fríggjadagur 6. februar 2009síða 6
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
6
sosialurin 6. februar 2009
Lestrarblaðið
Helmsdal v
– Okkara fremsta
uppgáva er at
gera næmingin til
ein kvalifiseraðan
heimsborgara, sum
kann taka eina
víðari útbúgving
hvar í heiminum, tað
skuldi verið, sigur
Mikkjal Helmsdal,
rektari
Føroya Studentaskúli og HF-Skeið
er eitt fjølbroytt skúlatilboð, ið
bæði vendir sær til næmingin,
sum júst er komin úr fólkaskúlan-
um, og til tann meira búna og
málrættaða næmingin.
– Tað, sum víkir frá hjá okkum í
mun til aðrar, er tann almennandi
útbúgvingin. At geva almenna
vitan í samfelagslig og mentanar-
lig viðurskifti í breiðum saman-
hangi, sum ger at næmingurin
kann virka sum aktivur borgari í
samfelagnum, sigur Mikkjal
Helmsdal.
– Meðan hinir miðnámsskúlar-
nir miðja eftir at geva førleikar
innan eitt ávíst vinnuøki, er okkara
fremsta uppgáva at gera næm-
ingin til ein upplýstan verðins-
borgara, vísir Mikkjal Helmsdal á.
Geva næminginum avbjóðing
Teir næmingar, sum vanliga
søkja inn á studentaskúlan, eru
serliga kreativir næmingar, næm-
ingar sum hava áhuga innan
náttúruøvísind og fyri máli.
Serliga eru tað eisini nógv, sum
hava áhuga í samfelagsfaki, ið
velja studentsútbúgvingina.
– Yvirhøvur er tað næmingar,
sum halda at vitan er spennandi,
og sum halda tað er spennandi at
víðka um sín horisont. Tey, sum
vilja verða avbjóðaði, fram um
nakað annað, eru tey, ið velja at
fara í studentaskúla, sigur Mikkjal
Helmsdal.
Tann aktivi borgarin
Meðan hinir miðnámsskúlarnir
miðja eftir at geva førleikar innan
eitt ávíst vinnuøki, miðjar studenta-
skúlin eftir, at næmingurin eftir
lokna útbúgving kann virka sum
aktivur borgari í samfelagnum.
– Tað er ein almennandi bún-
ing, sum næmingurin upplivir í
studentaskúlanum. Vit miðja eftir
at geva almenna vitan í sam-
felagslig og mentunarlig viðurskifti
í breiddini. Tað, at tú fær innlit í
almenna vitan, heimsbókmentir og
heimsmentan ger, at tú verður ein
kvalifiseraður verðinsborgari, sum
kann taka eina víðari útbúgving
hvar í heiminum tað skuldi verið,
greiðir Mikkjal Helmsdal frá.
Universitet og
yrkisútbúgvingar
Av teimum næmingum, ið leita
sær víðari til hægri lesnað eftir
miðnámsútbúgving, er megin-
parturin næmingar við students-
prógvi.
– Eg haldi at tey, sum hava
verið á student, serliga leita víðari
til hægri lesnað, men eisini til tað,
mann kallar yrkisútbúgvingar, eitt
nú sum lærari og sjúkrarøktar-
frøðingur, vísir Mikkjal Helmsdal
á.
Eisini tilboð til búna
næmingin
Meðan studentsútbúgvingin tekur
trý ár, er HF-Skeiðið eitt tvey-ára
tilboð til tann meira búna og
tilvitaða næmingin. Serliga er tað
til tey, sum eru 18 ár og eldri, ið
fara í HF-Skeiðið.
– HF-Skeðið er ein útbúgving,
sum vendir sær meira til tey, sum
eru eitt sindur búnari, og sum vita
hvat tey ætla sær. Nógv av teim-
um hava eina millumlanga
útbúgving í hugnaum, sum eru at
fáa í Føroyum. Tað er ikki so
typiskt at HF- næmngar leita sær
víðari á universitet, men tað
hendir seg tó meir enn so. Eisini
velja næmingar HF-skeiðið, tí tann
útbúgvingin er eitt sindur styttri
enn studentsútbúgvingin, sigur
Mikkjal Helmsdal.
Sjálvt um HF-skeiðið vendur sær
meira til tann búna og tilvitaða
næmingin, eru tað eisini tey, sum
eru ung og ambitiøs, og sum vilja
taka eina útbúgving upp á tvey
ár, sum søkja inn á HF-Skeiðið.
- Men tað er vanliga ikki nakað,
vit kunnu anbefala teimum ungu
at gera, sigur Mikkjal Helmsdal.
Livandi og kreativt umhvørvi
Í Studentaskúlanum og HF-
Skeiðinum eru nógvar ymiskar
typur av næmingum. Tað setur
eisini sín dám á umhvørvið á
skúlanum.
– Vit hava eitt øgiliga livandi
og kreativt umhvørvi. Tað kemst
eisini av, at vit hava eitt øgiliga
breitt fakligt útboð, so sum mynd-
list, tónleik, sjónleik og film,
umframt øll tey vanligu fakini.
Hetta er við til at seta sín dám á
stemningin og atmosferuna á
skúlanum, staðfestir Mikkjal
Helmsdal.
Helmsdal:
– Vit skapa
heimsborgaran
Lagt til rættis:
Rógvi Nybo
rogvi@sosialurin.fo
og Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
»Vit gera næmingin til ein
upplýstan verðinsborgara«
Mikkjal Helmsdal