fríggjadagur 6. februar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 6. februar 2009
7
Lestrarblaðið
Nónfjall:
– Vit gera
vinnulívsfólk
vs. Nónfjall
- Vit hava onki
ímóti at hava eitt
umhvørvið, har
mann tosar nógv um
vinnulív, sigur Reidar
Nónfjall, rektari
Føroya Handilsskúli er eitt
skúlatilboð, ið á ein hátt vendir
sær til næmingin, sum veit, at
hann vil gera okkurt innan
vinnulív, men tað ber eisini til at
taka fyrireikandi handilsskúla
skeið, FHS, um ætlanin er at
kanna málið.
- Í samfelagnum metir mann, at
tað er ein tørvur á at útbúgva
fólk, sum kunnu vera virkin innan
handil, vísir Reidar Nónfjall á.
Hann vísir á, at tað eru nógvir
ymiskir møguleikar, tá talan er um
handilsskúlan. Tað eru tveir
møguleikar í handilsskúlanum, ið
grundleggjandi munur er á.
- Mann kann velja at fara
beinleiðis í vinnulívið, ella mann
kann velja at lesa víðari. Vit
síggja eisini, at fleiri studentar
koma til okkara fyri at supplera,
fyri síðani at fara undir víðari
lesnað, sigur rektarin.
Tendra upp á pengar
Sum skilst er tað ikki eitt krav, at
mann hevur skil fyri pengum, tá
mann fer undir lesnað á
Handilsskúlanum.
- Vit hava eina rúgvu av hartkók-
aðum vinnulívslærugreinum sum
virkisbúskap og marknaðarførslu,
men vit hava eisini ymisk mál og
so framvegis, sigur Reidar
Nónfjall. Hann vísir samstundis á,
at tað er ein fyrimunur at tendra
upp á vinnulív, tí so hevur mann
áhugan á rætta stað.
Góðar karakterir
- Vit vilja sjálvandi hava profilar,
ið hava klárað seg rímiliga væl í
fólkaskúlanum, men eg kann ikki
seta nakað minsta krav á. Tað er
nakað vit avgera fyri hvørt árið,
men ein góður profilur er ein, ið
klárar seg allround í
fólkaskúlanum.
Reidar Nónfjall sigur eisini, at
eitt prógv frá handilsskúlanum er
ein fínur plattformur innan alt
vinnuligt virksemi.
Soviárið FHS
- FHS er tað, tað er, men tað
gevur nógvar møguleikar,
samstundis sum vit síggja, at 60
til 70 prosent av øllum, sum hava
gingið í FHS fara víðari til hægri
handilsskúla, sigur Reidar
Nónfjall. Ætlanin er tó, sambært
rektaranum at fokusera meira upp
á nýggja leistin við trý ára HH,
soleiðis at mann fær eina meira
samanhangandi útbúgving, uttan
knekkið, ið fyrr hevur verið í
útbúgvingini. Ætlanin er
somuleiðis, at FHS meira skal
nýtast til teirra, ið hava okkurt
beinleiðis við eitt lærupláss at
gera.
Ítróttartilboð
Í Handilsskúlanum á Kambsdali er
eisini møguleiki at íðka ítrótt,
samstundis sum ítróttarfólkini hava
møguleika at menna sínar
akademisku førleikar.
- Hetta er ein ætlan, vit hava
havt koyrandi í eina tíð, og
meiningin við tí er, at okkara
elituítróttarfólk fáa ein møguleika,
at fáa eina útbúgving, samstundis,
sum tey hava møguleika at íðka
sína ítrótt fult út, sigur Reidar
Nónfjall. Hann vísir eisini á, at
tað hevur verið tos um sama
tilboð í Havn, men at hetta enn er
í hugskotsfasuni, tá mann
samstundis hugsar um, at ein
nýggjur stórur skúli helst skal
byggjast.
Næmingasamrøður
Sum skilst, hevur skúlin eisini lagt
stóran dent á at hava eitt samskifti
við næmingarnar.
- Vit hava roynt at hava
næmingasamrøður, tá skúlaárið er
byrjað, har vit tosa við
næmingarnar um, hvat tey vænta
av skúlanum og hvat vit vænta av
teimum. Hetta hevur fungerað
sera væl, greiðir rektarin frá.
Kappast í dygd
Reidar Nónfjall metir ikki, at
skúlarnir skulu kappast um
næmingar, tí fólk eru ikki líka, og
studentaskúlin hevur nógv tilboð,
ið handilsskúlin ikki kann bjóða.
- Tað er eisini soleiðis tað skal
vera, vísir Reidar Nónfjall á, sum
hinvegin heldur, at skúlarnir
sjálvandi skulu kappast í dygd, tí
soleiðis fáa vit betri
útbúgvningarstøði í landinum.
»Tað er ein fyrimunur at
tendra upp á vinnulív«
Reidar Nónfjall