Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-05, síða 28
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2009síða 28

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

28 Nr. 25 - 5. februar 2009 Enn einaferð roynir Høgni Hoydal at stigmatisera onnur og gera seg til talsmann fyri tí góða og reina. Hesaferð er tað tað partvís Javnaðarflokkurin, sum eftir hansara høvdi spælir dupultspæl í uttanríkispolitikkinum. Millum linjurnar í tíð­ indaskrivi í dag roynir hann at geva Javnaðar­ flokkinum ábyrgdina av ræðuleikunum í Irak. Linjan hjá Javnaðar­ flokkinum hevur verið greið og dupultspælið eigur Høgni Hoydal. Eg skilji ikki, at hann ikki yppir øksl at sær sjálvum Tað var á fundi í uttanlands­ nevnd løgtingsins tann 3. oktober 2002, at Javnaðar­ flokkurin sum tann einasti flokkurin á løgtingi noktaði fyri, at USA í stríð við viljan hjá ST skuldi brúka føroyskt loftrúm í sambandi við náði­ leyst álop á Irak. Fundurin í uttanlands­ nevndini var tann fjórði í røðini fyri tingsetuna 2002. Júst hesin fundurin var kom­ in í lag í sambandi við, at táverandi løgmaður, Anfinn Kallsberg, hevði heitt á uttanlandsnevndina, um at siga sína hugsan til umbøn frá amerikanska hervaldi­ num, um at fáa loyvi at brúka føroyskt loftrúm í hernaðar­ ligu atgerðunum ímóti Irak. Fundurin vardi frá kl. 09.05 til klokkan 10.15. Longu tá fundurin byrjaði var greitt, at Javnaðarflokkurin var einasti flokkur, ið fór at mótmæla nýtslu av føroyskum loftrúmi til slíkt endamál. Andrias Petersen, sum umboðaði Javnaðarflokkin, førdi soljóðandi í gerða­ bókina: “Ein minniluti, Andrias Petersen, tekur ikki undir við, at loyvið hjá amerikanskum stríðsflog­ førum verður givið treyta­ leyst, men mælir til, at málið um álop á Irak fyrst skal roynast í ST høpi”. Høgni sat við endan Formaður í uttanlands­ nevndini um hetta mundið var Hergeir Nielsen um­ boðandi Tjóðveldisflokkin. Formaður í Tjóðveldisflokk­ inum var Høgni Hoydal. Vara­ løgmaður um hetta mundið var Høgni Hoydal og lands­ stýrismaður fyri suveræniteti, lógarmálum og rættartrygd­ ini hjá tí einstaka um hetta mundið var Høgni Hoydal. Støðan hjá Hergeiri Nielsen og harvið Tjóðveldisflokk­ inum til álvarsmálið var ongin. Fólkafloks­ løgmað­ urin í samgongu við Tjóð­ veldisflokkin og Miðflokkin mælti til at geva loyvi uttan treytir, og hesum setti Tjóð­ veldisflokkurin seg ikki ímóti. Hergeir Nielsen førdi í gerða­ bókina, at hann helt seg ikki kunna taka støðu til málið, meðan Fólkaflokkurin, Sam­ bandsflokkurin og Mið­ flokkurin tóku undir við, at USA slapp at nýta føroyskt loftrúm sum teir vildu til hernaðarligar atgerðir. Hetta hendi í teimum døgum, tá Høgni Hoydal hevði ábyrgdina av suve­ ræniteti og rættartrygd... John heldur fast við støðuna Støðan hjá Andriasi Petersen í 2002 var ein greið støða. Javnaðarflokkurin virðir endamálið við ST og vil ikki hjálpa ávísum londum at traðka onnur lond ella fólka­ sløg undir fótum. Júst hesa somu støðuna havi eg hildið fast við í mínum virki í uttan­ landsnevndini síðani 2004. Tí havi eg tvær ferðir formliga gjørt púra greitt, at Føroyar eiga at boða frá, at vit ikki góðtaka, at føroyskt loftrúm verður nýtt til ólóg­ ligan flutning av fangum. Somuleiðis havi eg mælt til, at løgmaður tekur stig til at fáa kannað, um ólógligur flutningur av fangum fer fram í føroyskum loftrúmi. Eg havi ikki, eins og Tjóð­ veldisflokkurin gjørdi í 2006, 2007, 2008 og aftur nú, mælt til fullkomiliga at sýta fyri, at nakað amerikanskt hernaðar­ flogfar fær loyvi at flúgva yvir Føroyum. Tí hetta er at gera seg inn á ST­samtyktina um endurbygging av