fríggjadagur 6. februar 2009síða 7
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
7
tíðindi
Nr. 26 - 6. februar 2009
Tað hoyrir heilt greitt
einari farnari tíð til,
at hava so nógvar og
smáar sjálvstøðugar
skúlar í einum so
lítlum landi. Sam
ferðslukervið er
útbýgt fyri milliardir,
so nú má løtan vera
búgvin til at skipa
føroyska fólkaskúlan
í sjey skúlaøki,
sigur Helena Dam á
Neystabø, landsstýris
kvinna í skúlamálum
Skúlamál
Rigmor Dam
rigmor@sosialurin.fo
Eftir at hava hugsað seg um
og kannað málið í nakrar
dagar, er landsstýriskvinnan
í skúlamálum, Helena Dam
á Neystabø, komin til ta
niðurstøðu,
at
føroyski
fólkaskúlin skal skipast í
sjey skúlaøki.
- Men, lat meg fyrst av
øllum siga, at eg haldi ikki
at vit brúka ov nógvar
pengar upp á fólkaskúlan í
løtuni. Als ikki. Men eg
haldi, at vit kundu fingið
meira
burturúr
fíggjar-
orkuni,
sum
land
og
kommuna í felag brúka upp
á fólkaskúlan. Tað merkir,
at eydnast tað okkum at
semjast um at skipa fólka-
skúlan í til dømis sjey skúla-
økir, so skal fíggjarorkan,
sum
verður
leysgivin,
brúkast til tað, sum í dag
ikki er nóg gott, staðfestir
landsstýriskvinnan,
sum
hevur fylgt við í orðaskifti-
num í miðlunum seinastu
dagarnar.
Byrjaði í Havn
Eitt orðaskifti, sum spretti
úr einari heldur óhepnari
útmelding frá Mentamála-
ráðnum, um at komandi
skúlaár skulu allir 1. flokkar
fyllast upp við 26 næmingar
í hvørjum – eisini um tað
merkti, at børn skulu flyta í
aðrar skúlar.
Í Sosialinum í gjár segði
Magnus Tausen, at ráðið,
sum umsitir skúlan í øllum
landinum, kann ikki koma
við kravboðum um, at 26
næmingar skulu vera í
hvørjum flokki í Havn, og
so ikki krevja meira av
skúlunum kring landið.
- Eg kann vera samd við
formanninum
í
lærara-
felagnum, at tað er órímiligt
royna at gagnnýta fíggjar-
orkuna betri í eitt nú Havn,
um man ikki samstundis fer
til verka í øllum landinum
við sama endamáli, sigur
Helena Dam á Neystabø,
sum eisini tykist at vera
samd við formanninum í
lærarafelagnum um, hvussu
til ber at fáa betri rakstur í
fólkaskúlan við at hava
størri samstarvseindir.
Tíðin er búgvin
Eins og Magnus Tausen
vísti á, heldur landsstýris-
kvinnan, at tað hoyrir einari
farnari tíð til at hava so
nógvar og so smáar sjálv-
støðugar skúlar í einum so
lítlum landi.
- Samferðslukervið er
útbýgt fyri milliardir, til
tess at skapa umstøður til
samstarv. Nú má løtan vera
komin, at vit gera nyttu av
øllum
hesum
risastóru
íløgunum í vegir og tunnlar.
Eins og løtan fyri langari
tíð síðani er komin at skipa
Føroyar í størri og færri
kommunalar eindir, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Uppskotið er tí, at skipa
landið í sjey skúlaøkir, við
tí fyri eygað at gagnnýta
læraraorkuna og hølisum-
støðurnar betri.
- Vit høvdu skapt møgu-
leikar
fyri
fjølbroyttum
undirvísingartilboðum og
næmingalagaðari frálæru í
økinum, og tann so nógv
umrødda tvílæraraskipanin
í teimum fyrstu flokkunum
kundi verið eitt reelt tilboð,
sigur Helena Dam á Neysta-
bø við Sosialin. Og hon
skoytir uppí, at við einari
slíkari skipan høvdu økini
fingið stórt frælsi til at
royna nýggjar leiðir.
Leysgeva orku
og pengar
Umsitingini í Mentamála-
ráðnum hevur havt málið til
viðgerðar saman við lands-
stýriskvinnuni
síðstu
dagarnar.
Her
hevur
sjálvandi eisini verið tosað
um, hvørjir skúlar talan er
um og hvussu tilgongdin
eigur at vera. Helena Dam
á Neystabø vísir á, at tað
eru 21 skúlar, sum hava
færri enn 20 næmingar, og
17 skúlar við færri enn 10
næmingum. Og til hesar
skúlar eru knýttir umleið
33 lærarar.
Og tað er júst hetta við
lærarum og læraramangul,
sum eftir øllum at døma er
eitt av høvuðsargument-
unum fyri meira samstarvi
millum
skúlarnar.
Men
eisini
á
øðrum
økjum
ímyndar landsstýriskvinnan
sær, at til ber at fáa meira
fyri pengarnar.
- Tað, sum vit vinna við
at skipa Føroyar í skúlaøkir,
skal brúkast sum íløga í
dygd og nútímansgerð av
skúlanum, sigur hon, og
reksar eina rúgvu av fyri-
munum
við
samstarvs-
eindum upp:
- Fyri tað fyrsta manglar
okkum
nógvar
útbúnar
lærarar í skúlanum. Okkum
vantar fjølbroytt eftirútbúgv-
ingartilboð av lærarum.
