týsdagur 25. september 2001síða 8
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 25. september 2001
15
Fótbólturin tykist
hava loysr
kappróðurin av, men
vegurin í 1. deild, sum
bara er tveir dystir
burtur, tykist
framvegis at vera sera
trongur
UPPFLYTAN
Jóannes Hansen
Líkindini vóru fín, og tað
var nógv fólk kring vøllin á
Skála leygardagin. Í staðin
fyri heystjavndøgur ill-
veðrið, sum ofta plagar at
leika í hetta vikuskiftið, so
var av fagrasta veðri. Eingir
trupulleikar vóru av regni
og vindi. Men ongantíð er
alt í lagi. Hesa ferð vóru tað
mýggjabitarnir, sum plág-
aðu, men tað tóktist ikki
bila – hvørki inni á
vøllinum ella uttanfyri.
Skála eigur sín stolta lut í
føroysku ítróttarsøguni. Í
kvinnufótbóltinum glógv-
aði tað rættuliga, tá tær í
1990 og í 1992 vunnu FM
(tað seinnu árið vunnu tær
eisini steypakappingina).
Men á mannfólkasíðuni er
tað ikki í fótbóltinum, at
teir á Skála um sumrarnar
hava gjørt um seg. Heldur
hevur tað verið í kapp-
róðrinum, har Skálabáturin
og Svanur í farnum árum
hava verið óførir. Í summar
sást einki til Svanin, og
avrikini hjá Skálabátinum í
summar verður ikki tosað
so nógv um. Men tá prátið
kemur inn á 2. deildarliðið
hjá Skála, tykist áhugin
vera stórur. Fótbólturin
tykist av álvara hava loyst
kappróðurin
av
sum
summarítróttin á Skála.
Leygardagin vóru áskoð-
ararnir komnir at síggja
teirra lið vinna, og tað var
týðuligt, at tey vónaðu, at
sigurin skuldi bera upp-
flyting til bestu deildina við
sær. Í tí loynda mundi vera
so mikið fyrireikað, at tey
vóru klár at lofta støðuni,
um tað nú skuldi fallið
soleiðis, at heimasigurin
fór at bera atgongumerkini
til bestu deildina við sær.
Størsta
áhugan
í
2.
hálvleiki høvdu útvarps-
lurtini kring vøllin. Tað var
væl skiljandi, at fleiri
illneitaðust, tí tey hildu tað
vera varpað ov nógv út í
Runavík
og
á
Skála.
Hvussu alt skuldi laga seg
var treytað av gongdini og
úrslitinum suðuri á Kross-
inum.
Meðan
áskoðararnir
koyrdu á sínar, harmaðust
teir um, at tað dygst undan
hvíldini eydnaðist tvørá-
monnum at leggja seg á
odda í Sumba. Spilti møgu-
leikin ímóti sumbingum á
Skála tvær vikur framman-
undan var uppi og vendi, og
eingin ivaðist í, at sjálvt um
sumbingar høvdu verið so
óhepnir at gera sjálvmál, so
løgdu teir alt tað fyri ímóti
TB, sum teir orkaðu.
Á síðulinjuni dýktu hóv-
ligu Jústinus Justinussen og
Asbjørn Mikkelsen undir
sínar menn. Teir duga so
mikið væl at fara við
fólkinum, at tað fer at hava
stóran týdning í uppflyt-
ingardystunum.
Liðið
Inni á vøllinum var Leivur
Justinussen í málinum.
Sum í rættuliga avgerandi
dystinum
í
Fuglafirði
næstsíðsta leygardag, vísti
hann aftur hesa ferð, at
hegnið og stílurin eru, sum
tey eiga at vera. Liðfor-
maðurin, Pauli Poulsen, er
aftastur, og evnini at lesa
spælið og styrkin í nær-
dystunum eru góð. Framm-
anfyri var Bent Djurhuus,
og í borðunum vóru Janus
Trúgvason í høgru og
Kaysten
Rasmussen
í
vinstru. Bara tjúgu mál eru
farin ígjøgnum. Tað eru
níggju færri enn hjá ÍF, sum
tað er skorað næstminst
ímóti. Tað boðar frá, at teir
á Skála hava verið óførir at
hildið tætt.
