týsdagur 25. september 2001síða 10
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 25. september 2001
19
Málið, sum bar FM
heitið við sær, var
kanska eitt tað besta
og í hvussu so er tað
minnisríkasta hjá
Heðini á Lakjuni
MATCVINNARIN
Jóannes Hansen
á Lakjuni er eitt av mest
kendu eftirnøvnunum í før-
oyskum fótbólti í níti árun-
um. Eldru brøðurnir hjá
Heðini á Lakjuni, Jákup
Oluf og Jógvan, vóru upp-
løgd evni til besta KÍ liðið,
áðrenn teir gjørdust skips-
menn, og yngri beiggin,
Kristian, vísti í fjør fín evni
á besta KÍ liðnum.
Leygardagin
skoraðu
tvey systkinabørn, tá ÍF
vann 2–0 í Runavík, og
millum liðfelagarnar hjá
Heðini var systkinabarnið
Magni á Lakjuni.
40 mál
Heðin á Lakjuni hevur ver-
ið millum mest eyðsýndu
fótbóltsspælararnar í Før-
oyum seinnapartin av níti
árunum.
Hann kom á besta KÍ lið-
ið í 1995. Tá skoraði hann
trý mál. Tað fyrsta skoraði
hann í tólvta umfarinum.
Talan var um sigursmálið í
4–3 heimasigrinum ímóti
B68. Í 1996 skoraði Heðin
á Lakjuni tvey mál, í 1997
níggju mál, og í 1998 skor-
aði nýggi FM vinnarin fýra
mál.
Tá Heðin á Lakjuni í
1999 fyri fyrstu ferð vann
FM, hjálpti hann til m. a.
við at skora seks mál, og í
fjør vísti kontoin sjey mál.
Heðin á Lakjuni hevur
skorað tólv mál í ár. Tað er
hægsta talið, sum hann hig-
artil hevur skorað í lands-
kappingini. Samlaða talið
er 40, og so skulu vit leggja
øll málini, sum Heðin hev-
ur skorað í steypakapping-
ini.
Men eingin ivi man vera
um, at 1–0 málið í avger-
andi dystinum um FM heit-
ið í 2001 fer altíð at standa
ógvuliga frammarlaga í fót-
bóltshuganum hjá Heðini á
Lakjuni,
sum
komandi
leygardag hevur møguleika
at koma uppaftur longri
upp á skjúttaralistanum.
Heðin er sera væl fyri, og tí
er góður møguleiki fyri, at
hann bæði fer at skora eina
og tvær ferðir í Vági.
Heðin á Lakjuni
gjørdist dagsins mað-
ur í B36-húsinum, og
sjálvandi frøddist
hann um hetta eftir
dystin
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Tað var ein ovurfegin
málskjútti, sum ikki kundi
seta orð á kenslurnar sum
vit hittu sunnudagin.
– Hatta var heilt ótrúliga
deiligt. At sleppa at skora í
einum slíkum dysti, og av-
gera dystin til okkara fyri-
mun. Eg dugi ikki at siga,
hvussu tað kendst, helt
hann.
Eftir málið fullu teir
hvítu nakað langt aftur á
vøllin, men Heðin helt ikki,
at hetta var orsakað av, at
teir vóru bangnir fyri at
missa gullið.
– Tað er altíð soleiðis, at
tú fellur longur aftur, tá tú
hevur vunnið teg framum.
Kanska áttu vit ikki at gjørt
tað, men tað gekk so tíbet-
ur, segði fegni greipuvinn-
arin eftir dystin.
Tað kann annars leggjast
afturat, at hetta er seinna
ferðin, at Heðin vinnur
greipuna, men hóast kensl-
an soleiðis ikki var nýggj,
so helt hann fyri, at stutt-
leikin var hin sami hvørja
ferð.
John Petersen hevur
ongan tíð roynt at
veri liðskipari hjá
einum FM-vinnara
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
John Petersen hevur verið
við til eitt sindur av hvørj-
um í føroyskum fótbólti.
