Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-25, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2001síða 6

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 Nr. 184 - 25. september 2001 Nr. 184 - 25. september 2001 11 -Tað eru stórt sæð ongar aðrar barna- fløgur við andaligum tónleiki, ið eru hampuliga nýggjar, sigur Anita Tausen av Toftum, sum saman við manninum Odd- mar Tausen hevur givið út barnafløguna “Vit eru glað” FLØGUÚTGÁVA Ingrid Bjarnastein Í síðsta mánaða kom ein nýggj barnafløga út. Fløgan eitur “Vit eru glað”, og eru tað ung á Skálafjørðinum, ið syngja andaligar barna- sangir. Á fløguni eru 11 sangir og longdin á fløguni er umleið ein hálvan tíma. Fløgan inniheldur 3 spild- urnýggjar sangir, meðan restin so eru gamlir sangir, ið td. hava verið brúktir í sunnudagsskúlunum kring landið. Tað eru hjúnini Anita og Oddmar Tausen av Toftum, ið geva fløguna út. - Grundin til, at vit valdu at geva eina tílíka fløgu út er, at vit hildu, at tað var tørvur á eini andaligari barnafløgu. Tað eru stórt sæð ongar aðrar barnafløg- ur við andaligum tónleiki, ið eru hampuliga nýggjar, sigur Anita. - Tað eru uml. 15 ár síðani Vanja var í hæddini við kristiligum barnasangum, men síðani tá er nærum onki komið út av andaligum tónleiki fyri børn, leggur hon afturat. At fløgan so kom út nærum samstundis, sum ein onnur andalig barnafløga, er bert av tilvild. - Vit hava vitað av hvørj- um øðrum alla tíðina, men tað var ikki ætlanin, at fløgurnar skuldu koma út so samstundis, sum tað nú einaferð varð til, nevnir Anita -Men, leggur hon afturat, eg haldi ikki, at hetta hevur ávirkað søluna av fløgunum. Báðar fløgur- nar hava selt væl. Ung, ið standa aftanfyri Fløgan er merkt av, at tað eru ung fólk, ið bæði syngja og spæla. Tað eru 11 ymiskar røddir á fløguni. Tey ið eiga røddirnar telja 162 ár tilsamans, og gevur hetta okkum ein miðalaldur á uml. 15 ár. Tó liggja sang- ararnir í aldrunum frá 10 ár til fyrst í 20´ini. Heitislagið á fløguni hevur 20 ára gamla Hervør S. Djurhuus smíðað. Sím- un J. Hansen eigur eisini eitt lag á fløguni. Bert fýra tónleikarar á fløguni, harav tríggir av teimum bert spæla við í einum sangi. Ungi produc- arin, Hans Poulsen, spælir sjálvur øll ljóðførini, uttan, sum sagt, til henda eina sangin, har hann fær hjálp av akk. guitar og tvør- floytuspæli. Av teimum 11 sangarun- um á fløguni eru bert tveir dreingir, ið syngja við. - Tað eru so fáir dreingir, ið syngja í hasum aldrinum. Harafturat er tað ikki lætt at fáa dreingir at syngja yvirhøvur. Td. hava vit eitt barnakór úti á Toftum, sum telur 14 børn, og har er bert ein drongur við, greiðir Anita frá. Ikki í studio Hendan fløgan er ikki sum flest allar aðrar fløgur av tí, at hon er als ikki upptikin í studio. Hon er nevnliga tik- in upp heima í stovuni hjá producaranum Hans og konuni Margrethu (M. syngur bakrøddir). - Grundin til, at vit valdu at gera soleiðis er, at Hans metti ikki, at tað var neyð- ugt at fara í studio. Hann hevði sjálvur góðar um- støður fyri upptøku, og út- gerðina átti hann eisini alla sjálvur. Talan var í byrjanini um at taka sjálvan tónleikin upp heima hjá Hans, og sangin í studio, men niður- støðan varð, at tað var als ikki neyðugt at fara í upp- tøkuhølið tá