Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 10
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 10

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

10 sosialurin 6. februar 2009 Lestrarblaðið Føroya Læraraskúli Í august á hvørjum ári er møguleiki at fara undir lestur til fólkaskúlalærara og pedagog á Føroya Læraraskúla, sum er partur av Fróðskaparsetri Føroya. Treytin fyri at sleppa inn á útbúgvingarnar er miðnámsprógv. Um umsøkjari ikki hevur miðnámsprógv, men møguliga aðrar útbúgvingar og royndir, so verður í hvørjum einstøkum føri mett um, um hesar kunnu bera upptøku við sær. Á sumri í 2008 varð farið undir at broyta innihaldið í báðum útbúgvingunum. Talan er um royndarskipan, sum tað verður arbeitt við at fáa inn í nýggjar formligar ásetingar. Báðar útbúgvingarnar eru skipaðar sum trý ára Bachelor lestur. Lesturin er býttur upp í lestrarhálvur, og BA lesturin er seks lestrarhálvur, t.e. 180 ETCS. Tey lesandi eru í skúla tríggjar dagar um vikuna. Tímatalið er umleið 15. Tveir dagar um vikuna eru settir av til sjálvlestur. Tá ið BA uppgávan er góðkend, verður lisið í eitt ár aftrat fyri at fáa diplom at arbeiða sum lærari ella pedagogur. Møguleikin fyri Master lestri eftir lokið BA verður kannaður. Um hetta verður veruleiki, so verður møguleiki at lesa 2 ára MA eftir BA ella eftir 4 ára lærara- ella pedagoglestur. Fyrsta royndarárið í nýggju útbúgvingunum er skipað í tvær lestrarhálvur: 1. lestrarhálva hevur verið felags lestur fyri lærara- og pedagoglesandi. Innihaldið hevur verið skeið í vísindaástøði, barna- og ungdómsmentan, skapandi læru, siðalæru og lívsáskoðan, móðurmálinum og í samskifti. Eftirmetingarnar av skeiðunum hava verið ymisk sløg av skrivligum uppgávum og munnligar framløgur. 2. lestrarhálva lesa pedagoglesandi fyri seg og lærara- lesandi fyri seg. Í báðum førum er innihaldið psykologi, pedagogikk, didaktikk og starvslæra. Lestrarhálvan endar við skrivligari uppgávu, sum í summar skal leggjast fram í munnligari próvtøku. Í løtuni verður arbeitt við at skipa innihaldið í 2., 3. og 4. lestrarári. Umleið 240 lesa til pedagog og lærara á Føroya Læraraskúla. Heimasíða www.flsk.fo Tekniski Skúli Á teknisku skúlunum verður handverk tvinnað saman við ástøði. Flestu næmingarnir eru lærlingar, sum hava eitt lærupláss, har teir starvast, tá teir ikki eru í skúla. Skift verður um at verða á arbeiðsplássinum og í skúlanum, longri og styttri tíðarskeið í senn. Tekniski skúlin í Havn hevur Bildeild, Smiðjudeild, El-deild, Maskindeild, Stíl & Snið og Timburdeild, har bæði snikkaralærlingar og timburmannslærlingar ganga. Í Klaksvík hevur Tekniski Skúlin El-deild, Maskindeild, Snikkaradeild og Timburdeild. Báðir skúlar bjóða harumframt SIT útbúgving, ið er ein 2 ára long støðisútbúgving. Leysliga kann sigast, at SIT útbúgvingin er allur skúlaparturin av lærutíðini hjá lærlingunum. Í Havn ber til at velja ímillum træ, el, bil, stíl & snið ella metal. Í Klaksvík ber til at velja ímillum el, maskin ella timbur. Eftir 1. støðisár er møguleiki at fara í handverkslæru og fáa 20 - 25 vikur eftirgivið av skúlagongdini, um hetta samsvarar valda økið. Eftir 2. støðisár av SIT-útbúgvingini, er møguleiki at fara undir víðari lesna, eitt nú til maskinmeistara, el- innstallatør, industriel Designer, byggitøkning, framleiðslutøkning, verkfrøðing, arkitekt, designteknolog, o.a. Tekniski Skúlin í Havn bjóðar eisini fólki at útbúgva seg víðari til Byggitøkning og Framleiðslutøkning, um undirtøka er fyri tí. Á Tekniska Skúla í Klaksvík er eisini ein HT-útbúgving. Hetta er ein trýára ling útbúgving, ið serliga er ætlað teimum, ið hava áhuga fyri at arbeiða við tøkni bæði verkliga og ástøðiliga. Útbúgvingin er skipað við kravdum lærugreinum og vallærugreinum. Heimasíður: www.tst.fo og www.tsk.fo Ú T B Ú G V I N G A R Húsarhaldsskúlin Húsarhaldsskúlin hevur hvørt heyst eitt langt húsarhalds- skeið, sum varir 26 vikur. Har er frálæra í lærugreinum sum brúkaralæra, reinføri, samfelagslæra, fyrstahjálp, brand- skeið og eisini verður kunnað um onnur evni í samráð við næmingarnar. Frálæra er eisini í aerobic og drama, og arbeitt verður tvørfakliga við ymiskum verkætlanum. Á hondarbeiðsøkinum er fjølbroyttar lærugreinar eitt nú seyming, leður- og skinnarbeiði, brodering, føroysk bond, silkimáling, patchwork. Næmingarnir skulu vera fyltir 16 ár, áðrenn skúlin byrjar, og búð verður á skúlanum. Skeiðsvirksemi: Í várhálvuni bjóðar skúlin ymisk styttri skeið. Dømi um evni eru: ”Vigar tú ov nógv”, ”heilsugóður matur” og hond- arbeiðskeið. Skipað verður fyri ymiskum hondarbeiðs- skeiðum, bæði sum vikuskiftisskeið og sum vikuskeið. Undirvíst verður í seyming av vestum og buksum til føroyska mannfólkabúnan. Skeið sum ”Heilsugóður matur og handarbeiði” eru afturvendandi tiltøk og skeiðluttakarnir koma úr øllum landinum. www.husarhaldsskulin.fo Sjúkrarøktarfrøðinga­ skúli Føroya Á Sjúkrarøktarfrøðiskúlanum er kjarnin í virkseminum at útbúgva sjúkrarøktarfrøðingar og at skipa fyri eftirútbúgving av sjúkrarøktarfrøðingum og heilsustarvsfólkum. Tað er bert ein sjúkrarøktarfrøðingaskúli í Føroyum, og hann er í Havn. Ùtbúgvingin var broytt fyri tíð síðani, soleiðis, at hon nú er ein bachelorútbúgving. Skúlatíðin, sum er 4 ár, er býtt upp í 8 lestrarhálvur, sum so aftur eru býttar sundur í ein praktiskan part og ein ástøðiligan part. Fyrst verður gingið í skúla, og so verður farið út á til dømis sjúkrahús og røktarheim at nýta tað í praksis, sum teoriin hevur verið um. Næmingar verða tiknir inn einaferð um árið, og undirvísingin byrjar umleið 1. februar á hvørjum ári. Umsóknarfreistin er fyrst í november, og bert ein flokkur, 22 næmingar, verða tiknir inn um árið. Á skúlanum eru 10 lærarar, 2 skrivarar og umleið 80 lesandi tilsamans. Sum sjúkrarøktarfrøðingur hevur tú nógvar møguleikar at útbúgva teg víðari og eisini at arbeiða uttanlands. Eisini er møguleiki at fara uttanlands í praktikk, og tað eru nógv, ið nýta henda møguleika. Heimasíða www.srfs.fo