fríggjadagur 6. februar 2009síða 11
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 6. februar 2009
11
Lestrarblaðið
Heilsuskúlin
Á Heilsuskúla Føroya kanst tú útbúgva teg til Heilsuhjálpara og Heilsurøktara.
Heilsuhjálparaútbúgvingin tekur 1 ár og 3 mánaðir, har skift verður ímillum
at vera á skúla og úti í starvsvenjing á stovnum og røktarheimum. Til
heilsuhjálpara krevst 9. flokkur + eitt ára starvsroyndir ella 10. flokksprógv.
Sum útbúgvin heilsuhjálpari, kanst tú útbúgva teg víðari til heilsurøktara.
Starvspláss hjá heilsuhjálparum eru til dømis Nærverkið, Ellis- og røktarheim,
Sambýli, Sum stuðul
Í Heilsurøktaraútbúgvingini, sum tekur 1 ár og 10 mánaðir, er helvtin ástøði
og helvtin starvsvenjing. Til heilsurøktara krevst heilsuhjálparaútbúgving ella
onnur útbúgving og arbeiðsroyndir, sum svara til heilsuhjálparaútbúgvingina í
longd.
Sum heilsurøktari kanst tú fara víðari til fysioterapeut, ergoterpeut, sosial-
ráðgeva, sjúkararøktarfrøðing ella námsfrøðing í Danmark. Flestu víðari
útbúgvingar krevja tó ískoytislærugrein. Eisini ber til at útbúgva seg til
sjúkraflutningstarvsfólk.
Starvspláss hjá heilsu-
hjálparum og -røktarum eru
til dømis Nærverkið, Ellis- og
røktarheim, Sambýli, Sum
stuðul, Sjúkrahúsverkið,
Psykiatriska økið.
Tað er stórur eftirspurningur
eftir heilsuhjálparum og
heilsurøktarum, tí er lætt at
fáa arbeiðið eftir lokna
útbúgving. Heilsuskúlin flytur
væntandi í nýggj høli um
ársskiftið 2008/09.
www.heilsuskulin.fo
Kokkaskúlin
Kokkaskúlin í Klaksvík er sum orðið sigur, ein
skúli fyri kokkar. Skúlin gevur fyrst og fremst
førleikar til kokkaarbeiði umborð á skipi, men
fleiri eru tey, ið við pappírunum eru farin á
dagstovn og røktarheim at arbeiða sum
kokkar.
Kokkaskúlin tekur næmingar inn tvær ferðir
um árið. 12-14 næmingar eru vanliga í
hvørjum flokki. Flestu næmingarnir eru
mannfólk, og øll hesi árini, Kokkaskúlin hevur
havt undirvísing, hevur tað bara verið eitt ár,
har kynsbýtið hevur verið javnt.
Undirvísingin á Kokkaskúlanum í Klaksvík
er eitt grundskeið. Tað gevur ikki atgongd til
víðari útbúgving sum kokkur, men gevur
møguleika til kokkaarbeiði á landi og sjógvi,
har tað sjáldan eru krøv til útbúgving á
økinum. Undirvísingin er blandað við
praktiskari og teoretiskari undirvísing.
Undirvíst verður í føroyskum, donskum,
enskum og rokning, umframt føðslulæru,
reingerð og proviantering. Tveir
undirvísarar eru í matgerð, meðan lærarar
frá Sjómansskúlanum undirvísa í hinum
lærugreinum.
Kokkaskúlin í Klaksvík heldur til á
Sjómansskúlanum á Garðavegnum í
Klaksvík.
Arbeitt verður í løtuni við eini kunngerð,
sum gevur kokkum frá Kokkaskúlanum
møguleika at søkja um merit, um teir
ynskja at fara undir víðari lesnað.
Skúlin er at finna á
www.klaknav.fo
Fiskivinnuskúlin
Fiskivinnuskúlin í Vestmanna er ein alternativ miðnámsútbúgving, ið gevur
atgongd til víðari lesnað.
Útbúgvingin gevur eitt HIF prógv, sum kann sammetast við HH og HT.
