fríggjadagur 6. februar 2009síða 8
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
8
tíðindi
Nr. 26 - 6. februar 2009
Økja um kunnleikan til javnstøðuspurningar
Mánakvøldið 9. februar verður aftur eitt tiltak um javnstøðu. Tá skipar Javnstøðunevndin fyri almennum
pallborðsfundi í Miðlahúsinum í Havn. javnstøðunevndin er í hesum døgum á ferð í Føroyum. Fyrr í vikuna var eitt
tiltak á Tvøroyri, í kvøld verður eitt í Klaksvík og mánakvøldið komandi kl 19:30 verður eitt tiltak í Miðlahúsinum.
Tiltakið verður skipað sum pallborðsfundur. Við pallborðið sita Jóhan Dahl, landsstýrismaður við javnstøðumálum,
Sonja Jógvansdóttir, samskipari í Samtaki og Ása Andreasen, stjóri og eigari í fyritøkuni Synergi. Tey hava hvør sína
framløgu um javnstøðu, og síðani verður høvi hjá øllum at seta spurningar og at koma við hugsanum um arbeiðið fyri
javnstøðu. Orðstýrari verður Georg Lindenskov Petersen. - Við hesum tiltaki vónar Javnstøðunevndin at økja um
kunnleikan til og áhugan fyri javnstøðuspurningum í føroyska samfelagnum, sigur Javnstøðunevndin.
Fer arbeiðið at umvæla
Landssjúkrahúsið í
gongd við lønum, sum
ikki svara til føroyskar
lønarsáttmálar, so
fara fakfeløgini at
boykotta arbeiðinum.
– Mann kann rokni
við, at teir til dømis
onki byggitilfar
fáa, staðfestir Sonja
Jógvansdóttir, sam
skipari í Samtaki
Byggivinna
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Fyri kortum varð sáttmáli
undirskrivaður millum Lands-
verk og íslendsku byggifyri-
tøkuna TG-Verk, um at gera
fyrsta byggistig við umvæl-
ingunum av Landssjúkrahús-
inum. Talan er um at klæða
stóra B-bygningin av nýggj-
um.
Trupulleikin
er,
at
íslendska fyritøkan hevur
møguleika at lata arbeiðs-
fólkum sínum lægri løn, enn
hvat føroysku fyritøkurnar,
sum bjóðaðu upp á arbeiðið
hava loyvi til sambært før-
oyskum sáttmálum.
Hetta hevur elvt til mikla
øsing.
- Vit kunnu sjálvandi ikki
liva við, at útlendingar í Før-
oyum arbeiða fyri undirprís,
og tí fara vit at boykotta
arbeiðinum á Landssjúkra-
húsinum, um hetta ikki kem-
ur í rætt lag, sigur Sonja
Jógvansdóttir. Men hon sig-
ur seg vænta, at tá arbeiðið
fer í gongd á Landssjúkra-
húsinum, er alt komið í rætt
lag viðvíkjandi lønum.
Jóhan Dahl, landsstýris-
maður í vinnumálum, sigur,
at eitt boykott ein møguleiki,
sum
arbeiðsmarknaðurin
hevur, og kann tí onki gera
við hetta.
- Vit hava aðrar instansir,
ið taka sær av tílíkum mál-
um, sigur Jóhan Dahl, sum
arbeiðir við einum rund-
skrivi, sum skal fyribyrgja,
at slíkt hendir aftur.
Rundskriv
Í løtuni arbeiði Vinnumála-
ráðið við einum rundskrivið,
ið skal staðfesta, at tá út-
bjóðingar eru, so skulu treytir
vera í hesum, sum hava við
sær, at alt skal bjóðast í mun
til føroyskar lógir. Hetta
komu Vinnumálaráðið og
fakfeløgini ásamt um í gjár.
Sonja
Jógvansdóttir
gjørdi greitt á Rás2 í gjár,
at hetta ikki er heilt nøktandi
hjá fakfeløgunum, tí feløg-
ini høvdu kent seg tryggari
við eini lóg.
