hósdagur 5. februar 2009síða 25
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
bóka
ummælið
mortan@hamrabyrgi.com
25
Mortan í Hamrabyrgi
umrøður nýggjar bøkur
um mat og drekka.
Kennir tú mun á reyðvíni og
hvítvíni? Væl at merkja við bind
fyri eyguni?
Velur tú vín av hillunum í mun
til hvussu etikettan sær út? Um
hon er snøgg og hevur gull
kant?
Hevur tú nakraantíð sitið á
matstovu og skimmað vínkort
ið ígjøgnum og er komin til ta
niðurstøðu, at slíkir tekstir ein
ans kunna lesast av mannfólki?
Kanst tú svara ja til bara ein av
hesum spurningum, er niðan
fyristandandi bók, ið júst er
útkomin frá Billesø & Baltzer,
heilt greitt ein hjálp til ”vínkul
tivering”.
Tíðirnar broytast og konufólkini
eru nú sanniliga eisini farin at
fjeppast uppií øllum hesum
spennandi við víni. Slíkt krevur
vitan.
”Hvad kvinder vil vide om vin,
men ikke tør spørge om” er
heiti á nýggjari bók frá teimum
báðum Laurie Matheson og
Nicole Seeman.
Tær taka konufólk við á ferð
inn í heimin av víni. Høvund
arnir eru kvinnur og alt er skri
vað fyri kvinnur. Tú kanst læra
hvørji vínsløg hóska til ymiskan
mat. Til familjudøgurðar, stórar
veitsludøgurðar ella kanska
til romantiskt kvøld við man
ninum.
Laurie Matheson hevur umfa
tandi vitan um vín. Hon hevur
starvast í vínvinnuni í 20 ár.
Hevur bæði undirvíst og skrivað
um vín. Nicole Seeman hevur
skrivað fleiri bøkur um mat og
vín og hevur drúgvar royndir at
formidla vitan um vín.
Sum tær báðar siga í inngangi
num: Mannfólk eru ikki fødd
við serligum kromosomi, ið
ger teir serliga vitugar um vín.
Konufólk kunna líka væl gerast
vínkennarar.
Hvad kvinder vil vide om vin,
men ikke tør spørge om, Laurie
Matheson og Nicole Seeman,
Billesø & Baltzer, 180 blaðsíðir,
heft, uml. kr. 173 í føroysku
bókabúðunum
Hvat konufólk vilja
vita um vín, men ikki
tora at spyrja um
Góð frukt
...kemur hvønn
mánadag og
fríggjadag
Góð frukt
...kemur hvønn
mánadag og
fríggjadag
Allar Jamie Oliver
pannur og grýtur
Nú - 30%
Staravegur 5 · Tórshavn · Tlf: 31 48 00 · www.skousen.fo
Gr. Kambans Gøta 13 · telefon 322525
Harukvøld
7. feb. skipar Gourmet
fyri harukvøldi og
Bourgogne kvøldi.
5 rættað menu
(2 harurættir).
www.Gourmet.fo
Nr. 25 • 05. februar 2009