fríggjadagur 6. februar 2009síða 9
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
9
tíðindi
Nr. 26 - 6. februar 2009
Fáa nógvan kongafisk
Íslendski frystitrolarin Þerney úr Reykjavík hevur fingið
óvanliga nógvan kongafisk á einari leið vestan fyri
Ísland. Skiparin, Kristinn Gestsson, sigur við
Morgunblaðið, at hesa tíðina plagar fiskiskapurin ikki at
vera nakað serligur vestan fyri landið, mog tí kom tað
óvart á teir, at so nógv var at fáa. Túrurin hjá Þerney
vardi 33 dagar, og teir høvdu 770 tons í lastimni, tá teir
komu á Reykjavík gjáranáttina. Umleið 530 tons eru
kongafiskur, og hitt er toskur og svartkalvi. Søluvirðið
fyri lastina liggur um sjey milliónir krónur.
Ongin mannskaði av
ferðsluóhappum
Tað hava verið nøkur fá ferðsluóhapp seinasta samdøgrið, men
ongin mannskaði var nakrastaðni. Ein bilur fór útav í Svínáum
um middnátt. Ein fór á Langasandi klokkan tíðliga í morgun.
Eitt ferðsluóhapp var við Válin í gjárkvøldið, tá ein bussur fór
útav. Hesir megnaðu sjálvir at fáa bilin uppaftur sjálvir. Seinasta
ferðsluóhappið løgreglan nevndi, var at ein bilur fór útav millum
Fjarða. Hesin endaði á takinum. Hóast nógvur kavi hevur verið
og nógv hálka, so hava ikki verið so nógv ferðsluóhapp.
Føroysk fakfeløg og
arbeiðsgevarar fara
nú á kreppufund
um støðuna,
vit eru komin í,
har útlendskar
byggifyritøkur fara
við øllum arbeiðum í
Føroyum. Verður tað
neyðugt, eru tey til
reiðar at at leggja alt
lamið við blokadum
ArbeiðsmArknAður
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Føroysk fakfeløg og arbeiðs
gevarar eru nú til reiðar at
seta hart ímóti hørðum fyri
at forða fyri, at útlendingar
fara
avstað
við
øllum
arbeiðum, sum verða boðin
út í Føroyum.
Tað er longu greitt, at eitt
íslendskt felag sleppur at
gera risa arbeiðið at umvæla
Landssjúkrahúsið, men tað
er greitt, at íslendingar eis
ini eru í ferð við at fara
avstað við øðrum stórar
beiðum fyri nøsini á før
oyskum byggifeløgum og
føroyskum arbeiðsfólki.
Eitt nú hevur Eli Brims
vík, formaður í Havnar
Handverkarafelag,
fingið
upplýst, at íslendingar hava
nógv lægsta tilboðið upp á
at gera nýggja ellis og røkt
arheimið og økisdepilin fyri
sinnisveik í Vági.
Blokera
Hetta vilja partarnir á før
oyska arbeiðsmarknaðinum
ikki góðtaka longur.
Tað, sum ikki verður góð
tikið, er, at íslendsku feløg
ini koma til Føroyar við
íslendskum
arbeiðsfólki,
sum koma at arbeiða her
fyri nógv lægri løn enn før
oysku sáttmálalønirnar.
Vit taka hetta í allar
størsta álvara og kunnu ikki
sita hendur og favn ímeðan
alt arbeiðið fer av landinum,
sigur Ingeborg Vinther, for
kvinna í Føroya Arbeiðara
felag.
Hon sigur, at tí eru stig
tikin til at halda fund ímill
um tey føroysku fakfeløgini
og arbeiðsgevafelagið um
støðuna.
Í hesum føri er tað
avgjørt mín fatan, at bæði
fakfeløg og arbeiðsgevarar
draga somu línu, sigur Inge
borg Vinther.
Bæði hon, og Eli Brims
vík, leggja dent á, at kemur
tað til skarpskeringar, eru
tey til reiðar at seta blokadur
í verk fyri at blokera fyri, at
øll tey almennu arbeiðini
fara av landinum fyri dump
ingsprís.
Sjálv arbeiðini kunnu tey
ikki steðga.
Men tey kunnu nokta lim
unum í føroyskum fakfeløg
um at hava nakað sum helst
við arbeiðini at gera, tvs, at
føroyskir bilførarar fara
ikki at koyra tilfar til og frá
arbeiðsplássunum og før
oysk arbeiðsmegi fer ikki at
levera timbur, betong og
annað tilfar til hesi arbeiði.
200 milliónir
av landinum
Vit góðtaka ikki, at
útlendsk byggifeløg vinna
útbjóðingarnar
um
øll
arbeiðnum í Føroyum, bara
tí at tey koma higar við
arbeiðsfólki,
sum
skal
arbeiða fyri lønir, sum eru
langt undir føroyskum sátt
málalønum, siga tey bæði.