Irak og inn á ST­samtyktirnar um felags stríð ímóti yvirgangi. So mikið stór er mín virðing fyri ST, at eg heldur ongar ætlanir havi, um at fara at seta meg upp ímóti ST­samtyktum í framtíðini. Í sambandi við umbønina um yvirflúgving í ár hava vit í Javnaðarflokkinum ikki mót­ mælt ólógligum fangaflutningi í føroyskum loftrúmi. Hetta kemst av, at áðrenn uttanlands­ nevndin skuldi taka støðu, hevði Obama gjørt av at steingja Guantanamo leguna, og tí er grundarlagið undir fangaflutninginum burtur. Ypp nú øksl Nú havi eg í øllum førum gjørt eina smædna roynd at siga Høgna Hoydal frá um før­ oyska leiklutin í hesum máli. Vónandi er hann so mikið at sær komin, at skjalprógvini fáa hann at yppa øksl at sær sjálvum og síggja sín egna dupultmoral í hesum máli. Tað ber ikki til at liva í ævigum handatvátti. Høgni og óendaligur handatváttur Form. í uttanlandsnevndini John Johannessen Skerjingarnar innan útbúgving vísa nógvum fólki av landinum. Men koma tey aftur at ferðast, fáa tey einar nýggjar Føroyar at síggja! Føroyar verða í ár riknar við umleið eini hálvari milliard í undirskoti. Men við ABC­samgongun hevur skútan fingið góðar yvirmenn. Og við Kaj Leo Johannesen hevur hon fingið ein skipara, sum ikki letur seg taka av fótum fyri tað, um stormurin ýlur og brotini bróta. Vit hava øll hoyrt hansara eggjandi, gløggu og víð­ skygdu røður, sum ganga Obamasa retorikki ein skarpan gang. Vit skulu ikki falla í fátt! rópar Kaj Leo um stýrhúsrút. Vit skulu fokusera upp á møguleikarnar! Og tað eru ikki bara tóm orð hjá Kaj Leo og hansara manning. Orðini eru vorðin lóg. Fíggjarlóg. Og tey siga, at vit skulu stoypa og bora! Vit skulu komandi árini gera tunlar og vegir fyri eina komma sjey milliard! Um­ framt skúladepil við Marknaðgil! Umframt ábøtur á landssjúkrahúsið! Yes! Vit seta fulla ferð á motorin! Vit gera vegir til lands­ kassin er tómur. Og tá hann er tómur, mugu vit bara vóna, at vit kunnu læna til fleiri vegir. Burtur við fjasi Men sjálvandi – í slíkum vandatíðum er ikki rúm fyri øllum. Tað má skiljast millum tað, sum er neyðugt, og tað, sum er fjas. Eldri fólk kunnu sjálvandi ikki sita og rópa um ókeypis heilivág. Burtur við tí. Einkjur og einkjubørn kunnu ikki krevja stuðul. Burtur við teirra túsund­ krónuseðli. Hægri útbúgving og gransking kunnu ikki menn­ ast. Og tað ger heldur einki. Fyri tað fyrsta er slíkt bara fyri akademikarar í Havn. Og fyri tað næsta kunnu hesi bara fara til Danmarkar at pilkast við sítt fjas. Vit hava sjálvandi heldur ikki ráð til at menna fólka­ skúlan. Men børnini skulu nokk læra at lesa fyri tað. Vit mugu eisini skerja Vinnuháskúlan. Men tey ungu fólk sum ikki sleppa inn har, líða heldur onga neyð. Eisini tey kunnu fara til Danmarkar at læra. Øll hesi mugu hava í huga, at tað er fíggjarkreppa. Og tey mugu skilja, at vit skulu hava vegir og tunlar fyri eina komma sjey milliard. Tey, sum nú fara til Dan­ markar at læra, eru sjálvsagt vælkomin aftur at ferðast. Og tá fara tey at skilja, at Kaj Leo og hansara fólk høvdu rætt. Tí tá fáa tey einar nýggjar og stórslignar Føroyar at síggja. Einar Før­ oyar við nýggjum vegum fyri eina komma sjey milliard. Kaj Leo rópar um stýrhúsrút sJúrður skaale Ávaraðu tingmenn í ram­ asta álvara, nú uppskotið hjá Tjóðveldi um dupultan útbúgvingarstuðul til stakar uppihaldara var til 1. viðgerð á tingi í vikuni Sjálvt uppskotið Uppskotið snýr seg um, at stakir uppihaldarar skulu fáa dupultan útbúvingarstuðul, meðan teir eru undir útbúg­ ving. Vit vita, at fleiri teirra noyðast at velja útbúgving frá, tí tað er ov trupult at fáa endarnar at røkka