týsdagur 25. september 2001síða 9
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 25. september 2001
17
17
16
Nr. 184 - 25. september 2001
C
M
Y
K
16
Sandingar løgdu
bragdliga fyri í
Runavík, men enn
einaferð mistu teir
eina tvey máls leiðslu.
NSÍ javnaði áðrenn
hálvleik, og í seinna
hálvleiki gjørdu teir
sigursmálið
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
B71 tók NSÍ á bóli, tá liðini
hittust í Runavík sunnu-
dagin. B71 skoraði tvey
mál tíðliga í dystinum, og
so høvdu runavíkingar stórt
stríð fyri framman.
Eli Hentze gjørdi ein
rættiligan vørr, tí hann stóð
fyri báðum málunum, sum
B71 fekk.
Longu
tá
slakir
15
minuttir vóru spældir, lá Eli
fram við fyrru ferðina. B71
kom ímillum uppspælið hjá
NSÍ, og Kári Reynheim
fekk fatur á bóltinum. Hann
legði eina sending fram um
NSÍ-verjuna, og har var Eli
fyrstur á bóltinum og
stútaði upp um málverjan,
sum var komin út ímóti.
Tey, sum hildu at nú fór
NSÍ at svara aftur, fóru
skeiv, tí tað var B71, sum
økti, áðrenn NSÍ rættiliga
fekk fótin fyri seg.
Aftur var tað Eli Hentze,
sum syrgdi fyri málinum.
Hesaferð kom Eli ímillum
ein
sending
frá
NSÍ-
verjumanni til málverjan,
og so var tað barnamatur
hjá roynda álopsmanninum
at skora. NSÍ-verjan var
ótrygg fyrsta partin av
dystinum, og tað gjørdi
B71 sær dælt av.
Tøtt mál
B71 hevur fleiri ferðir roynt
at verið á odda við tveim-
um málum, uttan at teir
fingu nakað burtur úr. Í fjør
kom hetta fyri einar fýra
ferðir, so tað var kanska
ikki óvæntað, at leiðslan
skuldi rúka.
Í seinastu minuttunum
fyri hálvleikssteðgin fekk
NSÍ tvey tøtt mál. Fyrsta
var tað Dánial Hansen, sum
hesaferð spældi í mið-
verjuni, tí Djóni Joensen
var ikki við, sum skoraði.
Hann fekk fatur á einum
bólti á B71-hálvuni, snýtti
aftasta mann hjá B71 og so
høgdi hann til úr einum 20
metrum. Bólturin streyk
beint í málið, og so var NSÍ
inni í dystinum aftur.
Løtu seinni javnaði NSÍ,
og hesaferð var tað Gert
Langgaard, sum stóð fyri
málinum.
Jens Martin bjargaði
Í seinna hálvleiki royndi
heimaliðið at fáa triðja
málið, sum kundi geva
teimum sigurin.
Hetta eydnaðist eisini, tá
ein slakur tími var spældur
av dystinum. Sigursmálið
gjørdi kviki álopsmaðurin,
Sonni L. Petersen, og tað
kom eftir gott uppspæl og
innlegg til handaru stong,
har Sonni stútaði bóltin í
málið.
Eftir málið tók B71
alsamt meira yvir, og teir
fóru at trýsta NSÍ-liðið,
sum gjørdi onkrar verju-
sinnaðar
skiftingar,
so
sigurin skuldi bera heim.
Men tað var landsliðs-
málverjin,
Jens
Martin
Knudsen, sum mátti gera
nýtslu av sínum evnum,
fyri at NSÍ skuldi fáa øll trý
stigini burtur úr hólm-
gonguni við botnliðið.
Tvær ferðir bjargaði hann
frágera væl, og serligu í
einu støðuni var talan um
framúr bjarging. Miðvall-
arin Jón Brekku smekkaði
til, bólturin rakti ein NSÍ-
spælara, og broytti kós.
Bólturin hevði kós móti
málhorninum, men onkurs-
vegna fekk Jens Martin vart
fyri.
Jónsvein Thomsen hevði
eisini tvær góðar royndir,
men einki mál spurdist
burtur úr.
B71 vóru vónbrotnir um,
at teir enn einaferð høvdu
mist eina góða leiðslu, men
tað var lítil uggi hjá
teimum, at vágamenn vóru
fyri tapi á heimavølli. Nú er
ein dystur efir at spæla, og
B71 er eitt stig framm-
anfyri FS Vágar, sum er
aftast í deildini.
