týsdagur 25. september 2001síða 12
‹ fyrra síða allar 21 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
Nr. 184 - 25. september 2001
C
M
Y
K
22
Nr. 184 - 25. september 2001
23
Allan Mørkøre
tekur sær ikki nær,
at áskoðarar hjá
mótstøðuliðnum
rópa eftir honum
undir dystum
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Tað er neyvan at tak ov
dýran til, tá sagt verður,
at Allan Mørkøre var illa
lýddur í B36 húsinum
sunnudagin. Áskoðarar-
nir róptu at kalla hvørja
ferð, sum landsliðsmað-
urin hevði bóltin, men
sjálvur heldur hann ikki,
at hetta er nakað, sum
hann kennir seg raktan av.
- Tað taki eg bara sum
eitt kompiment. Eg haldi,
at eg eri vorðin ov gamal
til at taka mær av slíkum,
sigur Allan, sum eisini
heldur, at slíkt hoyrir eini
grannauppgerð til.
Høvdu
møguleikarnir
Um sjálvan dystin helt
Allan Mørkøre annars,
HB átti sínar møguleikar,
men at teir ikki tóku av
hesum.
- Vit skuldu avgjørt
dystin í fyrra hálvleiki.
Vit vóru tað betra liðið,
og vit høvdu okkara
møguleikar,
men
tað
gekk so ikki hjá okkum.
- Lat meg annars nýta
høvið til at ynskja B36
hjartaliga tillukku við
gullinum. Teir hava uppi-
borið gullið, segði ein
vónbrotin Allan Mørkøre
eftir dystin sunnudagin.
Í HB ásanna teir, at
tað verður neyðugt at
fáa nýggjar spælarar
at hjálpa til, og tað
skulu vera sovornir,
sum kunnu teljast
ímillum teir berandi
VENJARI
Jóannes Hansen
Fríggjadagin var at lesa í
blaðnum, at HB venjarin,
Ion Geolgau, er ovast á
ynskilistanum hjá klaksvík-
ingum. Og lokalblaðið í
Klaksvík, Norðlýsið, hevði
sama dagin somu tíðindini.
Men stjórin í Havnar
Fótbólti, Steinfinn Mittel-
stein, slær fast, at tað
kemur ikki upp á tal, at HB
venjarin fer nakran veg:
– At tað er stórur áhugi
fyri felagnum hjá okkum,
fekk eg enn eina ferð
staðfest
hóskvøldið
og
fríggjadagin, tá tað frættist,
at klaksvíkingar høvdu
áhuga at fáa Ion norður.
Telefonin kimaði aftur og
aftur, og HB viðhaldsfólk
vildu vita, hvussu tað nú
var vorðið.
Og hvat segði tú teim-
um?
– Eg segði teimum, at tá
vit eftir GÍ dystin settu Ion
Geolgau aftur í venjara-
sessin – eftir at spælararnir
høvdu heitt á okkum og Ion
var gingin við til at taka við
aftur – so var tað undir
somu treytum, sum vóru
galdandi frammanundan.
Fyrr í ár longdu vit sátt-
málaskeiðið til og við
2003, og soleiðis verður
tað. Vit, sum hava ábyrgd í
felagnum, og venjarin hava
onga ætlan um at broyta
hetta, og so er tað líka
mikið, hvat er og verður at
frætta frá onkrum, sum
verður sagdur at standa
leiðsluni nær, sigur ein
avgjørdur stjóri í Havnar
Fótbólti.
Úr Klaksvík frætta vit, at
tað í síðstu viku vóru sam-
ráðingar millum KÍ og Ion
Geolgau. Tað var orsøkin
til, at KÍ nevndin greiddi
peningastuðlunum
frá,
hvussu landið lá.
Leita eftir styrki
Tað hevur verið skrivað og
tosað nógv um vánaliga
kappingarárið hjá HB, og
bæði alment og privat
hevur so at siga við luppi
verið leitað eftir orsøkum.
Tí skulu vit ikki gera
burturúr hesum, men í HB
eru teir farnir undir fyri-
reikingarnar til komandi
kappingarár:
– Vit rokna við, at so at
siga allir, sum hava verið
við í ár, aftur fara at spæla
komandi ár. Vit vóna, at
teir, sum hava verið skadd-
ir, fara at koma fyri seg
aftur, og so ætla vit at
styrkja um hópin. Gongdin
hevur víst, at tað er neyðugt
við berandi kreftum at
hjálpa ungu og evnaríku
monnunum, sum heilt víst
eru mentir, sjálvt um úr-
tøkan ikki hevur verið so
góð í ár.
Leita tit eftir spælarum í
Føroyum
ella
uttanfyri
landoddarnar?
