Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 2
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 2

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

2 Nr. 26 - 6. februar 2009 Góðu kundar í føroysku peningastovnunum, Komandi tíðina fara peningastovnarnir í Føroyum at heita á kundar sínar um at lata inn avrit av samleikaprógvi. Eisini verða kundarnir biðnir um at útfylla oyðublað. Orsøkin til hetta er nýggj lóggáva, ið peningastovnarnir skulu ganga undir. Tað er lóggávan um at forða fyri hvítvasking av peningi og fígging av yvirgangsvirksemi, ið áleggur øllum peningastovnum í Føroyum at útvega sær avrit av samleikaprógvi frá kundunum. Eisini skulu peningastovnar tryggja sær, at kundaviðskifti eru so væl lýst sum gjørligt. Lóggávan hevur m.a. sum endamál at tryggja, at Føroyar verða roknaðar sum eitt land, ið ger sítt til at fyribyrgja hvítvasking av peningi og fígging av yvirgangsvirksemi. Vónandi hava kundar okkara forstáilsi fyri hesum og taka væl móti brævi, ið peninga- stovnarnir senda út ein av komandi døgunum. Blíðar heilsanir, Felagið Føroyskir Peningastovnar Nýggjar reglur um hvítvasking seta krøv um samleikaprógv