Dysturin í tølum
NSÍ-B71 2-3 (2-2)
0-1: Eli Hentze
0-2: Eli Hentze
1-2: Dánial Hansen
2-2: Gert Langgaard
3-2: Sonni L. Petersen
Dómari: Birgir Sondum
NSÍ: Jens Martin Knudsen
– Rúni Rasmussen, Arnfinn
Langgaard, Dánial Hansen,
Jónstein Petersen – Gert
Langgaard,
Brynjálvur
Nielsen, Sjúrður Jacobsen,
Eddie Mikkelsen – Ken
Nónklett, Sonni L. Petersen
B71: Valdemar Nowisci –
Hans Jørgen Djurhuus,
Jógvan
Jón
Petersen,
Bernhard Petersen, Bjørn
Thorsteinsson,
Sverri
Kjærbo – Jón Brekku,
Svenning
Hansen,
Eli
Hentze – Kári Reynheim,
Kári Nielsen
Hóast heimaliðið
legði seg fram um í
fyrra hálvleiki, vóru
tað gestirnir, sum
fóru við øllum, eftir
at teir høvdu skorað
trý mál
FÓTBÓLTUR
Eyðun Klakstein
EB/Streymur fekk góða
byrjan í dystinum ímóti
VB, men leiðslan helt ikki,
og tá avtornaði, vóru tað
vágbingar, sum vunnu við
tveimum málum.
EB/Streymur er sloppin
úr vandanum fyri at flyta
niður, og teir hava hugt
meira upp enn niður á
stigatalvuni seinastu um-
førini. Tapið móti HB sein-
ast og VB hetta vikuskifti
ger tó, at teir ikki klára at
lyfta seg upp av triðaftasta
plássinum, har teir hava
ligið seinastu mongu um-
førini.
VB hevði leikliga yvir-
vág í dystinum á Eiði
sunnudagin,
men
EB/
Streymur var allatíðina við,
og
seinasta
partin
av
dystinum royndu teir at
trýsta fyri at javna VB-
leiðsluna. Hetta eydnaðist
ikki, og ístaðin var tað VB,
sum setti punktum við at
gera tað til 3-1.
Tvey mál
EB/Streymur kom á odda í
fyrra hálvleiki, tá vong-
verjin í vinstru, Jákup
Martin Joensen, var fyrri á
eini langari sending enn
málverjin hjá VB. Jákup
Martin rundaði málverjan
og fekk sneitt bóltin í málið
til 1-0.
Áðrenn hálvleik javnaði
VB, og tað var vandamikli
Birgir Jørgensen, sum stóð
fyri hesum máli. Upp-
spælið
millum
Robert
Cieslewicz og Krzystof
Popzynski endaði við, at
spælandi venjarin hjá VB
legði bólt inn fyri málið, og
har var Birgir Jørgensen
fyrstur á. Hann stútaði
bóltin í málið, og so var 1-
1.
Hetta var støðan í hálv-
leikinum, og tað tóktist
verða rímuligt, soleiðis
sum gongdin í dystinum
hevði verið.
Marek staðfesti
VB legði betri fyri í seinna
hálvleiki, og teir høvdu
yvirvág í spælið, hóast
EB/Streymur
royndi
at
hótta við kvikum mótspæli
í røttu løtunum.
Birgir Jørgensen legði
VB á odda, tá hann fór
sjálvur av miðjum vølli.
Hann lyfti bóltin upp um
tveir verjumenn, og so setti
hann
beina
kós
móti
málinum. Hóast skotið ikki
var sannførandi, endaði
bólturin í málinum.
Hetta málið fekk EB/
Streym at leggja meira fyri
fram
eftir
vøllinum.
Heimaliðið hevði dúvað
meira upp á kontraspæl,
men seinasta partin av
dystinum royndu teir at
trýsta.
VB royndi eisini at halda
leiðsluna, og tí duttu teir
nakað aftur á vøllin. EB/
Streymur
hevði
fleiri
royndir, men ongantíð var
veruligur vandi á ferð.
Andzrei Pacek og Alfred
Jacobsen vóru millum teir,
sum royndu seg, men einki
kom burtur úr.
Tá fáir minuttir vóru eftir
at spæla, staðfesti VB
sigurin, tá póllendingurin,
Marek Vierzbicki, skoraði.
Hann langaði til úr 25
metrum, og bólturin streyk
í málið.
Sigurin hjá VB hevur við
sær, at vágbingar, sum
komandi vikuskiftið mugu
lata B36 føroyameistara-
steypin, hava møguleikan
at vinna bronsumerkini.