Á miðvøllinum vóru fýra
spælarar. Marius Joensen
(hann var komin av flat-
londum at hjálpa til) í
høgru og Sveinur Justinus-
sen í vinstru vóru skjótir út
í borðini, tá heimaliðið fór í
álop, og á sentrala miðvøll-
inum
royndu
Tummas
Olsen og Pauli Hansen at
stýra og tetta, meðan Bogi
Gregersen og Alexander
Johansen hesa ferð vóru
málsóknir á toppinum. 6–1
sigurin ímóti KÍ pyntði væl
um, men annars hevur tað
verið eitt sindur striltið við
málskjótingini. Tað endaði
við, at Skála í alt hevur
skorað 35 mál. Tað eru væl
færri, enn bæði ÍF og
serliga TB skoraðu, og
bæði B36 og Sumba megn-
aðu í átjan landskapp-
ingardystum at skora fleiri
mál enn Skála.
Umframt
teir
fyrstu
ellivu komu tríggir aðrir á
vøllin leygardagin: Jør-
mund
Joensen,
Ólavur
Olsen og Jóhannes Mikkel-
sen. Eykamálverji var Ann-
finn Djurhuus. Arnold Berg
Danielsen var eisini á
beinkinum. Ronnie Han-
sen, sum áður hevur spælt
við GÍ, var leikbannaður,
og Arnold Berg, sum áður
hevur verið á U–16 lands-
liðnum, var skaddur.
Møguleikin er har
Hóast stórsigurin og silvur-
krónurnar,
sum
Dánjal
Andreasen handaði, so var
sigursrómin ikki tann, sum
teir frammanundan høvdu
droymt
um.
Síðstu
minuttirnar fór okkurt av
fýrverkinum í orðsins rætta
týdningi upp í royk. Tá
sumbingar sendu í TB
stólpan, mundu hugsan-
irnar verða sendar til
rakettirnar og sjampanju-
fløskurnar,
sum
lógu
fjaldar í taskunum. Men tær
komu ikki fram í ljósið.
Felagið hevði opið hús
leygarkvøldið.
Suppan,
kaffi og smákøkurnar vóru
á skránni, og tað var
hugnaligt. Men aftur og
aftur varð vent aftur til
fullkomuliga
óneyðugu
tapini – ikki minst tá Skála
tapti 1–0 í Gøtu!
Um kappingarárið skal
enda við fyrstu uppflyt-
ingini nakrantíð til 1. deild,
verður
avgjørt
aftaná
mikkjalsmessu, tá lagnan
hjá sjampanjuni og fýrverk-
inum eisini verður seglað.
Besta deildin er tveir
dystir burtur, men sandoy-
ingar ella vágamenn fara at
gera alt fyri at dyrnar til
dreymalandið skulu vera
stongdar fyri skálamonn-
um.
Dánjal
Andreasen
ynskti tillukku, og um
eydnan verður við skála-
monnum, so verður kom-
andi ár helmingurin av
liðunum í bestu deildini úr
Eysturoy.
Næst bestu
menninir hjá GÍ
søgdu leygardagin
farvæl við aðru
deild á hesum
sinni, men fáu
áskoðararnir í
Gundadali fingu
um ikki annað
hópin av málum í
avskedsdystinum
2. DEILD
Jákup Mørk
Tað var sjónligt, at
hvørgin parturin hevði
nakað serligt at spæla
fyri, tá GÍ og HB dyst-
aðust í Gundadali.
Havnarliðið
hevur
seinastu umførini verið
ógvuliga skert, tí fleiri
av stuðlunum eru togað-
ir upp á besta liðið, og tí
hevur dreymurin um
heiðursmerki kámast alt
meira, sum umførini eru
liðin. Gøtumenn vóru
longu dømdir at flyta
niður undan dystinum,
og alt hetta sást eisini
aftur í hugburðinum, tá
liðini avgreiddu seinasta
setningin á árinum.
Eftiransingarnar vóru
alla tíðina leysar, stríðs-
viljin restaði fyri ein
stóran part, og úrslitið
gjørdist eisini, at dyst-
urin nærum var átøkur
eini venjing, har spælt
verður upp í 10.