Eftirútbúgving átti at verið
bæði eitt tilboð og eitt krav
til øll, sum starvast í fólka-
skúlanum. Tað er ein sera
stórur tørvur á dagførdum
undirvísingarmiðlum, bæði
vanligum
undirvísingar-
miðlum
og
teldutøkum,
eins og undirvísingaram-
boðum yvirhøvur. Nógvir
skúlar lúka ikki krøv til
nútímans frálæruhættir, og
skúlabókasøvnini og náms-
ligu verkstaðirnir eru ikki
nóg góðir, sigur Helena
Dam á Neystabø.
Eisini eftirlýsir hon, sum
tað eisini hevur verið ført
fram
í
orðaskiftinum
seinastu dagarnar, ítøkiliga
vitan um, hvussu støðan er
í fólkaskúlanum.
- Skipanin eigur at verða
smíðað við atliti til barnið,
og fakligu og menniskjasligu
menning barnsins. Útjaðara-
politikkur
kann
ikki
byggjast á smáar barna-
skúlar. Tað er ikki burðar-
dygt, vísir hon á.
Royndaskipan fyrst
L a n d s s t ý r i s k v i n n a n
ímyndar sær, at tær sjey
kommunueindirnar,
sum
verða nevndar í lógini um
sjálvbodna kommunusaman-
legging, kundu eisini verið
grundarlag undir einum
tættari
skúlasamstarvi
í
økjunum.
Sum skilst er ikki nógv
sum bendir á, at skúlin
verður
lagdur
út
til
kommunurnar,
tí
við
Sosialin sigur Helena Dam
á Neystabø púra greitt, at
uppgávurnar hjá Mentmála-
ráðnum framvegis vera at
skipa fyri lóggávuarbeiði,
yvirumsjón,
eftirliti,
menning, tillutan av tímum
og tillutan av peningi.
Kortini vil Helena Dam á
Neystabø
helst,
at
kommunurnar sjálvar bjóða
sær til at samstarva meira
um skúlarnar, so kravboð
skulu ikki koma frá lands-
myndugleikunum.
Sum
dømi um eina hepna til-
gongd nevnir hon Sunda-
lagið, ið er komið rættiliga
langt longu.
Samgongan arbeiðir í
løtuni við at gera ein leist
fyri
kommunusaman-
legging,
og
landsstýris-
kvinnan heldur, at vit eiga
at bíða eftir teimum niður-
støðum, sum hesin arbeiðs-
bólkur kemur til.
- Hin vegin ber væl til
longu nú at fara undir eina
royndarskipan, hvussu man
kann gera eitt øki í landinum
til eitt skúlaøki. Hetta er ein
uppgáva, sum vit eru farin
undir at fyrireika okkum til
í Mentmálaráðnum, og eg
vóni at tað eru øki í
landinum, ið vilja vera við í
tílíkari royndarskipan, sigur
Helena Dam á Neystabø.
Skipa landið í sjey stór skúlaøki
- Tað, sum vit vinna við at skipa Føroyar í skúlaøkir, skal brúkast sum íløga í dygd og nútímansgerð av skúlanum, sigur Helena
Dam á Neystabø, landsstýriskvinna í skúlamálum
Mynd: Jens Kristian Vang
Kærleiksferð við Norrønu
Næsta vikuskiftið fer Norrøna á Valentines-ferð til Esbjerg. Skipað verður
fyri alskyns kærleikstiltøkum umborð. Skipið siglir hóskvøldið og er aftur
á Havnini tíðliga mánamorgunin. Næsta vikuskiftið skipar Smyril Line
fyri einum Valentines-Cruice við Norrønu. Farið verður av Havnini
hóskvøldið 12. februar kl 21, og komið verður aftur mánamorgunin 16.
februar kl 5 á morgni. Í Esbjerg liggur Norrøna við bryggju leygardagin –
valentinesdagin – frá klokkan 9 til 15, og har verður høvi at fara í land.
Umborð á Norrønu verður spælt »upp á hjartastreingir« á nógvum økjum:
Biografurin undirheldur við kærleiks-klassikarum og Naust Club spælir
romantiskan dansitónleik. Matstovan borðreiðir við góðum mati í Norrøna
Buffet Restaurant, eins og handilin hevur góð valentinesðtilboð.
Seks skúlar við tveimum
1. flokkum í Havn
Komandi skúlaár verða 13 fyrstuflokkar í høvuðsstaðarøkinum í Tórshavnar
kommunu. Býtið verður soleiðis, at tveir fyrstu flokkar verða í hvørjum av hesum
skúlum: Argja skúla, Eysturskúlanum, Hoyvíkar skúla, Tórshavnar kommunuskúla,
Venjingarskúlanum og Skúlanum við Løgmannabreyt. Í Sankta Frans skúla, sum er
avmyndaður omanfyri, verður ein fyrsti flokkur komandi skúlaár. - Væntandi verður
næmingatalið í fyrstu flokkunum í hesum skúlunum í Tórshavnar kommunu millum
16 og 25, skrivar Tórshavnar Býráð.