fríggjadagur 6. februar 2009síða 10
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
10 tíðindi
Nr. 26 - 6. februar 2009
Vaknaðu
til myrkur
Klokkan 6:53
fór streymurin
í øllum megin
økinum. Klokkan
7:40 høvdu øll
fingið streymin
aftur. Orsøkin var,
at motorarnir á
Sundi slerdu frá
StreymSlit
Eirikur í Jákupsstovu
eij@sosialurin.fo
Tey flestu, sum ikki
vóru so tíðliga uppi í
morgun vaknaðu til
myrkur. Enn er myrkt
uttanfyri, og heldur
ikki SEV megnaði at
lýsa upp í morgun.
- Tað, sum hendi,
var, at ein motorur á
Sundi fekk ein
trupulleika. Hetta
hevur við sær, at hann
steðgar. Meiningin er
síðani at hinir báðir
motorarnar skulu taka
yvir. Hetta megnaðu
teir ikki, og teir slerdu
eisini frá. Tá vit missa
tríggjar motorar klára
vit ikki at veita streym,
sigur Finn Jakobsen,
tekniskur leiðari hjá
SEV.
Hann vísir
somuleiðis á, at enn er
møguleiki fyri at klaki
kemur á streym-
linjurnar, tí veðrið
háttar sær, sum tað ger.
- Tað er vandi fyri tí,
men vit vóna tað besta.
Klára vit til middags,
so skuldi verið sloppið,
sigur tekniski leiðarin.
Meiningin var, at
streymurin til Dals,
Skarvanes og Djúpadal
skuldi sløkkjast, tí
arbeiði skuldi gerast
har í morgun, men
vegna veður verður
hetta ikki gjørt.
Nærkast stjórn í Zimbabwe
Tjóðartingið í Zimbabwe hevur einmælt samtykt nakrar
broytingar í stjórnarskránni, sum hava við sær, at andstøðu-
leiðarin, Morgan Tsvangirai, kann vera forsætisráðharri. Tað
skrivar BBC. Samtyktin merkir, at Tsvangirai og Robert Muga-
be, forseti, skulu býta tað politiska valdið, sum Mugabe hevur
havt tey seinastu 29 árini. Eygleiðarar vænta, at Mugabe fer at
staðfesta samtyktina hjá tinginum í morgin, og at Tsvangirai
kann taka við tann 11. februar. Semjan í Zimbabwe er komin í
lag eftir trýst úr Suðurafrika og øðrum londum.
Rehn stendur við sítt
ES-kommiserurin Olli Rehn, sum hevur ábyrgdina av
samráðingunum við komandi limalond, heldur uppá, at
Ísland kann fáa limaskap í ES skjótari enn onnur lond.
Tað sigur hann við finska blaðið Helsinki Sanomat, eftir
at formaðurin í Evropatinginum, Hans-Gert Pöttering,
hevur sagt einum øðrum finskum blaði, at tíðin er ikki
búgvin til at tosa um íslendskan limaskap nú, tí
viðurskiftini viðvíkjandi Lissabon-sáttmálanum eru ikki
komin upp á pláss. Olli Rehn heldur harafturímóti, at
einki forðar ES at tosa við Ísland um limaskap.
Atgongumerki til
seinastu sýningarnar
av Klintrimús og hini
dýrini í Valbakka
skógini, verða sett til
sølu í dag. Tá seinasta
sýningin er leikt,
hevur Sjónleikarhúsið
sýnt 67 sýningar, sum
er met
Sjónleikur
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Tað hevur verið gravgangur
eftir atgongumerkjum til
Klintrimús og hini dýrini í
Valbakkaskógini líka síðan
hol varð sett á sýningarnar í
oktober
mánaði.
Útselt
hevur verið til hvørja sýning
fram til seinast í januar,
atgongumerkini til eykasýn-
ingarnar vóru alt fyri eitt
skrødd burtur, og í dag er
seinasti møguleiki at ogna
sær atgongumerki til eina
av allarseinastu sýning-
unum.
- Vit hava higartil spælt
56 sýningar av leikinum.
Vit seta 11 sýningar afturat
á skánna, og verður tað
útselt aftur, seta vit met.
Gamla metið eigur familju-
leikurin Fólk og dólgar í
Kardamummubýi, sum í
2004 setti met við 63 sýn-
ingum, sigur húsavørðurin,
Hjálmar Dam.
Millum
112-116
fólk
hava verið til hvørja sýning.
Higartil hava umleið 6500
fólk sæð Klintrimús. Sostatt
fer tað at tátta í 8000
fólkum, ið hava sæð Klintri-
mús og hini dýrini í Val-
bakkaskógini, tá leikarnir
takka fyri seg eftir seinastu
sýning, sum verður 25.
februar.
Hjálmar Dam sigur, at
fólk til hvørja sýning møta
upp
við
einum
smíli.
Leikararnir spæla sjálvbod-
nir, og noyðast at fara aftur
til sítt arbeiði.
- Tað vísir seg, at tað er
lokkandi fyri familjur at
koma til slíkar leikir sum
Klintrimús og hini dýrini í
Valbakkaskógini. Men vit
mugu steðga meðan leikurin
er góður, sigur Hjálmar
Dam.
Klintrimús fer eftir metinum
Íslendingar halda
áfram at takka før
oyingum og føroyska
sendistovan fær
javnan heilsur frá
fólki, sum av sínum
eintingum takka
føroyingum fyri sam
kenslu og hjálp
FrÆnDAlAG
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Fólk ringja av sínum ein-
tingum inn til føroysku
sendistovuna í Reykjavík,
bert fyri at takka føroyingum
fyri vísta samkenslu og tað
vinarlag, føroyingar gjøgn-
um tíðina hava sýnt íslend-
ingum. Sendistovan er dag-
liga í sambandi við íslend-
ingar, og tey allarflestu
ynskja at takka og vísa sína
gleði og nøgdsemi um
stuðulin úr Føroyum.