– Tað dugi eg ikki at
siga. Saman við Ion hava
vit roynt at hava útlend-
ingar eina ferð. Tað eydn-
aðist ikki væl, m. a. tí
útlendingarnir vóru skadd-
ir. Men tað er torført at fáa
fatur á føroyskum spælar-
um, sum kunnu lyfta spælið
nógv upp, so um tað eydn-
ast at finna fram til góðar
útlendingar, sum avgjørt
verða mettir at fara at
styrkja um liðið hjá okkum,
so taka vit fegnir av, eru
orðini hjá Steinfinni Mitt-
elstein.
Og so vita klaksvíkingar,
at teir tvey tey næstu árini
kunnu gloyma alt um Ion
Geolgau. Um tað verður
Kurt Mørkøre, Oddbjørn
Joensen, Tomislav Sivic
ella onkur annar, sum skal
standa
fyri
venjingini,
verður ivaleyst meiri at
frætta um – ivaleyst um
ikki so langa tíð.
Seinastu 70 minutt-
irnar mátti ein
skaddur Jákup á
Borg fylgja
dystinum móti HB
av síðulinjuni
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Jákup á Borg lat læru vera
læru, tá hann fór á vøllin
sunnudagin. Undan dyst-
inum var greitt, at tað fór
at verða trupult at fáa frí
frá skúlagongdini, men
álopsmaðurin legði vertin
á skúlan, og kom so upp
kortini.
Talan gjørdist tó ikki
um nakran drúgvan dyst
fyri hanara viðkomandi, tí
eftir bert 20 minuttum
noyddist Jákup skaddur
av vøllinum, og hetta var
sjálvandi
nakað,
sum
hann var vónbrotin um
eftir dystin.
- Hatta var nakað lort.
Møguleiki er fyri, at eg
noyðist at taka skúlan
umaftur, tí eg kom upp,
og longu eftir trimum
minuttum varð eg so
skaddur.
Ræðuligt
Spurdur, hvussu tað so
kendist, at sita uttan fyri
seinastu 70 minuttirnar,
segði Jákup, at tað var
ræðuligt.
- Eg kann so longu nú
lova, at eg ongan tíð í lív-
inum fari at verða venjari.
Slíkan spenning klári eg
ikki at uppliva fleiri ferð-
ir.
Saman við hinum á lið-
num skuldi Jákup so
sjálvsagt brúka sunnu-
kvøldið til at hátíðarhalda
gullið. Spurdur, um hann
so skuldi niður aftur til
Danmarkar mánamorg-
unin, segði hann, at tað
visti hann ikki.
- Nú má fyrst fara at
kanna, um tað yvirhøvur
loysir seg at fara niður.
Um eg kortini skal taka
skúlan umaftur, so tími eg
ikki avstað.
Tróndur Vatnhamar
hevði eina heilt
serliga upphiting til
grannauppgerðina
móti HB
FÓTBÓLTSTOS
Jákup Mørk
Fyri tveimum árum síðani
varð hann mest av øllum
ein neyðloysn. Síðani hetta
hevur Tróndur Vatnhamar
tó ment seg, og í dag ivast
eingin í, hvør eigur plássið
millum stengurnar í B36-
málinum.
Sunnudagin
slapp hann so eisini at rópa
seg
føroyameistara,
og
sjálvur helt málverjin, at nú
mundi hann hava sannført
um sítt virði.
- At byrja við vóru fleiri,
sum ikki tóku meg so
seriøst, men í dag haldi eg,
at tað er sligið fast við 12-
tumma seymi, at eg eigi
plássið í málinum.
Upphitingin
Dysturin sunndagin var
kanska tann størsti, sum
Tróndur hevur verið við til,
og tá vit spurdu hann,
hvussu hann løddi seg
sjálvan til uppgávuna, av-
dúkar málverjin, at hann
kanska ikki er sum øll
onnur.
- Eg skal siga akkurát,
sum er. Eg var í brúdleypi
leygarkvøldið.
Klokkan
tvey fór eg so til songar, og
har legði eg meg at hyggja
at pornofilmum, so eg var
púrasta klárur til dystin í
dag, sigur hann flennandi.
Spurdur, um sunukvøldið
so eisini skuldi nýtast til
filmar, svarar málverjin
flennandi, at tað verður tað
ikki.
- Nei. Í kvøld er tað dam-
an, sum stendur á skránni!
Ræðuligt
Hoyrir til
. Eg haldi, at eg eri vorðin ov gamal til at taka mær av
slíkum, sigur Allan
Mynd: Álvur Haraldsen
Ion fer ongan veg
Jákup á Borg sigur, at hann longu nú kann lova, at hann
ongan tíð fer at verða venjari
Mynd: Álvur Haraldsen
Ikki sum hini
- At byrja við vóru fleiri, sum ikki tóku meg so seriøst, men í
dag haldi eg, at tað er sligið fast við 12-tumma seymi, at eg
eigi plássið í málinum.
Mynd: Álvur Haraldsen
23