Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-05, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

inngangur grams.fo Mortan í Hamrabyrgi 22 Okkurt bendir á at tað, ið mong hava bíðað eftir – kanska serliga globaliseraðir føroyingar og vitj­andi ferðafólk – nú skj­ótt gerst veruleiki. Høvið at nj­óta ríkidømi okkara í havinum í reinasta formi: sum sushi! Fyrstafloks føroyskur fiskur og skelj­adj­ór tilgj­ørt eftir aldar- gamla j­apanska sushi-siðinum. Tað er í stuttum vakurt skorin ráur fiskur settur saman við rís- bolla og tara og kryddaður við wasabi, ið er eitt slag av grø- nari piparrót. Afturvið: soj­a og tuntskornar flísar av súltaðum ingiferi. Stigtakari til hetta frálíka átak at lata upp sushi-barr er hin 28 ára gamla Winnie Simon- sen, ið umframt royndir sum tænari eisini hevur akademiskar førleikar innan føðslu og heilsu. Winnie starvast í løtuni á Hotel Føroyum, har hon saman við øðrum góðum fólki fyrireikar at opna nýggj­u matstovuna á Áarvegnum í Havn 1. mai. Mat- stovan hevur ikki fingið navn enn og lat meg beinanvegin leggj­a afturat at ikki er talan um sushi-barr burturav. Nýggj­a staðið verður eisini vínbarr har tú kanst fáa tapas afturvið. Góðska og heilsugóður matur sum heild verða í hásæti. Tað fer eisni at bera til at bíleggj­a við sær, sokallað ”Takeaway”. Vit á Grams ynskj­a Winnie góða eydnu at økj­a um fj­ølbro- yttni í føroysku matstovu-vin- nuni! Januar var annars mánaðin har fleiri stórar altj­óða matkap- pingar fóru fram. Copa de Jerez, ið er kapping hj­á kokkum og víntænarum at seta saman mat og kenda spanska heitvínið sj­erri, fór av bakastokki 15. j­anuar. 8 lið frá ymsum londum kappaðust. Kokkurin Jakob Mielcke og víntænarin Rune Elkj­ær um- boðaðu Danmark og fingu tveir heiðursprísir. Ein fyri mest kreativa hugskot at seta saman mat og sj­erri og ein fyri besta matsamanseting til Flor-grun- dað sj­erri (t.d. Fino og Manza- nilla). Bocuse d’Or 2009, ið verður roknað sum óalmenna heimsmeistarakappingin fyri kokkar var sera spenanndi í ár. Norskar rávørur úr sj­ónum skuldi millum annað brúkast og eisini gj­ørdist tað ein noregs- maður, ið fekk gull um hálsin. Lesið meira í Uppskriftini. Føroya fyrsta sushi-bar Nr. 25 • 05. februar 2009