fríggjadagur 6. februar 2009síða 2
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
2
sosialurin 6. februar 2009
Lestrarblaðið
Føroyski ungdómurin eru ótrúliga priviliger
aður, tá um útbúgving ræður. Vit hava góð
ar stuðulsskipanir – í øllum førum um vit fara
út í heim at lesa. Og tað er bæði spennandi
og mennandi at læra og liva í nýggjum
mentanum og umhvørvum. Stuðulsstovnurin
rindar árliga stórar upphæddir, so flestu
lesandi merkja ikki byrðuna av útlendskum
skúlagjøldum.
Hetta er einki minni enn ein fantastisk
skipan fyri tey, ið kunnu og vilja fara út í
heim av søkja sær lærdóm.
Men fyri tey, ið ikki kunnu ella hava hug at
fara uttanlands at lesa, eru møguleikarnir
knapt so góðir. Útbúgvingarnar her heima
eru ikki nógvar í tali, og teir skúlar, ið taka
stríðið upp, hava í flestu førum út av lagið
vánaligar karmar at virka undir. Fleiri teirra
megna heldur ikki at ganga øllum umsókn
unum á møti, tí pláss og umstøður eru ikki
fyri øllum umsøkjarunum. Harafturat er studn
ingurin at kalla tann sami, óansæð um tú ert
einsamallur forsyrgjari ella tannáringur.
Dagliga hoyra vit um týdningin av at hava
útbúgvið fólk, men neyðarópini frá føroysku
útbúgvingarstovunum verða ikki hoyrd – tey
verða í øllum førum ikki raðfest. Undan
valinum kappaðust flokkarnir um at egna
við bøttum skúla og útbúgvingarmøguleikum
í Føroyum. Havnin skuldi gerast ein altjóða
lestrarbýur, og eingin endi var á vælvildini.
Ístaðin fyri at bøta møguleikarnar og karm
arnar – og eggja fólki til at útbúgva seg her
heima, so hendir tað øvugta. Skúlarnir skulu
spara.
Í samgonguskjalinum stendur soleiðis :
»Menningin av Fróðskaparsetri Føroya held
ur fram, soleiðis at setrið fær betri hølis,
undirvísingar og granskingarumstøður og
fleiri útbúgvingartilboð. Møguleiki skal eisini
vera fyri fjarlestri«.
Veruleikin er, at tey skulu spara 5 milliónir.
Vit kunnu bert ásanna, at vit eru ógvuliga
fjart frá einum altjóða skúlaumhvørvi í
Føroyum. Raðfestingar av útbúgvingum og
skúlum eru ævigt valagn, men ilt er at fáa
eyga á álvaran handan vøkru orðini, ið
trúliga fella 4. hvørt ár.
Í áravís hava heil ættarlið verið burturstødd
í lestrarørindum í senn, og spurningurin er,
hvussu sunn hesi gapandi holini eru fyri
samfelagið. Ein stórur partur av ungdóm
inum, sum skal seta gongd á, seta lív í og
flyta samfelagið, er uttanlands.
Nýggjastu tølini vísa, at 6. hvør, sum fer
uttanlands at lesa, aldri kemur heimaftur.
Men tað er kanska ikki so løgið, tá
boðskapurin frá landsins stjórn er:
– Farið, farið avstað!
Farið, farið avstað!
Stubbamyndin vísir aldursbýtið á føroyingum í Føroyum. Fólkapyramidan er púra skeiklað, og har
ungdómurin eigur at vera, eru djúp inntriv. Ein rættiliga ósunn mynd av aldursbýtinum
Stubbamyndin vísir aldursbýtið á føroyingum í Danmark. Har eru tey, ið vanta í føroyska samfelagnum. Tað
sæst eisini, at fleiri ikki koma heimaftur
Kelda: Hagstova Føroya og Danmarks Statistik
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Ábyrgd:
Eydna Skaale
Skrivað hava:
Eydna Skaale
Anna Ellingsgaard
Eirikur í Jákupsstovu
Rógvi Nybo
Myndir:
Álvur Haraldsen
Jens Kristian Vang
Lýsingafólk:
Gudny Langgaard
Høgni Thomsen
Forsíða:
Fríða Hansen