Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-05, síða 36
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 5. februar 2009síða 36

‹ fyrra síða allar 40 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

36 Hundraðtals konsert­ irnar, fjeppararnir og góðu søgurnar mana Amandu Rheaume til lívs á tónleika­ pallinum. Amanda Rheaume er í løtuni við miklari ferð í gongd við at hála seg fram til millum fremstu uppkomandi kvinnu­ ligu tónlistarfólkini í Kanada Seinastu trý árini hava fjølmiðlar um alt Kanada givið henni góð ummæli, har hon hevur hitað upp fyri nøvn sum til dømis The White Stripes, Ani DiFranco, The Trews, Sloan, Jeff Martin (The Tea Party) Í 2007 spældi hon fleiri enn 170 konsertir í Kanada og USA og í mai í fjør vann Amanda 40.000 dollarar í talentkappingini ”Ottawa Big Money Shot”. Nú stendur G! Festival á skránni. Tónlistaliga spennir tón­ leikurin víða. Alt frá poppi, rokki og funki og heilt út til dansivinarligan tónleik. Farna árið hevur hon arbeitt saman við sangskrivarum so sum Chantal Kreviazuk, Brian Bryne, Jeff Pearse, Lynn Miles og fleiri. Í oktober í fjør var hon á konsertferðini Babes for Breasts, har Ana Miura, NLX: Ntasha Alexandra, Emely Fennel og aðrar framførdu. Tær spældu 20 konsertir í 26 dagar til frama fyri kanningum ímóti krabbameini í bróstunum. ­ Amanda Rheaume kennir væl til Føroyar og hevur fyrr verið í samband við fyriskipar­ arnar um at sleppa hendaveg at framføra, sigur Jón Tyril við Planet. Her er yvirlit yvir útgávurnar, sum Amandu Rheaume hevur latið úr hondum higartil: Mjómandi ketturnar úr Noregi, Katzenjammer, verða ímillum tey, ið trína á G! pallin í summar Sprøklutu kvinnurnar eru kendar fyri at framføra við einari ørgrynnu av ymiskum ljóðførum, umframt at leggja stóra orku í teirra live framførslur, og at veruliga levera “Showið” Katzenjammer góvu fyrstu fløgu sína út í fjør við heitinum “Le Pop”. “A Bar in Amsterdam” eitur eitt av nógv spældu løgunum hjá bólkinum. Genturnar hava spælt saman seinastu trý árini, men eru veruliga á veg fram nú hesar seinastu mánaðirnar. Tær spældu í januar á Eurosonic í Hollandi. Nú leygarkvøldið spæla tær á Svalbard, og um eina viku hita tær upp fyri Keane í O2 Arena í London. Katzenjammer eru fýra ungar norskar kvinnur, sum ljóða sum tær hava somu sigoynaravinir og ganga í somu antikvariat­ tónleikahandlar sum Kaizers Orchestra. Sum ein norskur ummælari sigur tað: “Yngru systrarnar hjá Tom Waits eru her, við sínum whisky­við­ hunangi­røddum, pumpuorgli og allari sjarmuni, sum Kaizers Orchestra í grundini aldrin høvdu”. Katzenjammer hava í øllum førum tvey ting í felag við landsmenninar í Kaizers. Alsk til eysturevropeiskan tónleik og evnini at fylla pallin út. Tær hava nógv ljóðføri, tær leggja nógva orku í at levera showið, og tær skiftast um at vera frontfigurur og sangarinna. ­Hvat spæla gentur, tá tær eru einsamallar? Tær spæla trompet, harmoniku og trummur! Og eini 27 onnur ljóðføri, tá talan er um Katzenjammer­genturnar Anne Marit, Marianne, Turid og Solveig. Men ikki fara og vænta fýra nørdar, sum gera seg upp við langdrignum solospæli upp á eina endaleysa røð av instrumentum! Vænta gentur í litføgrum summarkjólum, vænta ein balaleika­bass við hundaandliti, fjas og flirt, og fram um alt – vænta spæligleði og stuttleika, sigur Jón Tyril við Planet -YMZPM >TQMaYQ r 3 7M`fQZVMYYQ^ r 3 G! avdúkingin heldur fram, og eitt av dagsins nøvnum er svenski bólkurin Familjen Familjen er millum nýggjastu og bestu skotini á norðurlendska bulinum av framúr góðum elektroniskum bólkum og einstaklingum hesi seinastu árini. Hugsa bara um nøvn sum Royksopp, The Knife, Trentemøller og onnur. Tó vilja ummælarar og kritikarir vera við, at fjøldin ongantíð hevur hoppað so høgt, skrálað so hart, ella sveiggjað so inniliga á dansigólvinum, sum til løg sum “Kom, Säger Dom” og “Det Snurrar i Min Skalle” hjá framstormandi Familjen. ­Tað er okkum ein sannur heiður at bjóða eitt av allarbestu electronisku nøvnunum í norðurlondum júst nú, sigur Jón Tyril. Familjen er soloverkætlanin hjá svenska Johan T. Karlsson, ið sjálvur skrivar tekst og tónleik, spælir øll ljóðføri, syngur og framleiðir. Tað er norska plátufelagið Tellé, ið eisini hevur millum annað Royksopp, sum gevur Familjen út. Í fjør vann Familjen svensku Grammy virðislønina fyri bestu video til lagið “Det Snurrar i Min Skalle”. Lagið hevur eisini verið á playlistanum hjá Kringvarpi Føroya. Á vári í fjør ferðaðist Familjen saman við einum av størstu bólkunum í Svøríki, Kent, og í oktober framførdi hann sum eitt av høvuðsnøvnunum á Iceland Airwaves í Reykjavík. Tá Familjen framførur í Gøtu í summar vera teir tríggir mans á palli, harímillum vinmaður hansara, hin altjóða viðurkenda undirgrund DJ'arin Andreas Tilliander. Saman skapa teir eina heilt serstaka ljóðmynd, sum teir sjálvir kalla indie techno. Tað er eitt slag av acid­ house blandað við indie­rokk, sum alt verður borðreitt á svenskum máli við kraftigari skånskari tungu. ­Tvey av hittunum hjá honum, “Huvudet i Sanden” og “Det Snurrar i Min Skalle”, eru jagstrað í tað óendaliga av eini ørgrynnu av DJ'um kring heimin, ið ynskja at remiksa í vón um at sleppa umborð á hugtakandi, gjøgnumførda og málbevísta Familjutokið hjá Johan T. Karlsson, sigur Jón Tyril við Planet. 2MYUXVQZ r 3 % Amanda Rheaume "Singles" 2008 Amanda Rheaume "If You Never Live" 2007 The Amanda Rheaume Band "Even When" 2005 Amanda Rheaume "Unravelling..." 2003 Nr. 25 - 5. februar 2009