Sosialurinarkiv
Sosialurin 2001-09-25, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

týsdagur 25. september 2001síða 7

‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

- Vit vóru mest sum avskrivaðir, tá fýra dystir vóru eftir at spæla, so tað er ótrúligt, at vit flyta upp hóast tað, sigur TB-liðskiparin, sum nú ætlar sær at gevast 2. DEILD Eyðun Klakstein Rómurin var óførur í Sumba leygardagin. Tað vóru ikki heima- áskoðararnir, sum fegnað- ust, men hinvegin tvørá- menn, sum vóru komnir suður í oynna at fylgja sín- um liði í avgerandi dysti. TB skuldi vinna í Sumba, og so var elsta felagið í landinum aftur í 1. deild. Og tað var júst tað sum hendi. Við einum mál, sum gávumildu vertirnir sjálvir syrgdu fyri, vann TB tætta dystin. - Hetta er fantastiskt. Tá vit taptu í Fuglafirði, hildu tey flestu, at vit høvdu ong- an kjans at flyta upp í 1. deild. Men vit hava havt ein góðan endaspurt, sam- stundis sum ÍF og Skála hava mist stig, og tað gjørdi, at vit vunnu 2. deild, sigur ein fegin Magni Petersen, sum er liðskipari og ein av teimum royndu spælarunum á liðnum. - Í fjør vóru vit á odda, tá tað manglaðu fimm dystir, og vit kiksaðu fullkomiliga. Í ár var støðan akkurát tann øvugta, so hetta er stuttligt, sigur hann. Skiftu venjara fýra tríggjar ferðir Kappingarárið byrjaði ikki so hugaligt hjá TB, sum var úti fyri stórtapi í steypa- kappingini, og sum eisini fekk keðiliga byrjan upp á landskappingina. Tá seks dystir vóru spældir av kappingini, lá TB í botninum við fimm stigum, og triði venjarin tók við. Ein dani og ein norð- maður stóðu á odda fyri liðnum, men báðir søgdu seg úr starvi, tí samstarvið riggaði ikki. Áðrenn summarsteðgin tók Zoran Mancic við venj- arastarvinum, og síðani hevur TB bert tapt ein av 12 dystum. - Zoran fekk stabilitet í liðið, og tað gjørdi, at vit kundu toga okkum upp í toppin, hósat vit byrjaðu so illa, sigur Magni Petersen. - Hetta var eitt undarligt ár, tí fyrsta kvøldið eg vandi, segði danski venj- arin seg úr starvi. Síðani skiftu vit tvær ferðir venj- ara, men tá Zoran tók við fór at ganga betur. Og samstarvið millum TB og Zoran Mancic hevur verið so gott, at Zoran held- ur fram sum venjari í TB komandi kappingarár. Eitt mál á muni Dysturin á Krossinum leyg- ardagin var tættur, og bæði sumbingar og tvørámenn høvdu møguleikar at gera mál. Í fyrra hálvleiki gekk báðar vegir, og sumbingar lógu fram við, men Lars Müller gjørdi neyðugu bjargingarnar. Í hinum end- anum hevði TB sínar at- sóknir, men spælið hja teimum tóktist verða darva nakað av spenninginum og týdninginum í dystinum. Í seinna hálvleiki gekk betur hjá gestunum, og hó- ast bæði liðini framvegis vóru við í dystinum, so hevði TB fleiri kjansir at avgera dystin. Jón Tórur Holm hevði drønskot á tvørstongina, og stútari frá Magna Petersen varð bjarg- aður á strikuni. Einasta málið í dystinum kom í fyrra hálvleiki, og tað vóru sumbingar sjálvir, sum syrgdu fyri tí. Ein bólt- ur varð sendur inn í brots- teigin, eitt høvd var á bólt- inum, sum fór upp í loft, og tá hann kom niður aftur, skuldi verjumaðurin, Elian Hansen, sparka burtur, men hann rakti bóltin skeiv og sendi í egið mál. Í seinastu løtu vóru sum- bingar um at taka sigurin frá tvørámonnum. Eirikur Joensen smekkaði til, bólt- urin traff ein TB´ara, og so endaði bólturin á stólp- anum. TB yvirlivdi nasku royndina, og tá dómarin so bríkslaði dystin av, vóru tvørámenn ovurfegnir. Felagið hevur seinastu trý árini stríðst fyri at sleppa aftur í 1. deild, og tað eydnaðist hesaferð. Styrkja liðið Støðan í fótbóltin á Tvøroyri er ikki tann sama, sum hon var í áttatiárunum, tá felagið var millum toppliðini í 1. deild. Í 1987 vann TB seinasta meistaraskap sín, og seinastu árini hevur felagið ikki verið í nánd av gullið í bestu deildini. Liðskiparin hjá TB heldur tó, at liðið kann standa seg í bestu deildini, um teir gera sær ómak komandi ár. - Spælararnir skulu venja meira, og teir