fríggjadagur 6. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
11
tíðindi
Nr. 26 - 6. februar 2009
Lótu skutara úr
Um sjeytíðina í gjárkvøldið meldaði eigarin av einum skutara,
at alt var stolið av honum. Bara sjálvt stellið stóð eftir. – Helst
eru tað ungfólk, sum hava ribba skutaran, men hetta er ikki eitt
mál vit gera so nógv við, sigur vakthavandi á politistøðini í
Havn. Hann vísir tó á, at hesi mál vera loyst oftari enn fólk
flest halda. – Ofta eru tað teir somu, sum gera tílíkt í eina tíð.
Tá vit so finna fram til viðkomandi, sum seldur lutir ella
okkurt tílíkt, so loysa vit ofta eina rúgvu av málum, sigur
vakthavandi. Tað er eisini soleiðis, at fingramerkir ofta eru, tá
tílíkt verður gjørt, og hesi kunnu ofta nýtast at loysa mál, tá tað
eru fólk, sum politiið kennir, sum gera stuldurin.
Meldaði børn fyri kavabløk
Ein kona í Sørvági meldaði í gjárkvøldið nøkur børn í bygdini.
Børnini kastaðu kavabløk á húsini, og hetta østi konuna so mikið, at
hon meldaði hetta til løgregluna. – Politiið kom á staðið, men tá vóru
børnini burtur. Tey eru altíð skjótari enn vit, tá tað er okkurt tílíkt,
sigur vakthavandi á politistøðini í Havn. Hann greiðir somuleiðis frá,
at sum oftast verður onki gjørt við tílík mál, men eru teir úti, so
koyra teir ein túr. Tað kemur tó ofta fyri, at børn verða meldaði fyri
tílíkt. – Tað eru nøkur, sum eru eitt sindur smásár, og melda tílíkt.
Tað er eisini har, børnini gera mest fortreð, staðfestir vakthavandi.
Nýggjárskonsertin hjá
Symfoniorkestrinum,
sum Kringvarp
Føroya hevur varpað
út seinastu 10 árini, er
í vanda. Framleiðslan
er kostnaðarmikil,
og tí skal nýggj avtala
fáast í lag
Mentan
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Tað er í løtuni óvist við
Nýggjárskonsertini hjá Før
oya Symfoniorkestri, sum
øll árini hevur verið send
beinleiðis um útvarpið og
sjónvarpið
hjá
Kring
varpinum. Føroya Symfoni
orkestur hevur fingið at
vita, at partarnir mugu sam
ráðast um nýggja avtalu, tí
tað er vorðið ov dýrt hjá
Kringvarpinum at senda
Nýggjárskonsertina.
Annika Miðtún Jacobsen,
stjóri í Kringvarpinum, vátt
ar at Symfoniorkestur Før
oya kennir sviðan av spar
ingum, sum raka Kringvarp
ið í løtuni. Stóri trupulleikin
hjá Kringvarpinum, er at
játtanin ikki er vaksin sein
astu fimm árini, samstundis
sum pensiónir og lønir á
hvørjum ári hækka. Tí
mugu avtalurnar hjá Kring
varpinum endurskoðast, og
ein av hesum er avtalan við
Føroya Symfoniorkestur.
Tað er vorðið siðvenja,
at Kringvarpið tey seinastu
10 árini hevur sent Nýggj
árskonsertina hjá Føroya
Symfoniorkestri beinleiðis.
Men tað er ein dýr fram
leiðsla, bæði viðvíkjandi
uppseting og sendiútreiðsl
um. Vit vilja fegin senda
konsertina til Føroya fólk.
Men eingin skrivligur sátt
máli hevur verið um at
senda konsertina, og tí ætla
vit at gera ein formligan
sáttmála við Føroya Sym
foniorkestur, sigur stjórin
fyri Kringvarp Føroya.
Annika Miðtún Jacobsen
sigur, at tilfar sum Nýggjárs
konsertin, er gott tilfar at
senda, men at hon sam
stundis er ov kostnaðarmikil,
og at tað serliga er sjón
varpsframleiðslan, ið kostar
Kringvarpinum. Tað kostar
Kringvarpinum
50.000
krónur at taka upp og senda
Nýggjárskonsertina,
um
framt 50.000 krónur í rætt
indum.
Sum skilst, fara partarnir
at fundast um sáttmála í
næstum.
