hósdagur 5. februar 2009síða 23
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
23
Mortan í Hamrabyrgi
ummælir vín úr Rúsdrekka
sølu Landsins. Skoðsmálini
eru latin í mun til samsvar
millum prís og góðsku.
vín
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
Carmen, Valle del Rapel,
Merlot 2007
Uppruni: Turt reyðvín úr Kili
Ummæli: Glógvandi rubin
reyður litur. Klassiskur og
elegantur Merlotangi. Blom
ma, bromber og kaffi. Rættiliga
kraftmikil smakkur, har fruktin
er í hásæti. Tó bragdar eisini
við spennandi tónum av se
drisviði, kamferkistu og myrkari
sjokolátu. Frálík javnvág. Lek
kurt livandi vín. Sera gott keyp.
Kostnaður: Kr. 76,50
Skoðsmál:
Carmen, Valle del Rapel,
Carménère 2006
Uppruni: Turt reyðvín úr Kili
Ummæli: Lekkurt hár! Sim
pulthen. Reyðvín við Holly
woodhári! Djúpur rubinreyður
litur. Ørandi samansettur angi
av myrkum berum, alskyns
frískum viðasløgum og floral
um stevum. Smakkur við meðal
fyllu, men superelegant og
framúr javnvág. Sansagøgnini
hjá mær blivu fullkomiliga
onduleraði av hesum víni. Telist
millum bestu keyp í Rúsuni.
Ein góður ribeyeoksabúffur
afturvið!
Kostnaður: Kr. 74,00
Skoðsmál:
Carmen, Valle del Maipo,
Cabernet Sauvignon 2006
Uppruni: Turt reyðvín úr Kili
Ummæli: Tættur kirsuberja
reyður litur. Kraftmikil angi av
sólber og myrkari sjokolátu.
Smakkurin rættiliga tættur við
sólber í hásæti. Ikki so saman
sett, men upp í leypum av sun
nari frukt. Frálík javnvág.
Kostnaður: Kr. 74,00
Skoðsmál:
Monasterio de Santa Ana,
DO Jumilla, Monastrell 2006
Uppruni: Turt reyðvín úr Spania
Ummæli: Tættur kirsuberjas
vartur litur. Heitur og kryd
daður angi við brá av myrkari
berfrukt, píputubbakki og
kaneli. Rættiliga nógvur smak
kur av fatlagring á eikiføtum.
Á markinum eftir mínum tykki,
men onkursvegna megnar
kraftmikla Monastrelldrúvan
kortini at renna saman við hesi
træsós. Absolut dygdir, ið ser
liga koma til sín rætt afturvið
góðum væl kryddaðum grý
turætti og eplamorli afturvið.
Minst til fríska persillu!
Kostnaður: Kr. 77,00
Skoðsmál:
Í 1962 helt ein danskur hár
skeri, Niels Christian Jørgensen
seg hava uppfunnið eitt nýtt
elektriskt tól, ið kundi avlosa
hesar krúllipinnarnar – papil
lottirnar ,ið konufólk um allan
heim higartil høvdu brúkt at
fáa sær purlur í hárið. Niels
Christian hevði hugskotið, men
ikki førleikan og dirvið sjálvur
at seta purlutólið í framleiðslu.
Hann fekk so í 1963 samband
við íverksetaran Arne Bybjerg
Pedersen, ið hevði royndir við
at fara undir stórar verkætlanir.
Teir brúktu 1 ár og 200.000
dollarar, so var tólið klárt:
Carmen Curlers! Eitt danskt
útfluttningsævintýr byrjaði.
Fleiri túsund arbeiðspláss vóru
skapað í sælendska býnum
Kalundborg. Mótin dikteraði
purlur og konufólk um allan
heim vildu hava fingrarnar
í hetta effektiva gandatól.
Fyritøkan var í 1969 seld ame
rikansku kosmetikfyritøkuni,
Clairol fyri risaupphædd. Tíverri
vendi hármótin í hálvfjerðsu
num. Nú skuldi hárið vera
slætt. Og Carmen Curlers mátti
gevast við virkseminum fyrst
í áttatiárunum. Í 2009 siga
viðurkendir frisørstjørnur sum
GunBritt og tónleikastjørnur
sum Madonna, at nú skal hárið
aftur vera purlut...
Carmen er eisini navnið á elsta
vínhús (1850) í suðurameri
kanska landinum Kili. Fólkið á
Viña Carmen hevur altíð verið
progressivt, nýhugsandi og
framtakssinnað. Seinast var í
1994, tá ið tey á fyrsta sinni
fóru at marknaðarføra nýg
gja kilenska “stjørnuskotið”:
drúvan Carménère.
Ikki so, Carménère er á ongan
hátt nøkur nýggj drúva. Mest
kend hevur hon ivaleyst verið
millum tær 6 upprunaligu
Bordeauxdrúvurnar: Cabernet
Sauvignon, Cabernet Franc,
Merlot, Malbec, Petit Verdot
og so Carménère. Í Bordeaux
hvarv hon sum blanddrúva,
men í Kili reistist hon seg fyri
15 árum síðani í undurfullum
solosangi sum nýkrýnd prin
sessa av Suðuramerika.
Carmen hevur altíð borgað fyri
hitt góða keypið. Her fæst nógv
fyri peningin. Heiðurlig góðska,
har stílurin er eyðkendur við
bæði kraft, sprell, javnvág og
ríkiliga av sólbúnaðari frukt.
Var vín frá Carmen ein frisura,
so var talan um flagsandi langt
bylgjut hár...
Vín við papillottum
Nr. 25 • 05. februar 2009