skulu taka uppgávuna í stórum álvara. Harafturat verður helst neyðugt at fáa onkrara spælarar afturat í felagið, so liðið kann hava ein størri hóp, sigur Magni Petersen. - Kanska skulu vit í fyrstu syftu royna at lokka onkrar suðuroyingar at spæla í TB, men útlendingar kunnu ivaleyst eisini koma upp á tal, held- ur hann. Magni Petersen var við til at vinna seinasta FM-heitið hjá TB, og nú hann hevur verið við til at spæla felagið upp aftur í bestu deildina, ætlar hann sær at gevast. - Tað krevur nógv at spæla í 1. deild. Hevur tú ikki møguleikan at venja fýra ferðir um vikuna, so hevur tú einki at gera í 1. deild, so eg ætli mær at gevast, sigur hann. Men teir tvørámenn, sum ætla sær at halda fram, fáa til uppgávu at halda elsta felagnum í landinum í bestu deildini. Sumba-TB 0-1 (0-1) 0-1: Sjálvmál 13 12 Nr. 184 - 25. september 2001 Í viðmerking til veljarakanningina, sum kunngjørd varð í seinastu viku, sigur løgmaður, at summir spurningar eru settir soleiðis, at fólk hevur trupulleikar við at skilja teir VELJARKANNING Edvard Joensen Serliga tveir spurningar, sum snúgva seg um ríkis- rættarligu støðu Føroya, eru so ógreiðir, at fólk hava stutt sagt ikki vitað, hvat tey hava svarað uppá, sigur Anfinn Kallsberg, løg- maður, í viðmerking til veljarakanningina, sum Útvarpið og Dimmalætting lótu gera í seinastu viku. Anfinn Kallsberg vísir til spurningrnar um ríkis- rættarligu støðuna, har tveir møguleikar fingust til at svara. Spurningarnir snúðu seg um tvey heilt ymisk ting, og kortini ikki. So- leiðis at skilja, at teir vórðu settir soleiðis, at fólk, sum svaraðu ja upp á annan, í grundini heilt logiskt skuldu havt svarað nei upp á hin. Men soleiðis var ikki, vísir løgmaður á. Uttan hjá teimum, sum søgdu seg velja Fólkaflokkin. Har var einasti logikkurin í svarun- um, sigur løgmaður. Tey allarflestu, sum hava svarað, taka bæði undir við fullveldisætlanini hjá landsstýrinum, sum miðar í móti at fáa fullveldi í 2016, samstundis sum tey siga seg ganga inn fyri víðk- aðum sjálvsstýri innan fyri danska ríkisfelagsskapin og undir danskari grundlóg. – Hetta hongur jú als ikki saman, og kann bara vera tekin um, at fólk aldeilis ikki hava skilt, hvat spurt varð um. Tí spurningarnir eru ov ógreiðir, vísir An- finn Kallsberg, løgmaður, á. Hann sigur, at hann hevur roynt spurningarnr upp á ymisk fólk, hann hevur møtt, og gjøgnumgangandi svarið er, at tey hava ikki skilt teir. Hugsa um annað Anfinn Kallsberg sigur, at fyri honum er eingin ivi um, at fólk hava havt heilt onnur mál í huganum, tá tey hava svarað spurning- unum, sum veljara- kanningin setti. Tey hava hugsað um tað, sum so nógv hevur verið frammi um fýra ára skiftistíð og sjálvsstýris- lógaruppskot Javnaðar- floksins. Og so hava tey blandað hugtøkini saman, metir hann. Men tað er ein vanda- mikil leið at fara, sigur løgmaður. Tí verður tað viðtikið, verða vit limað inn í danska kongaríkið um øldir og allar ævir, og so er slutt við nøkrum fullveldi her. Hann vísir á, at tá Grøn- lendingar í 1953 við fólka- atkvøðu skiftu frá at vera danskt hjáland til danskt amt, varð fráboðan um tað send ST, og harvið er Grøn- land ein partur av danska kongaríkinum, og kann ongantíð gerast annað. Spurningarnir í føroysku veljarakanningini um ríkis- rættarligu støðuna skuldu heldur verið settir í einum, sigur løgmaður. Tí seinni spurningurin er í grundini partur av tí fyrra. – Tað er nevniliga soleið- is, sigur Anfinn Kallsberg, at fyri at náa fullveldinum, sum spurt verður um í fyrra spurninginum, verður í løtuni arbeitt við einum setningi, sum er tann sami sum seinni spurningurin. Landsstýrið arbeiðir við eini sjálvstýrislóg, sum skal bera okkum ávegis fram til endaliga fullveldið. Men tað hava fólk bara ikki skilt, tí tað hevur verið spurt ov ógreitt. Skilagóðir veljarar Veljarar Fólkafloksins eru skilafólk, sigur Anfinn Kallsberg. Tey hugsa seg um, tá tey svara, og tað sæst eisini aftur í