týsdagur 25. september 2001síða 11
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 184 - 25. september 2001
21
21
20
Nr. 184 - 25. september 2001
C
M
Y
K
20
B36 tryggjaði sær
fyrstu greipuna í søgu
felagsins, tá teir
sunnudagin vunnu
fyrsta dupultsigurin á
grannunum í 33 ár
FÓTBÓLTUR
orð: Jákup Mørk
Myndir: Álvur Haraldsen
Gundadalur var stúgvandi
fullur, tá seinasta av ikki
færri enn seks grannaupp-
gerðum hetta kappingarárið
var á skránni. Longu hálvan
tíma undan dystinum var
trupult at finna sær sæti í
teimum báðum lokalu skýl-
unum, og tá so bygdaskýlið
og alt økið kring Gundadal
annars var fullsett, mundi
samlaða talið av áskoðarum
liggja eitt stað ímillum trý
og fýra túsund.
Hetta mundi sjálvandi
gleða kassameistaran hjá
B36, sum at kalla var kom-
in beint úr 65 ára føðingar-
dagshaldinum hjá Skipa-
smiðjuni, men umframt all-
ar krónurnar, so fekk væl
kendi apotekarin eisini
annað at frøast um, tá
grannauppgerðin var av.
B36 vann nevnliga dystin
1-0, og við sigrinum tryggj-
aði árstalsfelagið í høvuðs-
staðnum sær fyrstu greip-
una í søgu felagsins.
Fingu einki
Tá hetta er sagt, so skal tó
beinan vegin leggjast aft-
urat, at B36 einki fekk til
gávus
frá
grannunum
sunnudagin. Teir mundu
neyvan hava gloymt tilsvar-
andi dystin í fjør, tá B36
hálva
vegna
stjól
eitt
avgerandi stig, og í øllum
førum vildu teir ikki, at
B36 skuldu gerast meist-
arar við at vinna hendan
dystin.
Frá fyrsta sekundi var
greitt, at teir reyðu og
svørtu ætlaðu at lata alt,
fyri at tryggja sær ein sigur.
Taklingarnar sótu knallhart,
leikararnir offraðu seg í
nærdystunum, og yvir-
høvur tóktist fyrri hálv-
leikur soleiðis, at B36’arnir
vóru ovfarnir av kontanta
HBðspælinum.
Fyrstu ávaringina fingu
teir longu eftir sjey minutt-
um, tá Rúni fyrst dróg eitt
sindur, áðrenn hann av
brotsteigarmarkinum
lat
eitt skot av, men Tróndur
Vatnharmar var har, sum
hann skuldi vera.
Yvir høvur hótti HB
fleiri ferðir, men størsta
møguleikan í øllum dyst-
inum mundi B36 tó hava
um miðjan fyrra hálvleik.
Fyrst gjørdist Magni nær-
um leysur, men Pól Næs
Joensen í HB málinum
vardi fyri. Vandin var tó
ikki av, og flestu B36
viðhaldsfólkini
mundu
síggja bóltin í málinum, tá
Jákup á Borg skeyt eitt
miseydnað
skot,
sum
endaði hjá einum púra
leysum John Petersen, men
hóast málverjin var langt
burturi, so eydnaðist John
at raka ein HB’ara á mál
linjuni.
Røtt linja
At HB ikki vildi geva
nakað,
kom
eisini
til
sjóndar í mongu nærdyst-
unum, sum vóru á vøllinum
allan dystin og serstakliga í
fyrra hálvleiki.
Onkrar atfinningarsamar
røddir vilja kanska vera
við, at dómarin kundi havt
gula kortið á lofti, og onkur
av
misbrotunum
vóru
kanska somikið álvarslig,
at tey høvdu uppiborið
okkurt kortið. Tað telur
hinvegin dómaranum til
rós, at hann taklaði dystin,
soleiðis sum hann gjørdi.
Tað gingu 23 minuttir,
áðrenn fyrsta kortið var á
lofti, men hevði dómarin
byrjað við hesum áðrenn,
so hevði stórur vandi verið
fyri, at í minsta lagi ein
leikari hevði sæð reytt
áðrenn hálvleik.
B36-HB 1-0 (0-0)
So var gullið heima
Heðin á Lakjuni smekkar til.
