hósdagur 5. februar 2009síða 26
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
upp
skriftin
mortan@hamrabyrgi.com
Kokkar, tænarir, lærlingar
og eldsálir í Føroyum
hugleiða um uppskriftir.
26
Síðan 1987 hevur franski
býurin Lyon annað hvørt ár
lagt karmar til óalmenna
heimsmeistarakappingin fyri
kokkar, sonevnda Bocuse d’Or.
Uppkallað eftir navnframa fran-
ska kokkinum, Paul Bocuse, ið
telist millum mest týdninga-
miklu kokkum í 20. øld. Harra
Bocuse, ið næsta mikudag fyllir
83 ár, er mest kendur fyri at
nútímansgera franska køkin
við sínum konsepti, Nouvelle
Cuisine, ið snýr seg um at taka
støði í tann gamla siðbundna
franska køkin, Haut Cuisine,
men at gera hann lættari og
meira tíðarhóskandi. Og so ikki
minst einans at brúka fyrstaf-
loks og feskar rávørur.
Bocuse verður ofta eisini nevn-
dur sum tann fyrsti kokkurin,
ið kom út úr køkinum og inn
í almenna rúmið við sínum
hugsjónum. Hann gjørdist fyrsti
fjølmiðla-kokkurin.
Nevnast kann, at hann gjørdi
matin til jomfrú-túrin hjá Con-
corde-flogfarinum í 1969 og
talleysar legendariskar døgurðar
hevur hann gjørt fyri forsetar í
Elysée-glæstriborgini.
Bocuse d’Or roynir at eggja nýg-
gjum ungum kokkum at royna
nýggjar slóðir innan matlistini.
Bara tað at hava luttikið í hesi
kapping telur nógv í CV’ið og
at vinna Bocuse d’Or er sum at
vinna olympiskt gull hjá ítrót-
tafólki. Støðið er ómetaliga
høgt og vanligt er at kokkar
fyrireika seg í minsta lagi eitt
ár fulla tíð. Hvønn einasta dag
verður sami rættur royndur og
snøggaður til, til alt er fullko-
mið. Slíkt kann samanberast
við venjingarnar hjá topp-ítrót-
tafólki.
Kappingin fer fram live
frammanfyri dómarum og
hundraðtals rullandi filmstólum.
Norðurlendingar hava altíð
staðið seg væl í Bocuse d’Or.
Hava vunnið fleiri ferðir. Eisini
grannatjóð okkara, Ísland hevur
gjørt vart við seg fyri nøkrum
árum síðani við einum 3. plássi.
Hvørt ár er eitt tema á skránni.
Í ár vóru serligar rávørur valdar.
Skotskt oksakjøt av Angus-
neytum, navnframa brandið
Aberdeen Angus Scotch Beef.
Síðani norskur toskur, stórar
norskar jákupsskeljar og nor-
skar rækjur. Kokkarnir hava so
5 tímar og 35 minuttir at gera
7 ymiskar rættir til 14 fólk.
Tað gjørdist so eisini ein noregs-
maður, ið vann Bocuse d’Or
2009 har 24 kokkar kappaðust.
28 ára gamli Geir Skeie frá
Fitjar í Hordalandi megnaði at
dára hvøssu dómsnevndina, ið
millum annað taldi danan Rene
Redzepi frá matstovuni Noma.
Tað ljóðar at tað serliga vóru
reinu og neyvu tónarnir í mati-
num hjá Skeie sum tiltalaði.
So kundi man hóskandi spurt
um vit í Føroyum ikki áttu
at stuðlað einum føroyskum
kokka-talenti at farið í venj-
ingar til Bocuse d’Or um nøkur
ár at seta Føroyar á altjóða
gastrnomiska pallin…
Kokkar, tænarir, lærlingar og
eldsálir í Føroyum hugleiða um
uppskriftir.
Bocuse d’Or 2009 ella
heimsmeistarakappingin
fyri kokkar
Nr. 25 • 05. februar 2009