B68 situr í løtuni á trið-
fremsta plássinum, men um
toftamenn snáva í seinasta
dystinum, so hevur VB
møguleikan at vinna brons-
una.
Men uppgávan hjá VB er
stór í sær sjálvum, tí B36
fer eftir 14. sigrinum á rað í
hesum kappingarárinum.
Dysturin í tølum:
EB/Streymur-VB
1-3 (1-1)
1-0: Jákup Martin Joensen
1-1: Birgir Jørgensen
1-2: Birgir Jørgensen
1-3: Marek Vierzbicki
Dómari: Eiler Rasmussen
EB/Str.: Gunnar á Steig –
Esmar Eiðisgarð, Alfred
Jacobsen, Ólavur Poulsen,
Christian Carlsson, Jákup
Martin Joensen – Knút
Vesturtún, Andzrei Pacek,
Eyðfinn Joensen – Sorin
Anghel, Jón Sigurd Gleðis-
heygg
VB:
Bjarni
Johansen
–
Palli
Augustinussen,
Predrag Zivkovic, Eyðun
Jacobsen, Kári í Lágabø,
Jón Pauli Joensen – Gisli
Sveinbjørnsson,
Marek
Vierzbicki, Krzystof Pop-
zynski – Birgir Jørgensen,
Robert Cieslewic
EB/Streymur-VB 1-3 (1-1):
Vágbingar stríðast fyri bronsuni
NSÍ-B71 3-2 (2-2):
NSÍ hevði stórt stríð av B71
Til tíðir leikaði hart á framman fyri VB-málinum, men vágbingarnir megnaðu tó at vinna sær
tey trý stigini
Mynd: Sofus Johannesen
Álopshugaðu
gøtumenninir løgdu
bragdliga fyri, men í
løtum vóru teir so
mikið kroystir, at
toftamenn væl og
virðiliga høvdu
uppiborið at fáa eitt
stig
FÓTBÓLTUR
Jóannes Hansen
Úrslitið í oyggjauppgerðini
á Svangaskarði var 2–2.
Tað var hvørgin parturin
nøgdur við. GÍ misti møgu-
leikan at vinna gull, og B68
megnaði ikki at fáa so mik-
ið burturúr, at teir kundu
sletta vágbingar av sær í
kappingini um bronsukrón-
urnar.
Áskoðararnir kundu í
dýrdarveðrinum vera væl
nøgdir. Kanska høvdu teir
ikki verið vitni til mest
poleraða
fótbóltsspælið,
sum hevur verið at sæð í
summar. Men teir høvdu
verið vitni til høga ferð og
spentar støður í báðum end-
um, og so kundu legurnar
báðar skiftast um at fegnast
um málini.
Málini
GÍ kom á odda, tá bara fýra
minuttir vóru farnir. Poul
Henning Jacobsen, sum var
kærkomin
endurkomin
arbeiðsmegi á miðvøllinum
– gøtumenn saknaðu hann
nógv ímóti NSÍ – potaði til
Henning Jarnskor, sum av
baklinjuni í vinstru legði
flatt og hálvkiksað innfyri.
Men bólturin slapp at trilla
mitt innfyri málið, har ar-
beiðssami og altíð vanda-
mikli toppskjúttin Helgi L.
Petersen var fyrstur á og
stýrdi kúluni í kassan. Har-
við hevði hann tryggað sær
at skora í hvussu so er eitt
mál í miðal fyri allar átjan
landskappingardystirnar –
sjálvt um honum ikki
skuldi eydnast at skora í
síðsta umfarinum.
B68 svaraði aftur dygst
undan hvíldini. Eftir eitt av
ikki nógvum gjøgnumbrot-
um í vinstru, royndi John
Heri Dam – stóð ikki so
sterkur í myndini hesa ferð,
sum hann hevur gjørt síðani
summarsteðgin – at senda
innfyri. Bartal Eliassen
tóktist hava gloymt, at tað
framvegis var fótbóltur og
ikki flogbóltur, sum tað
snúði seg um. Í hvussu so
er pareraði hann við arm-
inum, og dómarin bríkslaði
fyri brotssparki.
Súni Fríði Johannesen
plagar at vera fastur skjútti
úr ellivu metrum hjá B68.
Hesa ferð peikaði hann á
liðformannin. Fróði Benja-
minsen, sum aftur hesa ferð
var sera eyðsýndur á mið-
vøllinum, takkaði fyri, tá
hann sendi Hallur Hansen,
sum aftur hesa ferð vísti,
hvussu væl hann dugur at
lesa spælið, í annað borðið
og trillaði bóltin inn við
stólpanum hinumegin. Har-
við lyfti Fróði seg framum
Súna Fríða sum besti B68
málskjúttin.