Gullið hetta kappingarárið
er hansara fimta í fyrstu
deild, men í mun til hini, er
hetta fyrsta ferðin, at hann
er liðformaður hjá einum
FM-vinnara.
Spurdur, um hetta kend-
ist størri av hesum, segði
John, at tað hevði als ikki
hugsað um.
– Eg veit ikki, hvussu tað
fer at verða. Eg havi verið
eftir einum steypi fyrr í ár,
og tað ger nokk einki, um
mann so fer eftir tveimum,
so tað gleði eg meg bara til,
segði John.
Seta metini
Annars hevði John sjálvur
ein hin størsta møguleikan í
dystinum, tá hann gjørdist
púrasta leysur framman
fyri HB-málinum tíðliga í
fyrra hálvleiki. Um hesa
hendingina
segði
John
sjálvur, at hann sá ikki leik-
aran, sum stóð á strikuni.
– Hatta var ein stórur
møguleiki. Bólturin kom so
knappliga til mín, tá skotið
frá Jákupi varð avrættað.
Eg helt, at eg skuldi bara
stýra bóltinum inn, men har
var so ein maður, men tí-
betur gjørdi tað einki, tá
saman um kom.
Hóast teir longu eru
meistarar, so hevur B36
framvegis ein dyst eftir at
spæla, og tað eisini soleið-
is, at leikararnir ætla sær at
vinna hendan.
– Nú hava vit bara met at
fara eftir, men tey ætla vit
okkum eisini at taka, segði
ein smílandi liðformaður at
enda.
Tað er úrslitið av
hørðu venjingini í
vár, sum vit nú síggja,
heldur Piotr Kra-
kowski
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Tað var sjálvandi ein fegin
Piotr Krakowski, sum Sosi-
alurin fekk orðið á eftir sig-
urin á HB. Sigurin tryggj-
aði B36 fyrstu greipuna í
søgu felagsins, og hesum
náddi Piotr eftir bert einum
ári við róðrið.
Spurdur,
um
nakað
loyndarmál lá aftan fyri
góðu úrslitini, sigur Piotr,
at tað ger tað sum so ikki.
– Eg havi síðani januar
mánaða sagt við spælararn-
ar, at vit skulu trúgva upp á
tað. Teir hava arbeitt hart
fyri hesum alla tíðina, og
grundarlagið undir árinum
varð skapt í januar, februar,
mars og apríl.
– Sjálvandi hevur dygdin
á leikarunum eisini verið
góð í ár, og saman við góðu
venjingarstøðuna
hevur
hetta tryggjað okkum gull-
ið.
– Eg veit undan hvørjum
dysti, at mínir menn eru
klárir, bæði kropsliga og
sálarliga, og at teir tí fara á
vøllin at gera eitt gott
arbeiði.
Høvdu møguleikan
At enda spurdu vit eisini
Piotr, um tað var nakað
serligt, sum hann segði
leikarunum, áðrenn teir
fóru á vøllin sunnudagin.
– Eg segði við teir, at í
dag høvdu teir møguleikan.
At B36 nú hevði fingið ein
søguligan møguleika, og at
hesin skuldi takast, tí vit
vita ikki, nær hesin ella um
hesin kemur aftur, segði
pólverski venjarin hjá B36
at enda.
Heðin fjøruti
mál í bestu
deildini
B36 formaðurin
tykist sannførdur
um, at við nýggju
øldini eru eisini
nýggir tónar at
hoyra í heimligu
fótbóltskappingini
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Eftir regndystin móti KÍ
á ólavsøku helt B36
formaðurin, Kristian á
Neystabø, at sigurin
hevði alstóran týdning
fyri felagið. Sjálvsagt
hevði sigurin sunnudag-
in enn størri týdning, og
yvir høvur helt formað-
urin, at B36 við hesum
setti eina nýggja kós, nú
farið er um aldarmarkið.