umstøðurnar vóru so góðar hjá Hans. Um farið hevði verið í studio, hevði tað verið í Havnini, og hevði hetta gjørt upptøkurnar munandi strævnari. Á ferð runt í Føroyum Tá fløgan kom út í summar høvdu tey nakrar konsertir her á meginøkinum. Í Runavík, Havn og Klaks- vík. Men av tí, at hetta var mitt í summarfrítíðini, og fólk skuldu út at ferðast, bar ikki til at halda fleiri konsertir, sjálvt um áhugi var fyri tí. T.d vóru fólk úr Suðuroy, Sandoy og Vág- unum við til hesar konsert- irnar, og ynsktu tey eisini at fáa ungu eysturoyingarnar tann vegin. Og er hetta júst tað, ið ætlanin er at gera nú. Komandi vikuskiftini verða tríggir konsertir hildnar í ávikavist Øravík, Giljanesi og Skopun. Av tí at ferðast verður so “langt” við fløguni hava fyrireikararnir gjørt av at “víðka” konsertina eitt sindur. Umframt løg av fløguni, luttekur eisini eitt barnakór og ein sang- bólkur, og skipað verður eisini fyri felagssangi. Eitt slag av fingradukkum eru eisini gjørdar til hetta høvið, ið skulu framføra eitt slag av evnisdrama á konsertunum. Kostnaðurin fyri konsert- irnar er 30 kr. Hesin pen- ingurin verður brúktur til at fíggja flutning av sangar- um, útgerð, plakatir, lýsing- ar, leigan av høli o.s.fr. - Vit vóna sjálvandi eisini at selja nakrar fløgur á støð- unum vit vitja, sigur Anita at enda. Konsertirnar, ið ætlanin er at hava verða: í Vágunum: Høllin á Gilja- nesi, sunnud. 30. sep. kl. 15.00 í Sandoy: Bygdarhúsið í Skopun, leygard. 6. okt. kl. 15.00. Tørvur á andaligum barnafløgum Seinni í hesi vikuni kemur nýggj fløga við Human Caos út. Hetta er ein heldur óvanlig útgáva, tí umframt nýggju sangirnar, hevur Gulli Johansen eisini lagt tvey sjónbandaløg og ein MP3-spælara á fløguna TÓNLEIKUR Eyðun Klakstein Gulli Johansen er ein tónleikaligur einmansherur. Hann skrivar, spælir inn og gevur út sín egna tónleik, og seint í komandi viku kemur nýggj fløga hjá honum út. Gulli gongur undir navninum Human Caos, og nýggja fløgan fløgan kall- ast Self Destruct. Hetta er ikki ein vanlig útgáva, tí umframt nýggju sangirnar, hevur Gulli eisini gjørt tvey sjónbanda- løg, sum eru løgd á fløg- una. Harafturat hevur hann eisini forritað ein MP3- spælara, sum fylgir við fløguni. - Eg vil gera okkurt, sum ikki er gjørt fyrr, og tað kostar mær einki eyka at gera hesa fløguna, men afturfyri verður fløgan eitt sindur meir áhugaverd, sigur Gulli Johansen, sum framleiðir allan tónleikin í heimastudio sínum, sum hann kallar ghj-production. Harður tónleikur Tónleikurin hjá Human Caos er Industrial Metal, har harður rocktónleikur verður blandaður saman við dance, tehno, rapp og øðrum tónleiki. Gulli hevur meira enn einaferð gjørt vart við seg seinnu árini. Hann hevur luttikið á Prix Føroyum, og herfyri var hann eisini við á eini Free Føroyar konsert. Gulli framførir sín tón- leik einsamallur á pallin- um, og harði tónleikurin verður kryddaður við sermerktari framførslu, har Gulli ikki er bangin fyri at liva við tónleikinum og gera seg út við máling og ørðvísi klæðum. Gulli við nýskapandi fløgu Gulli Johansen gevur seinni í hesi vikuni út nýggja fløga, sum øðrvísi enn allar aðrar føroyskar útgávur higartil Allir pensjónistar í Eysturoynni eru vælkomnir PENSJÓNISTAR Turið Kjølbro Dagtilhaldið fyri