saman, sum skipanin er í dag. Eiheld­ ur hava vit lestraríbúðir, sum givið hevði bøtt um støðuna. Havi áður skrivað um uppskotið, og eg gleddist veruliga undir viðgerðini, tí helmingurin av tingfólkunum hildu, at ábøtur vóru neyð­ ugar, og vildu fremja muna­ góð átøk í verki.. Konservatismuhvøkkurin Fái sum frammaná hvørja ferð eg hoyri tingmenn bera fram – í ramasta álvara enntá ­ at ansast má eftir, tí slík uppskot kunnu føra við sær at familjur fara í upploysn. Kennir tú nakað par, sum hevði farið hvør til sítt, tí at nú var gjørligt at fáa smáar 3800 kr mánaðarliga eyka undir útbúgving? Haldi, at slíkur hugburður ber boð um at lítið álit á foreldrum. Kriminell? So er tað hitt argumentið sum eisini altíð verður nýtt, tá vit tosa um stakar uppihaldarir: “Spurningurin er um uppskotið er so gott. Tí kanska fólk fara at snýta. Fáa sær dupultan útbúgving­ arstuðul, hóast tey í veruleik­ anum ikki eru støk.” Skelk­ andi ha? Hvussu ber tað til, at slíkar grundgevingar bert verða nýttar, tá talan er um stakar uppihaldarar? Vit hava SO nógvar ymiskar stuðuls­ skipanir – stuðulsskipanir sum onkur helst hevur gjørt sær dælt av. Tað løgna er bert, at eg ongantíð havi hoyrt hendan ivan sáddan um nakr­ an annan málbólk. Hvussu ber tað til? Kynspolitiskt mál? Eisini helt onkur uppskotið vera kynspolitiskt. Well, um so var, at helvtin av teim 33 tingfólkunum vóru kvinnur, mundi javnstøðulógin so ikki verið samtykt nakað væl fyrr enn 1994? Mundu korini hjá støku uppihaldarunum (sum oftast er kvinnur) ikki verið nakað væl betri enn í dag? Mundi fíggjarlógin og harvið eisini raðfestingarnar sæð væl øðrvísi út enn í dag? Men sjálvandi er bert gott, um tað er sjónligt at fleiri kvinnur eru á tingi. Men vit eru tíverri bert 5 av 33. Konstruktivt kjak Helt annars kjakið vera kveikjandi – flestu fram­ søgufólk og viðmerkjarar vóru positiv og samd um, at ábøtur vóru neyðugar. Lands­ stýriskvinnan í mentamálum ásannaði eisini, at hesin málbólkur skuldi raðfestast og hon vildi gera sítt til at fremja ábøtur. Hetta fegnast vit sjálvandi um í Tjóðveldi. »Familjurnar fara í upploysn!« Løgtingskvinna Bergtóra høgnadóttir Joensen Eiga sandoyingar at hava eina grundaða vón um undir­ sjóvartunnil, spyr Páll á Reynatúgvu undirritaðu í bløðunum. Svarið er ja. Sandoyingar – og øll onnur, sum taka undir við einum undirsjóvartunli til Sandoynna – hava fingið greið lyfti um tunnilin, og er teirra vón tí grundað. Men, um tey kunnu vænta at nakað hendir undir ABC­ samgonguni, er meira enn ivasamt – hóast fagurt lyfti í samgonguskjalinum um at byrja at bora tunnilin í hesum valskeiðinum. Enn hevur samgongan ikki boðað frá, hvør veruliga ætlanin er við tunlinum, men tey flestu okkara hava ta fatan, at hann er lagdur á ís. Páll á Reynatúgvu var sjálvur við til at gera eina semju millum CHE­flokk­ arnar um ein leist fyri Sand­ oyartunnilin. Higartil einasta realistiska ætlan fyri hendan undirsjóvartunnil, sum hevur sæð dagsins ljós. Tíverri tók hin táverandi sandoyartingmaðurin ikki undir við semjuni. Í staðin gjørdi hann eitt øgiligt rumbul, meldaði seg úr CHE­samgonguni og mundi gera sítt til at forkoma bæði samgongu og ætlanini fyri tunlinum. Síðani hevur eing­ in ítøkilig og realistisk ætlan verið um Sandoyartunnilin. Rætta adressan fyri spurn­ ingin um, hvørt sandoyingar eiga at hava eina grundaða vón um undirsjóvartunnil er landsstýriskvinnan í sam­ ferðslumálum. Landsstýrið skyldar bæði sandoyingum og okkum øllum eitt greitt svar: Hvør er ætlanin við Sandoyartunlinum? Grundað vón um Sandoyartunnil? løgtingskvinna BJørt samuelsen viðmerkingar