– Sigurin á ólavsøku
var sjálvandi stórur. Tað
var fyrstu ferð í 10 ár, at
vit vunnu steypakapp-
ingina. Sigurin í dag
hevði eisini ótrúliga
stóran tydning. Hetta er
fyrsta greipan, sum vit
hava vunnið, og vit hava
fyri fyrstu ferð síðani
’68 vunnið báðar dyst-
irnar á HB.
Nýggir siðir
Spurdur, um hetta er
tekin um nakað nýtt, sig-
ur formaðurin, at tað
kann mann gott siga.
–
Hagtølini
móti
grannunum eru í øllum
førum góð í hesari øld-
ini, og tað mugu so
royna at halda í framtíð-
ini.
At enda spurdu vit
formannin, um hann tor-
ir at gita, hvussu leingi
viðhaldsfólkini
skulu
bíða eftir næsta sigrinm.
Hesa ferð bíðaðu tey í
fýra ár, men flestu teirra
munnu minnast oyði-
markargongdina
frá
1962 til 1997, men for-
maðurin roknar ikki við,
at hetta fer at henda aft-
ur í bræði.
– Eg ksnn ikki lova, at
tað verður longu kom-
andi ár, men tað verður í
øllum førum innan fýra
ár, segði ein bæði fegin
og bjartskygdur Kristian
á Neystabø eftir dystin.
Nú er skjótari
- Hetta er fyrsta greipan,
sum vit hava vunnið, og
vit hava fyri fyrstu ferð
síðani ’68 vunnið báðar
dystirnasr á HB
Næsta steypið
– Eg havi verið eftir einum
steypi fyrr í ár, og tað ger
nokk einki, um mann so fer
eftir tveimum, so tað gleði eg
meg bara til, segði John
Mynd: Álvur Haraldsen
Hart arbeiði
– Eg veit undan hvørjum
dysti, at mínir menn eru
klárir, bæði kropsliga og
sálarliga, og at teir tí fara á
vøllin at gera eitt gott
arbeiði.
Mynd: Álvur Haraldsen
Fann ikki orð
19
18
Nr. 184 - 25. september 2001
Í góðveðrinum
leygardagin vestaru
megin á Skálafjørð-
inum vóru møgu-
leikar fyri fleiri enn
tíggju málum
2. DEILD
Jóannes Hansen
Skálamenn gjørdu sítt. Teir
vunnu 6–1 á KÍ í tí, sum
sambært
kappingarskip-
anini var síðsta umfarið í
næstbestu deildini.
Men bæði skálamenn og
klaksvíkingar vistu, tá teir
fóru undir brúsuna, at
búnarnir skulu brúkast í
hvussu so er tvær ferðir
afturat. Tað er møguleiki
fyri, at bæði feløgini halda
fram í 2. deild, men tað er
eisini møguleiki fyri, at
Skála verður í 1. deild, og at
KÍ verður í 3. deild, har
skálamenn vóru í fjør. Tá
endaspælið um uppflyting
og
niðurflyting
verður
liðugt um tvær ella tríggjar
vikur, verður greitt, hvussu
tað verður við hesum.
KÍ skal spæla tveir dystin
ímóti Royn, sum endaði
næstfremst í 3. deild. Enn
er ógreitt, hvørjum Skála
skal spæla ímóti.
Lítil munur
Heimaliðið var betri fyri,
enn gestirnir úr Klaksvík
vóru. Men tað var ikki
fyrrenn í 2. hálvleiki, at tað
gjørdist alt meiri týðuligt,
at venjingarstøðan hjá ungu
monnunum var væl betur,
enn hon var hjá KÍ, har teir
flestu áður hava verið væl
trimmaðir í bestu deildini.
Skála kom á odda, tá eitt
korter var farið. Alexander
Johansen fekk fulla úrtøku
úr ellivu metrum. Støðan,
sum dómarin metti til
brotsspark, hevði einki sum
helst við brotsspark at gera.
Bæði áskoðararnir og spæl-
ararnir
á
heimaliðnum
tóktust skakkir, tá bríkslað
varð
fyri
brotssparki.