Endaðu við 10
Tað vóru gøtumenninir,
sum
byrjaðu
dystin
betri, men kortini slapp
HB at leggja seg á odda,
men
skjótt
svaraðu
gestirnir aftur. Seinasta
helmingin av hálvleik-
inum fekk HB so tvey
mál,
og
í
seinna
hálvleiki helt gongdin
fram, áðrenn gøtumenn
aftur sluppu upp í part.
Gestirnir megnaðu at
stríða seg upp á javnt,
men tá HB so fyrst
skoraði
til
5-4,
og
málverjin hjá GÍ lítla
løtu seinni varð rikin av
vøllinum, tóktist luftin
fara úr teimum, og hóast
onkrar einstakar royndir
vóru eftir hetta, so var
einki at ivast í, at dyst-
urin fann sín rætta
vinnara.
Fyri HB skeyt Danny
Rasmussen
trý
mál,
meðan Henrik Rubek-
sen, Rógvi Joensen og
Sámal
Erik
Hentze
skutu hvør sítt. Marek
Wiegel,
Hans
Erik
Davidsen, Jan Skoradal
og Magnus Dalbø skutu
málini hjá GÍ.
HB-GÍ 6-4 (3-2):
Endaðu við
málveitslu
Skála nærri teimum bestu
enn nakrantíð áður
Skála er nú nærri bestu
deildini, enn teir nakran tíð
hava verið áður
Mynd: Jóannes Hansen
15
14
Nr. 184 - 25. september 2001
Aldursforsetin skal
gera eina nýggja
roynd í bestu deildini.
Avgerðin um
beinleiðis niðurflyt-
ing er útsett inntil
leygardagin
SAMANUM
Jóannes Hansen
B36
er
føroyameistari
2001. Sunnudagurin var
størsti dagurin í 65 ára
longu søguni hjá elsta
árstalsfelagnum í landin-
um. Tað er ongantíð komið
fyri áður, at teir hava
vunnið bæði steypakapp-
ingina og meistaraheitið.
Í løtuni er eingin ivi um,
at B36 er besta felagið í
Havnini. Fyri fyrstu ferð í
meiri enn tredivu ár hava
teir vunnið báðar lands-
kappingardystirnar ímóti
HB.
Tapið ímóti B36 hevur
við sær, at HB ongan
møguleika hevur at sleppa
av sjeynda plássinum. Tal-
an er um vánaligastu enda-
støðuna nakrantíð hjá HB,
og tað er svíður sjálvandi,
tá málið og ætlanin var í
hvussu so er at kvalifisera
seg til UEFA Cup fótbólt.
Hjá B36 er tað serliga
hugaligt, at teir hava vunn-
ið meistaraskap og steypa-
kapping
við
nógvum
monnum, sum eru upp-
vaksnir í felagnum.
Í áttati árunum var B36
tvær ferðir í 2. deild. Tá
besta deildin í 1988 varð
víðkað til tíggju lið, fekk
B36 møguleikan í bestu
deildini. Tá vóru fremm-
andir spælarar – eitt nú
Meinhardt
Dalbúð
og
Abraham Hansen – høv-
uðsálitini.
Tað
kemur
sjálvandi væl við hjá B36,
at John Petersen hevur
spælt við teimum seinastu
fimm árini, og Lakju-
menninir, Pól Thorsteins-
son, Arnbjørn Danielsen,
Bjarni
Prior
og
Egil
Zachariassen pynta væl um.
Tað hugaliga er, at nú eru
ungir B36arar, sum eiga
bestu fótbóltsárini á, við til
at mynda besta liðið.
Tróndur Vatnhamar, Jan
Guttesen, Klæmint Matras,
Herbert í Lon Jacobsen,
Kenneth Jacobsen, Jákup á
Borg, Fróði Clementsen,
Áki Mørk, Heini í Skorini
og Niels Joensen eru dømi
um hetta. Og sum hann
hevur spælt, síðani hann
slapp av við skaðan, kann
tað væl vera, at erka
B36arin
Jens
Kristian
Hansen fer at spæla fleiri ár
afturat!
Tá B36 í 1997 hevði
vunnið FM, segði formað-
urin, Kristian á Neystabø,
at tað skuldu ikki ganga 35
ár til næsta meistaraheitið.
