hósdagur 5. februar 2009síða 27
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2009
27
Á hesum síðum bera vit tíðindi um merkisdagar, so sum
rundar føðingardagar, brúdleypsdagar, starvssetanir o.t.
nøvn
SAMBAND
MAgNuS guNNArSSoN
MAggi@SoSiAluriN.fo
tlf 341800 fAx 341801
Eg má byrja við orðunum,
sum pápi tín yrkti:
Frá fyrstu stund, tú ljósið sá,
tú birti ljós í lon;
í eygum tínum lýsti tá
ein Himmalglæma von.
Mín elskaði sonur! Eg
helt, at hjarta mítt steðgaði,
tá eg fekk boðini um, at
lívið var farið úr tær. Tú
var jú mítt elskaða barn:
vakur, skilagóður, arbeiðs
samur og álítandi. Tú var
júst farin undir lívið við
tíni elskaðu Beintu, sum
vit øll vóru so glað fyri og
góð við. Tú var abbasa
drongur
burturav,
og
Beinta og tú høvdu gjørt
tykkum heim í húsunum
hjá ommuni og abbanum á Argjum.
Tankarnir eru nógvir: Hevði eg havt kunnað steðga
tær hin dagin, tá tú fór til Sands. Hevði eg havt tað, men
»hvør veit á morgni at siga, hvat hann á kvøldi gistir«.
Tú fór, óhappi hendi og tú læt lív, bert 19 mánaðir aftan
á, at pápi tín lat lív av herviligari sjúku, bert 57 ára
gamal. »Hørð eru lívsins kor«.
Seinastu tíðina av lívin
um var tú sera hugtikin og
spældi á gittar sangin:
»Stairway
to
heaven«
(Himmalvegurin). »Hetta
er ein fínur og góður
sangur, sum eg eri komin
at duga«, segði tú sjálvur.
At tú so skjótt skuldi
ganga himmalvegin, vardi
ongan. Men nú er tú heima
í himmalinum, saman við
pápa tínum, sum eisini
elskaði teg so nógv. Tit líkt
ust av lyndi: friðsamir, toln
ir og góðir. Eg biði Jesus
halda tykkum í sínum
favni, saman við abba,
tveimum pápabeiggjum og
fastir.
Eg fari eisini at enda við
orðunum hjá pápa tínum:
Kring um Harrans høga tignarstól
flúgva fagrar einglafjøldir fegnar
- frítt er har, og aldrin setur sól -
tæna har sum Harrans trúgvu tegnar.
Mamman
Til minnis um Kristin Bærentsen
19. apríl 1981 - 14. sept. 2008
Tøkk
Øllum tykkum, sum luttóku í okkara stóru sorg, tá
vit mistu okkara høgt elskaða son, beiggja, drong,
verson, svág, ommu- og abbason og systir-
og bróðirson
Kristin Bærentsen
ættaður úr Skopun
búsitandi á Argjum
Ein tøkk til tykkum, sum komu á vanlukkustaðið og
gjørdu tykkara besta fyri at bjarga honum.
Takk til øll, sum tóku sær av okkum ta fyrstu
sváru tíðina.
Takk til tey, sum vóru í Kapellinum, og til prestarnar
Ann Dahl Hansen og Jákup Reinert Hansen.
Stóra tøkk til arbeiðsplássið hjá Kristin, Faroe Ship,
sum skipaðu fyri flutningi suður í teirra egna bili.
Fyri blómur til Kristin og gávur til okkum.
Takk fyri, at tit vóru so góð við Kristin.
Takk fyri køkur, blómur, kransar, peningagávur til
okkara og til Skopunar kirkju.
Takk til tykkum, sum hava skrivað góð orð um
Kristin, og takk til tykkum, sum skipaðu fyri
jarðarferðini: sangarar, berarar, organistin og
ljóðmannin.
Takk til tann stóra, stóra skara, sum fylgdi honum til
hansara seinasta hvíldarstað.
Takk til allar hendur, sum skipaðu fyri ervinum í
Ungmannahúsinum Samljóð.
Familjunnar vegna
Mamman
beiggjarnir og Beinta
Tað er gott, at vit enn í dag eiga góð fólk, sum
hjálpa tí neyðstadda: Harrin signi tykkum øll.
»Tann, sum lívgar onnur, skal sjálvur vera lívgaður«
Urnan við
Ian Onghamar
fer úr kirkjugarðskapellinum
leygardagin klokkan 13.00.
Familjunnar vegna
Eyðna og Lilian
Tøkk
Hjartans tøkk fyri sýnda samkenslu, tá okkara kæra
Rigmor Thomsen
Norðragøtu
andaðist og varð jarðað.
Familjan
Dagurin
5. februar. Ata, deyð
umleið ár 250. Henda
vakra unga gentan í
Cataniu á Sikiloy vildi
ikki lovast heidnum
fríggjara, av tí hon var
kristin, og varð eftir
ræðuligar pínslur tikin av
døgum. Navnið er grikst
og merkir tann góða.
(Axel Tórgarð: Dagar og nøvn í
álmanakkanum)
85 ára føðingardagur
Sunnudagin 8. februar
verður Símun Pauli
Poulsen, Fuglafirði, 85
ár. Dagurin verður hildin
saman við børnunum
Silvurbrúdleyp
11. februar hava Jórun
& Trøndur Ennistíg
silvurbrúdleyp. Dagurin
verður hildin heima,
Niðaragøta 54, 188
Hoyvík, frá kl. 18.00.
Í døgunum 9. til 20. mars
verður skipað fyri ferðaleið
araskeiði á Føroya Fólka
háskúla. Skeiðið er skipað
sum fyrireiking til ferðaleið
araskúlan “Service & Co” í
Spania.
Undirvísarar frá “Guide
skolen Service & Co. Eru
Súsanna Gunnarsson og
Uffe Helsing Andersen.
Súsanna Gunnarsson er
føroysk. Hon flutti til Norra
í 1994 og hevur sjálv tikið
útbúgving hjá Service & í
Spania og hevur arbeitt sum
ferðaleiðari í fleiri ár. Uffe
Helsing Andersen er kendur
við
føroysk
viðurskifti.
Hann var ferðaleiðari ferða
vinnusesongina í Føroyum
í 2003 og hevur hildið fyri
lestrar um ferðavinnuskúlan
í Spania.
Undirvíst
verður
um
ferðavinnuna í Føroyum,
kunningartænastu, sølu og
tænastuveiting, eisini verð
ur norðurlendsk málvenjing,
mikrofonvenjing, undirhald
og um hvussu tað er at vera
útstationeraður sum ferða
leiðari.
Skeiðið kostar 7.000 krón
ur (vistarhald er íroknað).
Tilmeldingarfreistin er sett
til 19. februar. Áhuga kunnu
venda sær til Føroya Fólka
háskúla á tel. 311743 ella
teldupost:
haskulin@
haskulin.fo
Ferðaleiðaraskeið í mars
Súsanna Gunnarsson frá ferðavinnuskúlanum Service & Co.
(uttast til høgru á myndin)