hósdagur 5. februar 2009síða 29
‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Nr. 25 - 5. februar 2009
29
Prestarnir í Føroyum, og
eisini í Havn, hava verið
sera ymiskir. Fleiri hava
skarað framúr á ymiskum
økjum. Ein av hesum var
Rasmus Jørgen Winther.
Ein av teimum vánaligu
prestunum í Havn man hava
verið
Poul
Johansen
Weyhe, sum varð settur
sóknarprestur í 1770. Men
hann drakk illa, varð lagdur
undir ótukt og misrøkti
annars starvið. Hann varð
settur frá eftir sakarmál og
stríð í 8 ár.
Tá var tað, at Rasmus
Jørgen Winther varð settur
sum prestur at fáa skil á
presta- og skúlaviðurskift-
unum í Havn.
Tað var Niels Ryberg,
handilsmaður, sum tók stig
til at fáa Winther til Føroya.
Hann vildi lata honum 75
ríkisdálarar árliga fyri at
fáa skil á skúlan eisini.
Tá ið nýggi presturin
yvir fyri Ryberg hevði stað-
fest, hvussu illa barnaskúlin
riggaði, sendu teir i nov-
ember 1782 umsókn til
Rentukamarið
um
at
stovnseta
almúguskúla
óheftan av Latínskúlanum.
Skúlagongd var aftur í
1783, og tá gingu fleiri enn
60 næmingar í almúgu-
skúlanum.
Tørvur á nýggjum
kirkjugarði
Virksemið
hjá
Winther
innan kirkjuna kom eisini
at vera slóðbrótandi. Tann
19. september 1781 gjørdi
prestur vart við, at kirkju-
garðurin var alt ov lítil at
halda
lógarkrøvini
fyri
kirkjugarðar. Sambært hon-
um hevði kirkjugarðurin úti
á Reyni ikki rúm fyri fleiri
enn 80 gravum.
Hetta var ikki tí, at før-
oyingar gjørdu so nógv
burtur úr jarðarferðum. Til
dømis vóru kisturnar rættu-
liga lítlar. So sjálvt um tað
hevði borið til at seta kistu
móti kistu og venda høvur
móti fótum, hevði ikki bor-
ið til at jarða fleiri enn 187
lík í kirkjugarðinum. Eitt
miðalár kundi ein vænta 30
lík at skula verða jarðað.
Hetta merkti, at kirkjugarð
urin skuldi fyllast sætta
hvørt ár.
Tá ið Rasmus Jørgen
Winther kom í starv í
september 1780 vóru eingi
prestahús tøk. Í 1782 býr
hann tískil úti í Sandagerði,
sum havnaprestar høvdu
fingið lagt afturat sínum
embæti í 1656. Teir høvdu
tó ongantíð áður búð har úti
men høvdu havt uppsitara.
Sambært húsaskráseting-
ini frá 1784 býr Winther
prestur tá Heimi í Gong,
helst í Nólsoyarstovu.
Í 1788/89 vóru húsini í
Sandagerði liðugt umvæld.
Tá flutti havnarprestur út
har at búgva, og har búði
hann til 1946. Veruliga býr
hann har enn. Fyri nøkrum
árum síðani gjørdist Sanda-
gerð aftur prestabústaður.
Søgur siga, at Winther lat
ein
íbygdan
stein
í
Sandagerði spreingja. Hann
var ávaraður móti hesum, tí
tá skuldi hann doyggja stutt
eftir. Sagt verður, at hann
eisini doyði í 1799 av einum
ringum krími eftir eini
embætisferð til Kirkjubø.
Hann gjørdist bert 49 ár.
Nýggj kirkja og
nýggjur kirkjugarður
Í 1780 fór Winther beinan-
vegin undir at bøta um teir
karmar, kirkjan var skipað
í. Um tað mundi hann tekur
við prestastarvinum, var
Havnin vaksin upp í fleiri
enn 600 menniskju og
fólkatalið
var
ferfaldað
síðan kirkjan frá 1609 var
bygd. Nú vóru bæði kirkju-
garður og kirkja vorðin alt
ov lítil.
Longu Kristi Himmal-
ferðardag í 1782 varð nýggi
kirkjugarður á Svínaryggi
vígdur. Tað var tá ein ný-
hugsan at leggja kirkjugarð
burtur frá kirkjuni. Sam-
stundis sum farið varð at
laða
kirkjugarð,
vórðu
fyrireikingar gjørdar til at
byggja eina nýggja kirkju.
Hetta var ikki løtuverk og
var eisini kostnaðarmikið.
Fyrireikingarnar
vardu
fleiri ár, áðrenn farast kundi
at byggja. Serliga skuldi
væl av peningi fáast til
vega. Tað hjálpti væl til, at
fleiri
ríkir
havnarmenn
góvu gávur í hesum sam-
bandi, og í 1782 átti kirkjan
574 gyllin tøkar.
