varð bólt- urin kíndur út um Manuel Reina og móti innaru síðuni av stólpanum. Mistu Gerrard Undan hesum hevði talan leingi verið um trýst frá vertunum. Liverpool misti Steven Gerrard eftir fyrsta góða korterið, tá hann noyddist av vøllinum við vøddaskaða, og eftir fimm korterum fekk Lucas reytt kort frá dómaranum. Everton hevði eisini fleiri vandamiklar royndir í umdystinum, men leingi bendi alt altso á, at borts- spørk skuldu til, áðrenn mótstøðuliðið hjá Aston Villa í fimta umfarinum kundi finnast. Gásarungi søkti Liverpool Umdystir 4. umfar 3. februar Burnley-WBA 3-1 4. februar Nottingham Forest-Derby 2-3 Aston Villa-Doncaster 3-1 Blackburn-Sunderland 2-1 Everton-Liverpool 1-0 5. umfar 14. februar Swansea-Fulham Blackburn-Coventry Sheffeild Utf-Hull West Ham-Middlesbrough Watford-Chelsea 15. februar Everton-Aston Villa Derby-Manchester Utd 16. februar Arsenal-Cardiff FAKTA Fagnaðurin var ovurstórur, tá Dan Gosling hevði kínt bóltinum út um Reina og inn um handara stólpan. Gosling merkir gásarungi Mynd:Polfoto/AP Mike Riley skuldi ikki givið Frank Lampard reytt kort sunnu­ dagin