Álopsmaðurin hevði sneitt
framvið einum av verju-
spælarunum, tá hann rendi
seg í krovið á einum krops-
sterkum verjuspælara, sum
í sovornari støðu sjálvandi
ikki við vilja fór at flyta
seg.
Gestirnir
vórðu
eitt
sindur royttir, og kanska var
hetta orsøkin, at tað ikki var
frítt, at teir spruttaðu síðsta
hálva tíman av fyrra um-
farinum. John Ryan hevur
verið betri fyri, enn hann er
nú, men evnini at spæla
bólt eru framvegis góð, og
tá Finn Baldvinsson, Eyðun
Klakstein, Erling Fles og
Leon Bjartalíð allir vóru
við upp á tað, og Torleif
Eyðun Petersen, Poul Juul
Vilhelmsen
og
Sámal
Eyðfinn Akursmørk hesa
løtuna høvdu hampuligt tak
á frammanfyri veteranin
John William Joensen, so
var munurin í spælbýti ikki
so stórur, at tað sást, at
annað liðið kanska er á veg
í 1. og hitt í 3. deild.
Stórur munur
Skála økti beinanvegin eftir
steðgin. Dómarin helt, at
KÍ málverjin hevði hildið
bóltinum uttanfyri brots-
teigarmarkið,
tá
hann
skuldi spæla frá sær. Tað
vóru málverjin og klaks-
víkingarnir ikki samdir við
svartklædda manninum í.
Skálamenninir vóru púra
kaldir, og Bogi Gregersen
sendi flatt ígjøgnum mann-
garðin og í netið.
So var tað, at munurin í
orkuni gjørdist alt meiri
sjónskur. KÍ spælararnir
gjørdu nógv mistøk, og í
sovornari
støðu
fór
Alexander Johansen ígjøg-
num í vinstru, legði flatt
innfyri til Boga Gregersen,
sum var púra leysur.
3–0 og alt var avgjørt. Tí
var tað púra óskiljandi, at
ein av ungu klaksvík-
ingunumm skuldi hevna
seg, so tað var neyðugt hjá
dómaranum
at
fara
í
lumman eftir skorpuni.
Stutt eftir økti Kaysten
Rasmussen eftir uppspæl í
vinstru til 4–0. Spurn-
ingurin var so, hvussu nógv
yvirmannaða
heimaliðið
skuldi vinna. Teir høvdu
eina røð av møguleikum,
m. a. tá rangstøðufellan hjá
KÍ miseydnaðist. Men KÍ
skoraði eitt mál, áðrenn
Skála
fekk
tvey
tey
seinastu. Olgar Danielsen
varð skrásettur fyri málið
eftir horna úr høgru. KÍ
veteranurin, sum sleit sínar
fyrstu
barnaskógvar
á
Gjarðanesi, tóktist stýra
bóltinum
í
málið
við
hondini.
Alexander Johansen økti
til 5–1, og tað var um
reppið, at hann gjørdist
trímálsskjútti, men beinini
vórðu tikin undan honum,
júst tá hann úr púra leysari
støðu skuldi royna seg.
Innskifti Jóhannes Mikk-
elsen staðfesti sigurin í
tennistølum.
Skála-KÍ 6-1 (1-0)
1-0: Alexandur Johansen
2-0: Bogi Gregersen
3-0: Bogi Gregersen
4-0: Kaysten Rasmussen
4-1: Olgar Danielsen
5-1: Alexandur Johansen
6-1: Jóhannes Mikkelsen
Teir í felagnum hjá
Toda Jónsson vóru
fegnir um at sleppa úr
Aalborg við einum
stigi
SUPERLIGA
Jóannes Hansen
Eingin føroyingur var á
vøllinum, tá níggjunda um-
farið í bestu donsku fót-
bóltsdeildini sunnudagin
var á skránni.
FCK var í Aalborg. 8.574
áskoðarar møttu upp, og
teir vístu stórsinni, tá teir
fagnaðu
nýggja
FCK
venjaranum, Hans Backe,
sum í níti árunum vandi
AaB í tvey og eitt hálvt ár.