GÍ kom framum aftur eitt
gott korter inn í 2. hálvleik.
Óli Hansen, sum Messias
støðugt hevði stórar trupul-
leikar av, var púra leysur, tá
hann stútaði frísparksinn-
legg úr høgru frá Janik í
kassan.
Miðskeiðis í 2. hálvleiki
royndi B68 at spenna
álopsbogan. Marcello, sum
sammett við í fjør hevur
staðið sera veikur í ár, kom
inn, og hann hevði bara
verið lítla løtu á vøllinum,
tá hann javnaði. Eftir inn-
legg úr vinstru, endaði bólt-
urin hjá Marlon Jorge (stóð
sterkur í myndini). Marlon
lyfti afturum seg sjálvan til
púra leysa Marcello, sum
úr stuttari fjarstøðu og eitt
sindur til høgru sendi flatt í
handara síðunetið. So var
orduligur sambadansur, og
tað var um reppið, at
brasiliumenninir fóru upp-
frá. Men saksisparkið hjá
Marcello endaði væl om-
anfyri málið.
Ovurfólkað á miðvøll-
inum
Serliga í 1. hálvleiki var
talan um nógv aftur og
fram, uttan at tað eydnaðist
at fáa rættuligt tak á spæl-
inum. Tað var ógvuliga
trongt á miðvøllinum, og
fyrstu løtuna tóktist tað,
sum um gøtumenn vóru
yvirmannaðir
bæði
í
verjuni og álopinum.
B68 byrjaði við bara
Súna Fríða Johannesen á
toppinum. Ætlanin tóktist
vera, at ein av miðvall-
arunum og so John Heri
Dam í vinstru og Arnold
Joensen í høgru skuldu
vera skjótir fram. Hetta
eydnaðist bara partvís.
Høgra síðan – Marlon
Jorge og Arnold Joensen –
riggaði væl, men trupul-
leikin var, at Súni Fríði
Johannesen so at siga
hvørja ferð hevði tríggjar
ella fýra gøtumenn kring
seg, tá innleggini komu.
GÍ kundi havt lagt seg
avgerandi framum tíðliga.
Tað var óneyðugt at hava
tríggjar í miðverjuni, og tí
smoygdi Leivur Hansen
sær ofta fram í álopið.
Eingin ansaði honum, og
tvær ferðir hevði hann eftir
innlegg úr høgru sera góðar
møguleikar at gera mál,
men royndirnar vóru ikki
nóg neyvar.
Toftamenn justeraðu, og
Súni Fríði Johannesen átti
at havt javnað á hálva tím-
anum. Eftir mynding av
álopi úr verjuni og fram í
vinstru, fór skrábólturin frá
Jákupi Eli Olsen upp um
verjuna.
Álopsmaðurin
tamdi átta metrar úr mál-
inum, men skotið rakti í
Henning Jarnskor, sum lá á
válinum.
Tá GÍ kom framum 2–1,
var tað eftir at B68 í góða
løtu hevði havt støðugt
trýst. Spælbýtið javnaði seg
eftir GÍ leiðslumálið, og tá
B68 hevði javnað, var tað
heilt stuttligt, tí tá vildu
báðir partar hava sigurs-
málið, og so løgdu teir ikki
so nógv í at verja.
Dysturin í tølum
B68-GÍ 2-2 (1-1)
0-1: Helgi L. Petersen 4
1-1: Fróði Benjaminsen
(br.) 44
1-2: Óli Hansen 61
2-2: “Marcello” Marcelino
75
Dómari: Lassin Isaksen
(KÍ)
B68: Kjartan Nesá – Oleif
Joensen,
Hans
Fróði
Hansen, Messias Perreira
–
Arnold
Joensen,
Marlon
Jorge,
Fróði
Benjaminsen,
Jan
C.
Dam, Jákup Eli Olsen,
John Heri Dam – Súni
Fríði Johannesen
GÍ:
Hallur
Hansen
–
Leivur Hansen, Bartal
Eliassen, Poul Ennigarð
– Áslakur R. Petersen,
Magni Jarnskor, Poul
Henning
Jacobsen,
Zdzislaw Janik, Henning
Jarnskor – Helgi L.
Petersen, Óli Hansen
B68 –GÍ 2-2 (1-1):
Tóm kensla í báðum legunum