Tingmaðurin og føroya-
vinurin Karl V. Matthíasson
úr Samfylkingini var inni á
gólvinum á Austurstræti 12
tann 20. oktober við blóm-
um frá Útnorðurráðnum.
Karl V. Matthíasson er for-
maður í íslendsku altings-
nevndini í Útnorðurráðnum.
Útnorðurráðið takkaði inni-
liga føroysku tjóðini fyri
hollan stuðul.
Røktarin, Hannes Krist-
mundsson, ynskir saman
við konu síni Sigurbjörg at
geva føroyingum 200 jóla-
stjørnur sum tøkk fyri lánið,
føroyingar hava latið íslend-
ingum. Hann fór sjálvur til
Føroyar saman við vin-
manni sínum Péturi Haf-
stein Lárusson, at bera út
jólastjørnur til ellisheim,
sambýli og sjúkrahús í
Føroyum.
Íslendska skaldið Kristján
Hreinsson hevur skrivað
yrking til føroyingar, sum
tøkk fyri lánið, og las hann
hana upp í veitslu í føroy-
ingafelagnum tann 1. nov-
ember.
Íslendingur, sum í mong
ár hevur framleitt náttúru-
filmar frá íslendsku náttúr-
uni, hevur valt at geva
Kringvarpi Føroya og Før-
oya Skúlabókagrunni hesar
filmar ókeypis.
Íslendski sangarin, Geir
Ólafsson, hevur verið í sam-
bandi við sendistovuna tí
hann vildi geva eitt jólalag
til føroyingar sum takk fyri
lánið. Talan er um eitt kent
jólalag, ið hann hevur fing-
ið týtt til høvið og sum
verður sent í ÙF.
Sangur og frípláss
Karlakór Reykjavíkur letur
40 ókeypis atgongumerki
stóru jólakonsert teirra í
Hallgrímskirkjuni til føroy-
ingar, sum tøkk fyri lánið.
Karlakórinn Fjallabræð-
ur, ið er eitt rokkmannskór
frá Vestfjørðunum, fer at
hava konsert í Tjóðminna-
savninum í Reykjavík sunn-
dagin 30. november klokkan
16.00. Í hesum sambandi
frumframføra teir eitt lag,
ið teir hava skrivað serliga
til føroyingar. Kórlimirnir
eru
vestanífrá,
millum
annað av Flateyri og Súða-
vík, og lagið er ein tøkk til
føroyingar fyri hvussu góðir
teir hava verið fyri íslend-
ingar gjøgnum árini
Handil á Laugarvegnum
letur serligan avsláttur til
føroyingar og lýst verður
við hesum við skelti í vind-
eyganum.
Privati lærdi háskúlin á
Bifrøst letur tvey ókeypis
pláss til føroysk lesandi
komandi lestrarár, sum tøkk
fyri lánið.
Eisini privati lærdi háskúl-
in í Reykjavík takkar føroy-
ingum fyri tann stuðul, sum
føroyingar altíð hava víst
íslendingum, tá ið á stendur.
Háskúlin í Reykjavík vil
gera alt, sum stendur í hans-
ara valdi til tess at styrkja
sambandið
landanna
millum og metir hægri les-
nað í Íslandi vera ein góðan
møguleika hjá føroyingum
og tekur í hesum sambandi
upp samráðingar við før-
oyska mentamálaráðið
Teldupostar
Her er eitt dømi um ein
teldupost, ið vit hava fingið
frá einum íslendingi:
“Ágætu Færeyingar.
Varla er hægt með orðum
að lýsa flví flakklæti sem
við almenningur á Ísandi
berum í hjörtum okkar, til
ykkar Færeyinga, fyrir flá
óeigingirnu aðstoð sem flið
hafið veitt okkur á flessum
hremmingartímum.
Eins og fram kemur í
eftirfarandi setningu sem
höfð er eftir Davíð Oddsyni
seðlabankastjóra:
“fiað hefur verið sagt, að
sannir vinir séu fleir hóglátu
englar sem lyfta undir mann
flegar maður sjálfur hefur
misst flugið. Færeyingar eru
fless háttar
englar, hafi fleir heila flökk og
blessun,,.
Takk fyrir,
Guðbjartur G. Gissurarson
Fífuhvammi 31
200 Kópavogi
Ísland”
Eisini hava íslendingar sett
eina heimasíða á stovn. 25.
november høvdu 25766
íslendingar takkað Føroyum
fyri lánið.Slóðin er http://
faroe.auglysing.is/
Handil hevur føroyskar
dagar RV-handil lýsir við
‘føroyskum degi’, har bjóð-
að verður uppá “føroyskar”
bollar, vafflur o.a.
Ein bólkur er stovnaður á
Facebook har íslendingar
kunnu gera seg til “frændir
færeyinga”. Bólkurin hevur
í løtuni 6612 limir og av
hesum eru 236 sum hava
valt at skriva eina heilsan á
veggin. Eisini eru 9262
íslendingar, í sambandi við
lánið, blivnir “tilhangarar
hjá føroyingum” á face-
book.
Kelda: Íslendska sendi-
stovan í Reykjavík
Íslendingar takka føroyingum
Higartil hava 6500 fólk sæð
Klintrimús og hini dýrini
í Valbakkaskógini. Eftir
seinastu sýning hava vænt
andi 8000 fólk sæð leikin
Savnsmynd