- Tað er sjálvandi gott, at
okkurt verður gjørt, men
vit kundu hugsað okkum, at
tað kom ein lóg, sum líkist
tí íslendsku, tí teir hava
greiðastu og bestu lógir av
Norðurlondunum á økinum,
vísir Sonja Jógvansdóttir á.
Hon leggur afturat, at hetta
gjørdi
Samtak
politiska
myndugleikanum greitt fyri
meira
enn
einum
árið
síðani. Hon sigur tó, at tað
ikki var nakað konkret
ynski frá teimum at fáa eina
tílíka lóg, men politiski
myndugleikin var í hvussu
so er greiðir yvir støðuna.
Jóhan Dahl heldur tó, at
eitt rundskriv er tað besta í
hesum føri.
- Tað tekur so langa tíð at
gera eina lóg, og rundskrivið
verður longu klárt í næstu
viku, staðfestir Jóhan Dahl.
Hann sigur tó eisini, at Vinnu-
málaráðið fer at hyggja uppá,
hvussu mann kann snikka
eina lóg saman, men at hetta
ikki verður aktuelt beint nú.
Rundskrivið skal virka á
tann hátt, at tað verður sent
til allar almennar stovnar, har
greitt verður ásett, at ávís
krøv skulu setast í samband
við lisitatiónirnar, ið tryggja
eitt javnt kappingarstøði.
Sonja Jógvansdóttir vil
heldur hava eina lóg, tí hetta
tryggjar á bestan hátt eitt javnt
kappingarstøði, sum ikki er í
dag, um summar fyritøkur
kunnu dumpa prísirnar.
Mugu hava kapping
Jóhan Dahl vísti stutt eftir -
at málið um Landssjúkrahús-
ið kom fram - á, at hendan
gongdin bara er ein natúr-
ligur partur av kapping. Í dag
vísir hann tó á, at sjálvandi
skal kapping vera, men hon
má ikki vera undir so ójavn-
um fyritreytum, sum tað er
líkt til í hesum málinum.
Landsstýrismaðurin vísir
eisini á, at tað ikki ber til hjá
fakfeløgunum at vaska hend-
ur við politisku skipanini.
- Tað má vera eitt samspæl
millum arbeiðsmarknað og
politisku skipanina, soleið-
is, at vit fáa ein so góðan
arbeiðsmarknað sum gjør-
ligt, sigur Jóhan Dahl.
Óhugsandi trupulleiki
Í gjár tosaði Sverri Hansen,
stjóri í Útnorðurgrunninum,
um, at hetta ikki hevði nakað
við Íslandssáttmálan at gera,
men at tað heldur er støðan í
Íslandi og støðan í Føroyum,
ið skapa hesa støðu.
- Sverri Hansen hevur
púra rætt í tí hann sigur.
Botnurin er farin úr í Íslandi,
og tí enda vit í hesi løgnu
støðu, sigur Jóhan Dahl.
Sonja Jógvansdóttir tekur
undir við hesum. Tí hetta hev-
ur ongantíð verið ein trupul-
leiki fyrr, og ongin kundi
beinleiðis síggja hendan trup-
ulleikan fyri sær millum
Norðurlond.
- Tað er púra vanligt, at
mann ikki ger nakað við
eitt mál, fyrr enn tað er ein
veruligur trupulleiki, men
eg rokni við at hetta kemur
í rættlag, staðfestir samskip-
arin í Samtaki. Sum heldur
fast við, at ein gongd leið
er, at hyggja at íslendsku
lógunum, tí har megnaðu
tey at loysa trupulleikan við
útlendskari arbeiðsmegi.
Fakfeløg boykotta Landssjúkrahúsið
Sonja Jógvansdóttir, samskipari hjá Samtaki, og Jóhan Dahl, Landsstýrismaður, eru samd um, at tað ikki ber til, at íslendingar
koma til Føroyar at dumpa prísir