Tað hilnaðist væl, og fagn-
aðurin í Aalborg sunnu-
dagin bar boð um, at har
hava tey ikki gloymt DM
heitið í 1999.
Merkisvert var tað, at
fýra av fyrstu álopsmonn-
unum hjá FCK vóru skadd-
ir. Umframt Toda Jónsson
var talan um Heine Fer-
nandez, Zuma og Pascal
Simpson.
Nýggi FCK venjarin hev-
ur undirstrikað, at tað ræð-
ur um at skipa verjupartin.
Teir siga, at FCK hevur
spolað aftur, so støðan nú
er, sum hon var, tá Roy
Hodgson kom til felagið.
AaB kom á odda við
tunnum brotssparki í 28.
minutti, og Thomas Røll
javnaði tveir minuttir und-
an steðginum.
Í 2. hálvleiki vóru nógvar
spentar støður, men mál-
verjarnir
báðir,
Jimmy
Nielsen hjá AaB, og Magn-
us Kihlstedt í FCK mál-
inum, stóðu seg væl. Ikki
minst hjá svianum í FCK
málinum
mundi
hetta
kennast
hugaligt.
FCK
viðhaldsfólkini hava í fleiri
vikur tosað um, at tað hevði
vitað betri við, um ungi
Rune Pedersen aftur hevði
fingið møguleikan ímillum
stólparnar.
Troyttir á oddaliðnum
Í Brøndby er áhugin fyri
fótbólti sera stórur. 11.875
sóu dystin ímóti Viborg.
Talan var um ikki serliga
undirhaldandi dyst. Ferðin
var lá, og intensiteturin var
lítil. Tað var týðuligt, at teir
í Brøndby vóru troyttir,
eftir at teir næstsíðsta
sunnudag
høvdu
spælt
rimmardyst ímóti FCK og
hóskvøldið høvdu vunnið í
UEFA Cup á útivølli. Og tá
so teir í Viborg vóru meiri
enn væl nøgdir við at fáa
eitt stig, var tað ikki óvænt-
að, at einki mál kom.
Í Lyngby vóru tvey lið í
kreppu ikki misnøgd við at
fáa eitt stig í part. Í 1.
hálvleiki kom púrt einki
burturúr, men í regninum í
2. hálvleiki skoraði OB
tvey mál upp á langskot, og
Lyngby fekk tvey mál eftir
kiks í OB verjuni. Johan B.
Hansen var einki at síggja
til í OB verjuni.
Silkeborg er í svárari
kreppu. Hesa ferð taptu teir
1–0 á heimavølli ímóti
FCM, og nú verður tað
hildið ikki at vera so langt
burtur, at Benny Johansen,
sum áður hevur verið
venjari hjá FCK, fer at fáa
sekkin, sjálvt um eingin
ivast í, at tað er sølan av
fleiri lyklaspælarum, og tað
at fleiri eru givnir at spæla,
sum eru orsøkirnar til
soltnu úrtøkuna. Millum
stuðulsspælararnar,
sum
ikki eru við longur, eru
Thomas Røll, sum er í
FCK, Henrik Petersen, sum
er farin til Bolton, og
Morten Bruun, sum er
givin.
Í Vejle var tað sera und-
irhaldandi. Heimaliðið kom
á odda í 7. minutti, og teir
høvdu nógvar møguleikar
fyri fleiri málum, men tað
endaði kortini við javnleiki.
AB javnaði seks minuttir
eftir steðgin.
Í gjárkvøldið skuldi Es-
bjerg fáa vitjan av AGF.
Sambært upptaktunum í
donskum fjølmiðlum, so
skuldi Christian Høgni
Jacobsen
ikki
vera
í
Esbjerg hópinum.
Skála-KÍ 6-1 (1-0):
Skála sannførandi silvurvinnarar
FCK dúvar nú upp á verjuna
Fagnaðurin var somikið stórur, at visti tú ikki betri, kundi Skála havt tryggjað sær beinleðis uppflytan til bestu deildina
Mynd: Eyðun Klakstein
C
M
Y
K
18