pen- sjónistar í Eysturoynni, Fløvi, er byrjað aftur. Tilhaldið heldur til í húsinum hjá Kongs- havnar Kvinnufelag á Glyvrum. Hetta er 11. árið, at dagtilhaldið er opið. Dentur verður lagdur á, at so nógv sum gjørligt koma at vitja. Tey, ið standa fyri tilhaldinum, heita tískil á avvarðandi hjá óhjálpnum pensjón- istum um at hjálpa sínum í at koma til og frá staðnum trygt. Allir pensjónistar í Eysturoynni í øllum aldri eru vælkomnir at taka lut í tiltøkum, sum Fløvi skipar fyri í vetrarhálvuni. Opið er vanligar dagar frá kl. 15.00 til 18.00. Yvirgangurin móti USA ger tað torført at meta um markn- aðirnar komandi tíðina, og Kaupting Føroyar mælir tí til varsemi BÚSKAPUR Turið Kjølbro Virðisbrævamarknaðir kring allan heim fingu eitt skot fyri bógvin, týsdagin fyri tveimum vikum síðani, tá ið yvirgangsatsóknirnar vórðu framdar í USA. Hvussu útlitini eru fyri framman, veldst um, hvat fer at henda. Velur amerikanska stjórnin at hevna atgerðina við hernaðartiltøkum, kann støðan gerast alsamt fløktari og leingja óviss- una á virðsbrævamark- naðunum, verður sagt í ritinum hjá Kaupting Føroyar, Útlit og rák, sum júst er komið. Hin- vegin kunnu vit vænta, at partabrøv fara at liggja hægri við árslok, um ein loysn fæst á politisku trupulleikun- um nakað skjótt. Mótvegis partabrøvn- unum klára stutt láns- brøv seg væl í politisku kreppuni, tí búskapirnir sum er hava tað trupult. Kaupting Føroyar mælir tí til varsemi næstu dag- arnar og til at halda seg til stutt statslánsbrøv til greiðari er, hvussu marknaðurin fer at verða. Somuleiðis metir stovnurin, at fólk ikki eiga at hava ov nógv av realkredittlánsbrøvum, sum kunnu verða harð- ari rakt enn statsláns- brøv. Kaupting Føroyar staðfestir sostatt, at yvirgangurin móti USA ger tað torført at meta um marknaðirnar kom- andi tíðina. Í Útliti og ráki ber komandi tíðina til at fylgja við, hvørjar metingar eru um bú- skapargongdina. Fløvi byrjað aftur Viðkvæmur virðis- brævamarknaður Føroya Skúlabóka- grunnur hevur givið út tvær skúlabøkur, sum hvør í sínum lagi bróta upp úr nýggjum ÚTGÁVUR Føroya Skúlabókagrunnur hevur givið út tvær skúlabøkur, Hervør og Høgni, sum er nýggj og slóðbrótandi lesibók til 1. flokk, og Náttúra og Tøkni 2, sum er grundbók og ar- beiðsbók, ætlað til undir- vísing í lærugreinini Náttúra og tøkni í 5. flokki. Lesibókina hevur Hjørdis Heindriksdóttir, lærari, skrivað og Olivur við Neyst, listamaður, hevur myndprýtt. Náttúra og tøkni hava lærararnir Hall- ur Ellingsgaard, Jenny Lyd- ersen og Petur Ove Petersen skrivað. Óli Petersen hevur teknað myndirnar til grund- bókina, og Janus Dam Guttesen til arbeiðsbókina. Lesibókin Hervør og Høgni í skúla er um tvíburasystkini, ið fara í 1. flokk. Familjan, skúlin, gerandisdagurin, høgtíð- irnar, Føroyar og heimurin eru tey evni, sum eru viðgjørd í bókini. Miðað verður eftir, at so fjøltátt- aðir lesiinnlæringarhættir sum gjørligt verða nýttir. Innihaldið í tekstinum er gerandisligt og heimligt, og umráðandi er, at næming- arnar kenna seg aftur í tí teir lesa. Nógvu og litføgru myndirnar skapa lív í og birta óivað upp undir gott prát um ymisk evni í flokk- inum. Tilfarið hevur verið roynt í skúlunum kring landið og hevur fingið drúgva viðgerð av royndum lærarum. Lesibókin