Tað er ein sonevnd yrkis-gymnasial útbúgving. Samstundis sum hon er
vinnulísrættað er hon eisini lestrarfyrreikandi.
Prógvið gevur sostatt førleikar til bæði vinnulívsarbeiði og hægri lestur.
Undirvísingin er skipað soleiðis, at fyrsta árið er eitt støðisár og síðani
eru tvey ár við bæði vallærugreinum og kravdum lærugreinum. Bæði
yrkislærugreinum, men eisini vanligu gymnasialu lærugreinunum.
Hóast mong halda tað, so snýr Fiskivinnuskúlin seg ikki bert um
fiskivinnu, men um vinnu og tilfeingi sum heild. Dentur verður serliga
lagdur á matvørður, íverksetan og verkætlanararbeiði.
Fiskivinnuskúlin tekur ein flokk inn árliga, eftir summarferiuna. Tað vil
siga, at umleið 22 næmingar byrja hvørt summar.
Í februar flytir skúlin í nýggj høli á bryggjuni í Vestmanna.
www.fiskvest.fo
Í
F
Ø
R
O
Y
U
M
Vinnuháskúlin
Vinnuháskúlin bjóðar fýra útbúgvingar: Skipara, Skipsførara, Maskinist og
Maskinmeistara.
Upptøka av næmingum fer fram tvær ferðir um árið, eftir nýggjár og eftir
summarfrítíðina. Somuleiðis er próvtøka tvær ferðir um árið til allar útbúgvingar
Maskinmeistari:
Maskinmeitaraútbúgvingin tekur 3 ár. Hon er bygd upp sum ein modulskipan,
har modulini vara eitt hálvár. Hvørt hálvár vera undirvísingarmodul koyrd, sum í
flestu førum enda við próvtøku við endan á hálvárinum. Næsta hálvár koyra so
nøkur onnur modul. Útbúgvingin gevur førleika til fáa sjóvvinnubræv, tá ið
krøvini til starvsvenjing eftir manningarlógini eru lokin. Hetta gevur rættindi at
sigla sum maskinmeistari, við rang samsvarandi starvsvenjing, á øllum støddum
av motorskipum.
Maskinist:
Maskinistútbúgvingin tekur umleið 9 mánaðir. Her ganga næmingarnir fyrst í
skúla í 1⁄2 ár, og fáa undirvísing í teknisku fakunum. Eftir próvtøku í teknisku
fakunum, vera neyðug skeið tikin og tekur hetta á leið 3 mánar. Útbúgvingin
gevur førleika til at sigla við rang upp til 2.maskinmeistara á øllum skipum, og
við rang upp til maskinstjóra við skipum við framtøkumegi upp til 2999 kW, tá
ið neyðug starvsvenjing er nádd.
Skipari og Skipsførari:
Skúlagongdin til skipara tekur 1 1⁄2 ár. Upptøkukravið til skipara er, at tú hevur
minst 12 mánaðar samlaða siglingstíð við skipum yvir 20 BT. 3 mánaðir av
hesum við fiskiskipum yvir 20 BT. Harafturat krevst góðkend sjón- og hoyrna-
roynd (bláabók), sum er yngri enn 3 ár, og fráfaringarroynd fólkaskúlans við
próvtalinum 6 í viðkomandi lærugreinum.
Skúlagongdin til skipsførara tekur 1 1⁄2 ár til skipara og síðani 1 1⁄2 ár til
Skipsførara tað vil siga trý ár í alt. Upptøkukravið til skipsførara er, at tú hevur
staðið útbúgvingina til skipara. Harumframt 6 mánaðir við skipum yvir 500 BT.
Harafturat krevst góðkend sjón- og hoyrnaroynd (bláabók), sum er yngri enn 3
ár, fráfaringarroynd fólkaskúlans.
Skúlin lýkur STCW krøv, og tað merkir, at útbúgvingarnar eru á altjóða støði
og geva arbeiðspláss kring allan heim.
Í dag ganga yvir 200 næmingar á skúlanum.
www.vinnuhaskulin.fo