Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-05, síða 35
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2009síða 35

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 25 - 5. februar 2009 35 almannastovan@almannastovan.fo www.almannastovan.fo ............. K R E A verður nógv við aðrar leiðarar og stovnar. Tú verður partur av einum stovni, sum alla tíðina má tillaga seg broytingar í samfelagnum og taka við avbjóðingum, sum liggja í tíðini og framtíðini. Vit sóknast eftir einum persóni, sum hevur útbúgving sum sosialráðgevi, ella sum hevur aðra samfelagsliga út- búgving frá hægri lærustovni. Starvið er sett og lønt sambært sátt- mála millum Fíggjarmálaráðið og av- varðandi yrkisfelag. Fleiri upplýsingar fáast við at venda sær til Petru Johnsdóttir Joensen, stjóra á telefon 215480. Skrivlig umsókn skal vera Almanna- stovuni í hendi í seinasta lagi 19. februar 2009, kl. 12.00. Vinarliga merkið brævbjálvan ”Leiðari til Økisdeildina í Streymoy”. Umsóknin skal sendast til Almannastovuna, Smyrilsvegur 20, Postboks 3096, 110 Tórshavn. Almannastovan virkar miðvíst fyri at lúka krøvini frá politiska myndugleikanum og viðskiftafólkunum. Dentur verður lagdur á høgt tænastustøði, rættartrygd og virðing fyri einstakling- inum. Virkað verður fyri áhaldandi at menna førleikan, trivn- aðin og samstarvið á stovninum. Økisdeildin í Streymoy er portrið til Almannastovuna hjá brúkarum á Streymoynni, í Vágunum, á Sandoynni og smáu oyggjunum í miðøkinum. Uppgávan hjá økisdeildini er at veita sosiala ráðgeving og vegleiðing til einstaklingar. Upplýsa um rættindi, skyldur og hjálparmøguleikar sambært almannalóggávuna. Viðgera umsóknir um veitingar og hjálparfyriskipanir og umsita veitingar sambært forsorgarlógini og tørvstreytaðar veitingar sambært pensjónslógini, og annars móttaka og veita møguligan stuðul í sambandi við umsókn um aðrar almannaveitingar, sum deildin ikki sjálv umsitur. Av tí at okkara deildarleiðari á Økis- deildini í Streymoy er farin í annað starv, søkja vit eftir einum deildar- leiðara. Leiðarin hevur ábyrgd av leiðslu, ráð- legging og samskipan av økisdeildini. Leiðarin hevur ábyrgd av, at deildin er í støðugari menning, bæði hvat viðvíkur starvsfólkum og samskiftinum við brúk- arar. Starvið hevur fjølbroyttar avbjóðingar bæði innan umsiting av almannalóg- gávu og dagligari leiðslu av eini deild við 12 starvsfólkum. Deildin er í støð- ugari broyting og menning, og tískil hava umsøkjarar við leiðsluroyndum ein fyrimun. Okkara ynski er, at tú hevur evni og áræði at seta í verk fyriskipanir. Somuleiðis, at tú evnar at eggja og menna starvsfólk. Herumframt, at tú hevur góð samstarvsevni, góð evni at orða teg skrivliga sum munnliga og kunnleika til KT. Í starvinum sum leiðari verður tú partur av einum fjølbroyttum og livandi tvør- fakligum umhvørvi, har samstarvað ALMANNASTOVAN SØKIR DEILDARLEIÐARA TIL ØKISDEILDINA Í STREYMOY w w w. s u m m a r f e s t i v a l u r. f o Klaksvík 6. - 8. august Har tú og eg og øll Hini Hittast Mynd: Bárður Eklund Keyp atgongumerki í seinasta lagi 5. februar og spar nógvar pengar 2009 Summarfestivalurin Spar 40%