er 104 blað- síður við myndum og kost- ar 120 krónur. Umframt læraravegleiðing eru tvey arbeiðshefti gjørd til lesi- bókina, har næmingarnir kunnu venja skriving og styrkja lesiinnlæringina. Tað seinna arbeiðsheftið kemur eftir jól. Gramar hevur staðið fyri prentgerðini, og prent- smiðjan Oddi hevur prent- að. Arbeiðsheftið hevur Dimmalætting prentað. Grundbókin Náttúra og tøkni 2 er onnur bókin í hesi bókarøð. Fyrsta bókin kom til skúla- ársbyrjan í 1999, og triðja og seinasta bókin í røðini er í gerð. Náttúra/tøkni er ein nýggj lærugrein, ið kom við teirri nýggju fólka- skúlalógini. Henda læru- greinin leggur upp til at sameina fýra náttúrulæru- greinir til eina heild. Lærugreinirnar eru landa- frøði, alis-/evnafrøði og lív- frøði. Við støði í heimligu náttúruni skulu næmingar við egnum royndum sleppa at eygleiða og kanna lívfrøðilig, landafrøðilig og alis-/evnafrøðilig fyri- brigdi, ið eru grundarlagið undir tilveru okkara um allan heim. Bókarøðin er gjørd soleiðis, at næming- arnir hava eina grundbók við kunnandi tilfari um evni. Hendan er 149 blað- síður við myndum og tekningum og kostar 180 krónur. Í arbeiðsbókini eru 83 arbeiðsuppgávur, har næm- ingarnir sjálvir kunnu kanna, eygleiða, gera ymiskar royndir og soleiðis fáa størri innlit í lívs- grundarlagið hjá plantum, djórum og menniskjum, umframt innlit í samspælið millum menniskju og náttúru. Arbeiðsbókin er 123 blaðsíður við tekningum og kostar 64 krónur. Umbrót- ing, repro og prentumsiting hevur Repro-Z havt á- byrgdina av. Heimligar skúlabøkur -Í 1994 vóru 48 nýggir lærlingar í Føroyum. Í ár 2000 var talið 280. Av øllum lærlingun- um í Føroyum í ár, eru heili 57,4 í Havnini. YRKISÚTBÚGVINGAR Ingrid Bjarnastein Í ársfrágreiðing hjá Yrkis- útbúgvingarráðnum/Yrkisd eplinum stendur at lesa, at lærlingatalið í Føroyum fall munandi frá 1987- 1994. Kreppan fyrst í 90´unum sæst týðiliga aftur í lærlingatilgongdini. Stóra fráflytingin í Føroyum um hetta mundið hevur uttan iva sett síni spor. Tølini fyri nýggjar lærlingar eru frá 1987 til 1994 fallin við upp til 92 lærlingum um árið. Tilsamans í tíðarskeiðnum 1987 — 1994 fall lærlinga- talið við 322 lærlingum, og gevur hetta eitt miðaltal á umleið 40 lærlingar um árið. Lutfallið ójavnt Um hugt verður eftir teimum ymisku yrkisøkin- um, so eigur Havnin størsta partin av lærlingunum í ár 2001. Innan handverk hev- ur Havnin nærum 60% av lærlingunum, meðan Eysturoyggin liggur á øðrum plássi við 23,9%. Hinar oyggjarnar hava tilsamans bert 18% av handverkaralærlingunum í Føroyum Á yrkisøkinum, skriv- stova & handil, er lær- lingatalið í Havn aftur nógv tað størsta. Heili 78% av lærlingunum innan hetta yrkisøkið eru í Havnini, meðan bert 11,9% í Eystur- oynni. Hinvegin kann tó leggjast afturat, at talið á handverkarlærlingum 1. januar í ár var 590, meðan tað bert vóru 159 skriv- stovulærlingar. Tølini vaksa Síðani ógvusliga fallið yvir hesi átta árini, er talið nú farið at vaska aftur. Bert frá 1994 til 1995 vaks talið við 103 nýggjum lærlingum. Tølini eru síðani vaksin støðugt, og í ár 2000 vóru 280 nýggir lærlingar. Hetta talið er ikki eins stórt og í 1987, men við vaksandi tilgongdini verður talið helst størri aftur komandi ár. Lærlingatalið veksur aftur C M Y K 11 10