Tá ið kirkjan varð vígd 3.
sunnudag í advent, 14.
desember 1788, var nógv
gjørt burturúr.
Havnardrongurin Johan
Hendrik,
sum
tá
var
næmingur í Latínskúlanum,
hevur skrivað frásøgn frá
vígsluni.
Eftir
stutta
gudstænastu í gomlu kirkju
á Reyni var gingið syngjandi
í skrúgongu niðan í nýggju
kirkjuna, sum so varð vígd
av Andreas Djurhuus prósti.
At
gera
dagin
enn
hátíðarligari høvdu bæði
kirkjuligir
og
verðsligir
myndugleikar heitt á Born
kaptein at lata skansan
skjóta nøkur skot, meðan
hátíðarhaldið var. Av tí at,
tær
stóru
18
pund
kanónirnar nýttu so nógv
krút, gjørdi Born av at
skjóta 9 skot við 6 punds
kanónunum,
meðan
gudstænastan var.
Nú áttu havnarfólk eisini
nógv ta størstu kirkjuna í
Føroyum.
Hon
var
23
metrar long og 9 metrar
breið, máld innan. Kirkjan
var í 1865 longd við 3½
alin afturat. Fleiri hundrað
fólk fingu sitið í kirkjuni.
Hon var bygd beint norðan
fyri býaramarkið frá 1714
við Bryggjubakka.
Hetta var av sonnum ein
stásilig kirkja, ið havnarfólk
høvdu bygt sær. Born
skrivar í 1789, at kirkjan
var úr timbri, og at hon var
ivaleyst ein av teimum
vakrastu kirkjunum á 62.
breiddarstigi.
Sama ár skrivaði James
Wright, ið var við á Stan-
leyferðini í síni dagbók:
“Ein vakur morgun. Eg
fór við harra Stanley og
hinum monnunum í land kl.
2,00 at síggja barnadóp,
men vit vóru so pjakutir, at
hátíðarhaldið var liðugt,
áðrenn vit komu í kirkjuna,
men vit sóu ein stóran part
av gudstænastuni kortini.
Ljósini á altarinum vóru
tendrað, og presturin var
stásiliga ílatin. Allir gubb-
arnir og gummurnar góvu
eina krónu til prestin, nakað
til klokkaran og deknin o.
s.fr.
Aftaná, at alt var liðugt
vóru vit verandi eftir fyri at
síggja kirkjuna, sum er
ógvuliga vøkur. Hon er
heilt nýggj og bygd úr viði
og takt við skifur úr
Skotlandi.”
Vildi ikki jarðast
í kirkjuni
Winther var helst fyrsti
prestur i Suðurstreymoy,
sum er deyður í starvinum,
og sum ikki var jarðaður í
sjálvari
kirkjuni.
Hann
ynskti sjálvur at verða
jarðaður í kirkjugarðinum,
sum hann var upphavið til.
Grøvin hjá honum er vist
tann næstelsta grøvin í
gamla
kirkjugarði,
sum
kann staðfestast við stórum
steini, sum liggur oman á
grøvina. Elsti gravsteinurin
er hjá Eleonore Quilling,
deyð í 1788.
Tað kundi kanska verið
ein uppgava hjá kirkjuni at
heiðra minnið um Winther
við at seta upprunaligu
áskriftina aftur á steinin.
Kelda: Havnar Søga II
Rasmus Jørgen Winther:
Vildi jarðast í »sínum« kirkjugarði
Presturin Rasmus Jørgen Winther kundi verðið jarðaður í Havnar Kirkju, sum hann var stigtakari til.
Men hann vildi heldur jarðast í kirkjugarðinum undir Svínaryggi, sum hann eisini var upprunin til
Óli Jacobsen
olij@sosialurin.fo
Næstu ferð
Í komandi parti verður
greitt frá einum heilt
serligum persóni,
nevnuliga gamla
sýslumanninum H. C.
Müller. Greitt verður
millum annað frá
hansara Fuglabók, sum
varð prentað í 1863
RASMUS JØRGEN
WINTHER
F. 21. oktober 1749
D. 27. mai 1799
Tað sæst eingin áskrift á
steinum í dag. Men samb.
Havnar Søgu var innhøgd
opin bók við innskriftini
“Salige er de reene af hjærtet.”
Gamli kirkjugarður í Havn er fremsti minnisvarði um fólkið í
Havn. Hendan greinin er um stigtakaran til kirkjugarðin
Tekning sum Rasmus Jørgen Winther gjørdi av kirkjugarðinum
við kirkjuna úti á Reyni. C á kortinum fekk Winther lagt
afturat upprunaliga kirkjugarðinum, men hetta munaði ov lítið
Tekning av Havnar kirkju, teknað av Jóhan Poulsen, pápa
Ludvig Poulsen, báðir kendir blikksmiðir í Havn
Prestagarðurin í Sandagerði, har Winther búði eitt skifti og fekk
umvælt til prestabústað