Løtu seinni er bólturin í
málmeskunum, og B36 er
ávegis fyrstu greipuni í søgu
felagsins
Dysturin er lokin, og
spælarar og viðhaldsfólk
tuska inn á vøllin. Her eru
tað Kenneth Jacobsen, Pól
Thorsteinsson, og Halgeir í
Dali við Magna á Lakjuni
aftan fyri seg. Millum hinar
síggjast eisini Kristian á
Neystabø og Rahm í Króki
Nú verða hesar reglur
ikki so ofta nýttar til svørtu
menninar, men dysturin
sunnudagin prógvaði, at
Petur Skarðenni innan heilt
stutta tíð hevur prógvað sítt
virði í føroyska dómara-
heiminum, og í løtuni tykist
hann í øllum førum at vera
besta boðið um ein kom-
andi
føroyskan
altjóða
dómara.
Gull-málið
Fyri at koma aftur til dyst-
in, so byrjaði seinni hálv-
leikur ikki eins bragdliga,
sum hin fyrri gjørdi. HB
leikararnir vóru ikki eins
ágangandi í hvítu kroppun-
um. Møguleikarnir høvdu
teir framvegis, men aftur
var Tróndur á staðnum,
sum tá Bárður sendi frí-
spark móti samankoming-
ini.
Í 55. minutti kom so
forloysingin, sum alt B36
skýlið hevði bíðað eftir. Tað
sá kanska ikki so vanda-
mikið út, tá Jens Kristian
Hansen hevði bóltin afturi í
vinstra verjuborði. Við eini
langari sending fann lands-
liðsmaðurin tó Heðin á
Lakjuni.
Fyrst
kiksaði
royndin at sleppa inn um
Rógva
Jacobsen,
men
klaksvíkingurin hjá B36
fekk tó snarað sær á, og úr
18 metrum buldraði hann
bóltin inn í siðunetið, uttan
at Pól í HB-málinum hevði
nakran livandi møguleika
at verja fyri.
Hetta málið skuldi vísa
seg at verða gull vert hjá
B36. Fleiri komu nevnliga
ikki í dystinum, men tað er
ikki einstýðandi við, at
møguleikarnir ikki vóru til
staðar.
Fram til málið hevði
dysturin verið ógvuliga
javnur, men eftir at hava
skorað,
tóktust
teir
á
oddaliðnum bangnir. Teir
tóku seg langt aftur á
vøllin, og vóru harvið við-
virkandi til, at seinastu 20
minuttirnir gjørdust eitt
stórt trýst oman móti B36
málinum. Størsta møgu-
leikan mundi Gunnar Mohr
hava, tá hann fekk nervað
B36 verjuna somikið, at
bólturin varð mistur í
brotsteiginum, men Trónd-
ur Vatnhamar, sum allan
dystin var heilt framúr,
fekk jústað bóltin út til
hornaspark.
Annars var talan í stóran
mun um eitt støðugt trýst
og harav tilvildarligum
møguleikum, men rættiliga
vandamikið gjørdist tað
ongantíð. B36 megnaði alla
tíðina at lossa bóltin langt
burtur úr vandaleið, og
fagnaðurin var sjálvsagt
ovurhonds stórur, tá so
dómarin
bríkslaði
fyri
seinastu ferð.
B36 hevði tá tryggjað
sær fyrsta dupult-sigurin á
grannunum í 33 ár. Teir
høvdu sett føroyskt met við
13 sigrum á rað, og ikki
minst, so høvdu teir tryggj-
að sær heitið sum Føroya-
meistarar 2001.
Dysturin í tølum:
B36-HB 1-0 (0-0)
1-0: Heðin á Lakjuni 55
Dómari: Petur Skarðenni
(LÍF)
B36: Tróndur Vatnhamar –
Arnbjørn Danielsen, Egil
Zachariasen, Jens Kristian
Hansen – Kenneth Jacob-
sen,
Klæmint
Matras,
Jákup á Borg, Jan Guttesen,
Heðin á Lakjuni – John
Petersen, Magni á Lakjuni
HB: Pól Næs Joensen –
Eyðfinn Fjalsbak, Jón Rói
Jacobsen, Rógvi Jacobsen,
Janu M. Joensen – Allan
Mørkøre, Rúni Nolsøe, Rói
Árting, Hallur Danielsen,
Pætur
Dahl
–
Bárður
Mortansson
Tríggir glaðir føroyameist-
arar. Alli, Pitor og Jacob
Greipu-troyggjurnar skuldu
sjálvandi vísast fram, tá
dysturin var liðugur
Fagnarðurin var stórur í
fullsetta skýlinum, tá úrslitið
var greitt