Tað fór ikki at bera til hjá
B36 at verða meistari á
hvørjum ári, men teir
skuldu vera við, har tað
gekk fyri seg og vinna FM
meiri enn eina ferð hvørt
tíggju ára skeið.
Soleiðis segði formað-
urin fyri fýra árum síðani. Í
1999 var um reppið, at
ynskið hjá honum gjørdist
veruleiki, og nú er tað
vorðið tað. Tvífalt! Og so
var tað enn ein sigur, at tað
eydnaðist B36 at taka metið
frá HB. Sigurin á B36 var
tann trettandi á rað hjá B36.
Metið frammanundan, sum
var tólv dystir á rað, átti
HB.
Upp og niður
Um B71 ella FS Vágar skal
flyta beinleiðis niður í 2.
deild er ikki greitt enn. Tað
mesta av 1. hálvleiki sá tað
út til, at B71 og Eli Hentze
skuldu senda FS Vágar
niður í 2. deild, men B71
megnaði ikki at fáa stig í
Runavík.
Tað er greitt, at TB skal
loysa av í 1. deild. Tað
ynskja vit teimum hjarta-
liga tillukku við. Aldurs-
forsetin, sum seinast vann
FM í 1987, hevur ein stóran
setning at greiða. EB/
Streymur hevur í ár víst, at
tað ber til hjá uppflyt-
aranum at standa seg í
bestu deildini. Setningurin
hjá TB verður at yvirliva.
Skulu teir tað, so skulu –
sum teir sjálvir siga –
nýggir spælarar hjálpa til,
og tað verður neyðugt við
nógv meiri fyrireikingum,
enn TB vísti í ár, tá teir
fyrsta ikki so lítla partin av
kappingarárinum
fleiri
ferðir skiftu venjara.
Tað er greitt, at Skála
skal spæla um eitt pláss í
bestu deildini. Tað verður
ímóti B71 ella FS Vágum.
Skálamenn hava ongantíð
áður verið so ovarlaga, sum
teir eru nú, og teir tykjast
av álvara at ætla sær
uppaftur longri upp.
Tað er greitt, at GÍ skal
niður í 3. deild, og tað er
greitt, at VB komandi ár
verður umboðað í bæði 1.
og 2. deild.
KÍ skal spæla um plássið
í 2. deild. Mótstøðuliðið
verður Royn, sum endaði
næstfremst í 3. deild.
Bronsan hongur
GÍ hevur langt síðani
tryggjað sær silvurmerkini.
Góða fyrra hálvan bar vónir
um gull. Tí var tað ikki
undarligt, at gøtumenn
sunnudagin meiri kendu
tað, sum um teir høvdu
mist gullkrónurnar, heldur
enn at teir høvdu vunnið
silvurmerkini.
Tað er framvegis spenn-
ingur um triðja plássið.
B68 er framvegis besta
boðið, men við sigrinum á
Eiði varðveittu nú fyrrver-
andi meistaraliðið úr Vági
møguleikan fyri at vinna
Intertoto Cup plássið.
Um B68 fær stig í
Klaksvík, har teir seinastu
trý árini hava tapt nógv, so
verður bronsan á Toftum.
Treytin hjá VB er, at teir
skulu vinna, tá B36 og
viðhaldsfólkini koma suður
at taka ímóti FM steypinum
og gullkrónunum. Og so er
treytin hjá VB, at B68 einki
stig fær í Klaksvík.
VB, NSÍ og KÍ hava øll
møguleikan at enda á fjórða
plássinum. VB hevur lagn-
una í sínum egnu hondum.
Um VB ikki fær stig ímóti
B36, so hevur NSÍ møgu-
leikan, um hvørki VB ella
NSÍ fáa stig leygardagin,
og um KÍ vinnur, so røkka
teir fjórða plássinum.
Í síðsta umfarinum, sum
verður á skránni leygar-
dagin, verður spælt so-
leiðis: GÍ–B71, KÍ–B68,
HB–FS Vágar, VB–B36 og
NSÍ–EB/Streymur.
B36 hægri enn nakrantíð áður
B36 hevur ongan tíð áður vunnið greipuna, so dysturin móti HB skuldi vísa seg at gerast søguligur í fleiri mátar fyri árstalsfelagið
C
M
Y
K
14