Listamaðurin Oggi
Lamhauge er í holt
við øðrvísi verk
ætlan. Hann hevur
flutt seg inn á økið,
sum annars ikki
verður dyrkað í Før
oyum, nevniliga
installatiónslist. Hann
hevur gjøgnum eitt
ár sýnt fram installa
tiónir við tilfari úr
náttúruni, ið ímynda
ævigu ringrásina
List
Eilen Anthoniussen
eilen@sosialurin.fo
Oggi Lamhauge, ið dagliga
starvast í Listasavni Føroya,
hevur í eitt ár sýnt fram
listarligar installatiónir í
hølunum hjá Kunningar
stovuni í Havn. Hann hevur
við installatiónunum tikið
náttúruna inn í framsýn
ingarhølið, við at nýta tilfar
sum tara, sand, eplir, bløð
og annað, ið er at finna í
náttúruni.
Her er talan um eitt slag
av umhvørvislist. Tað er at
líknað við stílin Land art, ið
var sera væl umtóktur í
USA seinast í 1960 árunum
og fyrst í 1970 árunum.
Fyri meg persónliga er tað
ein undran yvir tað, sum er
skapt, niðurbrýtist og endur
skapar seg, sigur Oggi Lam
hauge um sína verkætlan.
Installatiónslistin verður
annars ikki dyrkað í Før
oyum, ikki á sama hátt sum
landslagið verður dyrkað
av myndlistafólki. Í okkara
grannalondum
er
meir
teknisk breidd at síggja,
heldur Oggi Lamhauge.
Hann greiðir frá, at til árligu
framsýningarnar, har øll
hava møguleika at senda
inn tilfar, er sjáldsamt at
síggja installatiónir. Eitt nú
er sjáldsamt við videoverk
um, hóast fleiri listafólk
fáast við video og list. Í
staðin eru ofta millumting
millum
standmynd
og
installatión at finna í fram
sýningunum.
Æviga ringrásin
Oggi Lamhauge hevur kort
ini gjørt eina roynd við
installatiónum. Tað var í
samband við framsýningina
Natúrligvís, ið varð sett upp
í Norðurlandahúsinum, at
Oggi Lamhauge avgjørdi at
seta hol á egna framsýning.
Við á Natúrligvís framsýn
ingini, hevði Oggi Lam
hauge ein ring úr torvi, sum
við Natúrligvís ferðaðist
runt í verðini. Við Ringrás
verkætlanini hevur hann
gjørt tað øvugta, og í staðin
tikið náttúrliga tilfarið úr
náttúruni, og inn í eitt høli
við skiftandi installatiónum.
Eg eri ikki vistfrøðiliga
drivin ella nakað. Men
náttúran
hugtekur
meg.
Hendan æviga ringrásin í
náttúruni og í lívinum, sigur
Oggi Lamhauge.
Heldur ikki er hann á
nakran hátt buddhistiskur í
síni tilgongd til sína list,
men í staðin fer hann inn í
listina við síni kristnu bak
grund.
Hetta er mín undran
yvir
skaparaverkið,
tað,
sum vit síggja. Hendan
æviga ringrásin, sum er ein
livandi og ein doyggjandi
partur av árinum, og sam
stundis okkara lívi.
Ringrás ímyndar eitt ár,
ein ring. Hugskotið er, at
tilfarið í framsýningini for
gongur ella fer aftur til
náttúruna.
Samanumtikið
er Oggi Lamhauge væl
nøgdur við verkætlanina.
Hetta
hevur
verið
ein
eksperimenterandi verkætl
an, sum hann so hvørt hevur
uppfunnið. Tað einasta, ið
var fastlagt frammanundan,
var tíð og rúm, ið vóru
karmar um framsýningina.
Einasta dokumentatión er
myndatøkan av hvørjari
installatión, og tær myndir
nar skulu nýtast til bókina,
sum skuldi verið útkomin.
Saman við teksti, ið hóskar
til hvørja árstíð, skal bók
gevast út um installatiónina.
Tey, ið hava fingið til upp
gávu at skriva tekst og
yrkingar til bókina, eru
Rakel Helmsdal, Oddfríður
Marni Rasmussen, Sigri
Gaini og Petur Pólsson, og
verður bókin væntandi á
gøtuni skjótast gjørligt.
Æviga ringrásin á bók
Nýggjárskonsertin í vanda
Oggi Lamhauge leggur seinastu hond á verkætlanina Ringrás. Í eitt ár hevur0 hann gjørt installatiónir við tilfari úr náttúruni, avmyndað tær og arbeiðir
í løtuni við at savna tær í bók
Mynd: Jens Kristian Vang