kanningini, vísir hann á. Sum dømi tekur hann júst spurningarnar, sum fólk flest ikki hava skilt og vísir á, at fólkafloks- veljararnir hava ikki svarað samsvarandi upp á hesar báðar spurningarnar. Men tað hava tey hjá næstan øllum hinum flokkunum. Tað tulkar løgmaður tann vegin, at fólk vanliga bara siga tað, sum leiðslan í tí flokki, tey velja, heldur. Men altso ikki hjá Fólka- flokkinum sambært An- finni Kalsberg. Rákið er vent í føroyskum politikki, og nú í landsynning við kós móti Danmark sambært veljara- kanningini, sum kunngjørd varð í seinastu viku VELJARAKANNING Edvard Joensen Fullveldisflokkarnir, sum mynda verandi samgongu, hava mist viðrákið, og andstøðan, sum hevur boðað frá eini meira sambandskendari kós enn henni, ið hildin hevur verið seinasta val- skeiðið, fær meiriluta, um eitt komandi valúr- slit verður, sum seinasta veljarakanningin vísir. Í veljarrakanningini, sum Útvarpið og Dimmalætting kunn- gjørdu í seinastu viku, fáa andstøðuflokkarnir, Javnaðarflokkurin og Sambandsflokkurin, tilsamans 17 tingmenn, meðan sitandi samgonga fær 15. Miðflokkurin fær sambært veljara- kanningini ikki umboð- an á tingi eftir komandi val. Javnaðarflokkurin verður sambært veljara- kanningi størsti flokkur á tingi við 26,4% av atkvøðunum og níggju tingmonnum, meðan Tjóðveldisflokkurin verður næststørstur við 24,6% og átta tingmonn- um. Átta tingmenn fær sambandsflokkurin eisini, hóast hann fær 23% av atkvøðutalinum. Tað vil í tingmannatali siga, at Javnaðarflokk- urin og Sambandsflokk- urin fáa hvør sínar tveir mans afturat verandi tingmannatali, meðan Tjóðveldisflokkurin stendur í stað, hóast hann hevur framgongd í atkvøðutali. Hinvegin missir Fólkaflokkurin tveir mans og fær eftir eitt komandi val seks ting- menn, og Sjálvstýris- flokkurin og Miðflokk- urin missa hvør sín. Tað merkir, at Sjálvsstýris- flokkurin fær ein, og Miðflokkurin ongan tingmann valdan, verður úrslitið, sum veljara- kanningin vísir. Samgonguflokkarnir Fólkaflokkurin og Sjálvstýrisflokkurin standa báðir til eina minking upp á ávikavist 2,8% og 2,9%, meðan Tjóðveldisflokkurin er tannn av samgongu- flokkunum, sum tykist koma best burtur úr einum vali nú. Hann fær nevniliga eina fram- gongd upp á 08%, sigur veljarakanningin. Fyri Miðflokkin verð- ur valið ein vanlukka, um tað gongur, sum veljarakanningin spáar. Hann fær eina aftur- gongd upp á 1,9% og sleppur als ikki aftur á ting. Tað rekur suður Spurningarnir ógreiðir Samgongan arbeiðir við eini fullveldislóg, sum fer at leiða okkum fram til endaligt fullveldi, og ikki eini lóg, sum ger okkum til danskt amt, sum onkur spurningur í veljarakanningini kundi bent á, sigur løgmaður Politiska rákið er vent soleiðis, at samgongan ikki longur hevur meiriluta aftan fyri seg, sigur veljarakanningin C M Y K 12 Nr. 184 • týsdagur • 24. september 2001 • 75. árgangur • www.sosialurin.fo Sumba-TB 0-1 (0-1): - Hetta var fantastiskt Tveir av leikarunum hjá TB hava eisini vunnið sær gullmerki við øðrum feløgum hetta kappingarárið Gullrok Jákup Mørk Frøin var sjálvandi stór á tvørá- monnum, tá teir leygardagin høvdu tryggjað sær uppflyting til bestu før- oysku fótbóltsdeildina. Hjá tveimum teirra mundi dagurin tó kennast eitt sindur serligari enn hjá liðfeløgunum, tí fyrio teirra viðkom- andi kann væl vera, at hetta var eitt av tveimum gullmerkm hetta árið. Rasmus Nolsøe, sum er sonur Ás- mund Nolsøe, hevur í ár eisini spælt við dreingjaliðnum hjá VB, sum fyri fyrstu ferð í 43 ár vann FM-heitið. Bárður Dimon, sum er abbasonur Mervyn Dimon, hevði mánakvøldið møguleika at tryggja sær sítt næsta gullmerki á árinum. Bárður hevur í ár verið á unglingaliðnum hjá HB, sum liggur sera væl fyri í FM-stríðnum, og fingu teir eitt stig móti EB/Streymi mánakvøldið, eru teir føroyameistarar. Tveir dupultir TB er nú aftur í fyrstu deild. Leygardagin vunnu teir tepurt á Krossinum, og hetta var nóg mikið til at tryggja sær gullið Mynd: Áki Bertholdsen