Tí verður tað eitt krav, at
politiski myndugleikin setir
lóg í gildi, har tað er eitt
krav, at allir útlendingar
sum koma higar, skulu
arbeiða eftir føroyskum sátt
málum.
Fyri at tryggja seg heldur
Ingeborg Vinther, at tað ein
asta rætta er, at ymisk arbeið
smarknaðargjøld, sum eru
prosentgjøld av lønini, verða
goldin til føroysk fakfeløg
fyri at tey kunnu hava eftirlit
við lønini.
Tað vildu vit hava, tá ið
útlendingalógin varð sett í
gildi. Men ongin lurtaði og
nú sita vit mitt í suppuni,
sigur Ingeborg Vinther.
Sosiala dumping kunnu
vit undir ongum umstøðum
góðtaka, sigur Ingeborg
Vinther.
Bæði hon og Eli Brimsvík
vísa á, at Løgtingið hevur
sett einar 200 milliónir av á
fíggjarlógini til at seta
ymisk arbeiði ígongd fyri
at varðveita virksemi í teim
um krepputíðum, vit eru í.
Tað kann ikki vera mein
ingin, at alt skal enda uttan
lands, siga tey bæði.
Minsta krav er, at kapp
ingin skal vera á jøvnum
føti.
Bæði Eli Brimsvík og
Ingeborg Vinther vóna, at
málið verður loyst.
Men eydnast tað ikki, eru
vit heilt vist til reiðar at seta
blokadur í verk, siga tey
bæði.
Vit hava rætt og slætt ikki loyvi til at standa modell til, at útlendingar fara avstað við øllum arbeiðnum í Føroyum og tað skal
steðgast, siga Ingeborg Vinther og Eli Brimsvík, sum enntá eru til reiðar at seta blokadur í verk
Landsverk fer at
projektera nýggjan
Hvalbiartunnil í ár og
so er klárt at fara undir
arbeiðið, so skjótt
politikararnir seta
neyðuga peningin av
HvAlbiArtunnil
Áki Bertholdsen
aki@sosialurin.fo
Er politiskur vilji til staðar,
verður klárt at fara undir ar
beiðið at gera nýggjan Hval
biartunnil longu næsta ár.
Tað staðfestir Oyvindur
Brimnes, stjóri á Landsverki.
Hann sigur, at á fíggjar
lógini í ár er peningur settur
av til at projektera ein nýggj
an Hvalbiartunnil fyri.
Tilsamans hevur Løgting
ið sett tríggjar milliónir av
á fíggjarlógini fyri í ár til at
projektera
ein
nýggjan
tunnil fyri
Og tað arbeiðið fer Lands
verk undir í ár.
Vit fara ígongd við at
projektera ein nýggjan Hval
biartunnil í ár, sigur Oy
vindur Brimnes.
Hann sigur, at tað arbeiðið
verður liðugt um ársskiftið.
Á nýggjárinum vænta
vit at vera komin heilt langt
ávegis við einum projekti.
Men so er spurningurin
bara um farið verður undir
arbeiðið.
Tað er alt treytað av, nær
tað er politiskur vilji til at
fara undir arbeiðið, sigur
Oyvindur Brimnes.
Hann staðfestir, at næsta
ár verður í øllum førum
klárt at fara undir tunnilin,
so veldst tað bara um polit
ikararnir seta neyðuga pen
ingin av til arbeiðið á fíggj
arlógini fyri næsta ár.
Ein stór forðing
Hvalbiartunnilin er tann
fyrsti tunnilin í Føroyum og
hann varð tikin í nýtslu í
1963.
Tað hevur verið staðfest í
nógv ár, at hann er alt annað
enn tíðarhóskandi, tí hann
er so lágur, at teir treylarar,
bingjur og ferðafólkabussar,
sum vanliga verða brúktir
til flutning nú á døgum,
ganga ikki ígjøgnum hann.
Hetta darvar tí umfatandi
vinnuliga virkseminum í
Hvalba ógvuliga illa. Eitt nú
hava umboð fyri flakavirkið í
Hvalba ført fram, at tað kost
ar virkinum fleiri hundrað
túsund krónur eyka um árið
at arbeiða fisk í Hvalba, tí
fiskurin skal alla tíðina
umskipast á smærri bilar fyri
at ganga ígjøgnum tunnilin.
Teir eru eisini við at fáa
trupulleikar við ES mynd
ugleikar, tí teir fáa ikki flutt
tann virkaða fiskin av virk
inum í Hvalba uttan at bróta
køliketuna, tí fiskurin skal
umskipast.
Umboð fyri flakavirkið í
Hvalba hava enntá ført
fram, at tað er vandi fyri, at
virkið í Hvalba má latast
aftur, fæst ikki ein loysn á
flutningstruplleikanum.
Klárt at fara undir Hvalbiartunnil næsta ár
Føroyingar
blokera
útlendsk
byggifeløg