fríggjadagur 6. februar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
sosialurin 6. februar 2009
Lestrarblaðið
Navn:
Gurið Simonsen
Hvagani ert tú:
Úr Havn
Hvar hevur tú lisið/lesur tú:
Í Skotlandi
Hvat hevur tú lisið/lesur tú:
Tikið bachelor í psykologi á
University of Aberdeen (4 ár).
Taki nú doctorate i Counselling
psykologi á Glasgow Caledonian
University (3 ár)
Hvussu kanst tú lýsa skúlan:
Aberdeen universitet er traditio
nelt, inspirerandi og professionelt.
Har er hugnaligt og vinarligt
umhvørvið. Bæði lesandi og
lærarar eru fyrikomandi og
fryntlig eins og flestu fólk i
Skotlandi.
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið:
Tað fyrsta árið av eini bachelor í
Skotlandi kann tykjast yvirrask
andi lætt. Hetta kemur helst av, at
tey í Skotlandi eru rættuliga ung,
tá tey fara á universitetið. Tí er
tað skipað soleiðis, at ein ikki
hevur ov nógv at gera, og at ein
hevur møguleika at royna nógvar
ymsar lærugreinar aðrenn man
bindir seg til sítt høvðusfak. Eg
læs til dømis statistik og sociologi
umframt psykologi. Av tí sama er
hetta eitt gott ár hja okkum
Navn:
Rói Knudsen
Hvagani ert tú?
Eg eri úr Saltangará.
Hvat lesur tú?
Medisin (til lækna)
Hvar lesur tú?
Eg lesi í Stettin (Szczecin) í
Póllandi. Tað er ein býur við
umleið 400500.000 fólkum.
Býurin liggur tætt uppat týska
markinum, og tað tekur umleið
tveir tímar at koyra til Berlin
Hvussu kanst tú lýsa skúlan?
Skúlin eitur Pomeraninan Medical
University. Tú kanst lesa medisin
og til tannlækna her. Tað eru tvey
ymisk program, eitt polskt pro
gram, har undirvísingin gongur
fyri seg á polskum, og eitt enskt
program, har undirvíst verður á
enskum. Vit útlendsku eru sjávsagt
í tí enska programminum.
Á tí enska programminum eru fólk
frá mestsum allari verðini. Tó eru
flest normenn og sviar.
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið?
Hesin skúlin er ógvuliga gamal
dags tá hugsað verður um undir
vísingarhátt. Tað er skúlagongd
hvønn dag, og tað er møtiskylda.
Um tú hevur verið sjúkur og hevur
læknaváttan, skalt tú taka tímar
nar, tú hevur mist inn aftur eina
ferð. Um tú ikki hevur læknaváttan,
mást tú taka allar tímarnar inn
aftur tríggjar ferðir, so her er einki
við at ganga og skulka.
Vit eru býtt upp í flokkar á umleið
25 næmingar. Vit vera verandi í
hesum somu flokkunum øll seks
árini. Í teimum stóru fakunum
verða flokkarnir aftur býttir upp í
fýra bólkar, soleiðis at vit eru seks
næmingar til hvønn lærara.
Tað er ikki soleiðis, at vit eru á
skúlanum allan dagin. Vit hava
higartil bara tveir tímar um vikuna
á skúlanum. Tímarnir í teimum
flestu fakunum ganga fyri seg á
ymiskum deildum á størsta sjúkra
húsinum her í býnum. Eg gangi
enn bara á fyrsta ári, so mítt
høvuðsfak er anatomi. Tímarnir í
anatomi ganga fyri seg í smáum
líkrúmum, so vit hava altíð lík og
kropspartar liggjandi á líkborðum,
tá vit hava tíma. Hetta, haldi eg,
ger at tað er nógv skjótari at læra
alt um hvønn kropspart, og út frá
hesum sært tú eisini, at tað er ikki
alt akkurát, sum tað stendur í
bókunum.
Av tí at tað bert eru seks næming
ar til hvønn lærara í høvuðs
fakunum, so er tað ógjørligt at
koma ófyrireikaður til tíma og
sleppa lætt. Tað verða settir
spurningar alla tíðina, og um tú
ikki klárar at svara, so verður tú
ikki væl viðfarin. Lærararnir kunnu
gerðast ógvuliga persónligir
viðhvørt, men sum alt annað her,
so haldi eg, at tað bara er fyri at
venja okkum við mótstøðu.
Tað eru við jøvnum millumbilum
royndir í hvørjum faki sum skulu
klárast. Hetta ger, at tú ongan
møguleika hevur at koma langt
afturúr í nøkrum, so tað er bara
gott.
Hendan gamaldags skipanin var
eitt sindur ræðandi í byrjanini,
men tað vandu vit okkum
ógvuliga skjótt við. Eg haldi, at
hetta er ein perfekt skipan fyri
meg, tí eg havi ongantíð verið
serliga disiplineraður.
Tað er tó ikki soleiðis, at tú mást
sita og lesa alla tíðina tí betur.
Tá vit hava eina fríløtu, so er
nógv gott, sum vit kunnu finna
uppá her í býnum.
Fyrimunir og vansar av at lesa
har tú ert?
Fyrst og fremst vil eg siga at tað
er ein stórur fyrimunur við tí enska
programminum. Tá vit eru liðug
at lesa kunnu vit arbeiða
allastaðni í verðini uttan í USA.
Fyri at kunna tað skulu vit taka
eina próvtøku afturat. Tann
gamaldags skipanin er fyri meg
ein stórur fyrimunur. Eisini er tað
ógvuliga bíligt at liva her, so tú
noyðist ikki at ganga og spara
alla tíðina.
Málið er ofta ein vansi. Tey flestu
polsku duga mestsum einki enskt,
so tað kann vera ringt at
samskifta við hvørt. Men polskt er
eitt kravt fak her, so vit fáa
brongla okkum nøkulunda fram á
polskum.
Umframt málinum eru tað bara
smáir vansar við at vera her, sum
tildømis, at tú ikki mást drekka
kranavatnið og at mjólkin
smakkar illa.
»Vit hava altíð lík og kropspartar liggjandi
á líkborðum, tá vit hava tíma«
føroyingum at venja okkum at
lesa og tosa enskt.
Tey næstu árini økist arbeiðs
byrðan nógv. Á øðrum ári eru
eksamiur, ið gera av, um man
sleppur inn til fjórða árið.
Hetta er stressandi – men ger
eisini, at tú allatíðina gert títt
besta.
Aberdeen er ein rættur
studentabýur. Tey flestu fara
ofta a ”pub” og ganga nógv í
býnum – serliga tað fyrsta
árið. Her er lív í og nógv at
fara til.
Fyrimunir og vansar av at
lesa, har tú vart/ert:
Ein stórur fyrimunur er, at tað
er lættari at sleppa inn á
universitet í Bretlandi enn til
dømis í Danmark. Men um tú
kemur inn til til dømis
psykologi, so ert tú bert
komin inn til bachelor og ikki
til kandidat. Hetta mást tú
søkja um, tá tú hevur tikið
bachelorprógv. Á tann hátt er
tað ikki lættari, tí kappingin
er hørð at sleppa inn til bæði
kandidat/masters (1 ár) ella
doctorat/phd (3 ár).
Ein annar fyrimunur er, at tú
ikki skalt gjalda skatt av
tínum SU um tú lesur her.
Ein vansi av at lesa í Skotlandi
er, at ferðasambandið millum
Føroyar og Skotland er
vánaligt.
Ú
T
B
Ú
G
V
I
N
G
A
R
U
T
T
A
N
L
A
N
D
S