Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 12
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 12

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

12 tíðindi Nr. 26 - 6. februar 2009 Seinastu dagarnar hava Enniberg og hinir flakatrolararnir, sum enn royna í gráu leiðini, havt rættiligan rokfiskiskap. Fiskiskapurin er so góður, at Enniberg lá stillur, og manningin arbeiddi undan, tá vit høvdu reiðaran í telefonini í morgun. Soleiðis, sum gongdin er í løtuni, fáa teir eini 25 tons av flaki lastina um samdøgnið Fiskivinna Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Tá flakatrolararnir herfyri noyddust at rýma úr norsk­ um sjógvi, tí norð­menn settu seg upp á afturbeinini, tá teir í fyrstu syfti ikki kundu fáa meginpartin av eykakvotuni av makreli, lógu skipini í góð­um fiskiskapi. Úr norskum sjógvi fóru flakatrolararnir í gráu leið­­ ina, har fiskiskapurin hevur verið­ misjavnur. Í byrjanini vóru skipini heppin og fingu skipini væl, men síð­an fingu tey minni. Beint áð­renn samráð­ing­ arnar millum Føroyar og Noreg um nýggjan fiski­ rættindasáttmála komu upp á pláss fyrr í hesi vikuni, brendu skipini í rættiligan rokfiskiskap í gráu leið­ini. Flakatrolarar rokfiskiskap í gráu leiðini Teir liggja í rokfiskiskapi í gráu leiðini. Nógv meira fiskur er at fáa, enn maskinur og manning megna at arbeiða undan. – Vit kunnu ikki fiska meira, enn vit klára at arbeiða undan, men vit spara olju, sigur reiðarin, Mortan Johannesen Estee Lauder sigur upp Amerikanska smyrslfyritøkan Estee Lauder kunngjørdi í gjár, at hon fer at siga 2.000 fólkum úr starvi í næstum fyri at bøta um raksturin. Fyritøkan sigur, at vinningurin minkað­i næstan 30 prosent teir seinastu tríggjar mánað­irnar í fjør. Hetta tíð­arskeið­ið­ var vinningurin 158 milliónir dollarar ímóti 224 milliónum dollarum somu mánað­ir í 2007. Sølan minkað­i eisini. Seinasta ársfjórð­ingin í fjør seldi fyritøkan fyri góð­ar tvær milliardir dollarar, sum var 11,6 prosent minni enn í oktober ársfjórð­ingi í 2007. Hevur 24 fingrar og tær Á einum sjúkrahúsi í Kalifornia hevur ein kvinna átt ein drong, sum hevur seks fingrar á hvørjari hond og seks tær á hvørjum fóti. Í læknavísindini eitur hetta fyribrigdið­ polydactylism. Tað­ er ikki óvanligt, at børn verð­a fødd við­ fleiri fingrum ella tóm enn vanligt, men sambært læknunum er tað­ sjáldsamt, at børn hava 12 fullbornar fingrar og 12 fullbornar tær sum hesin drongurin. Ein barnalækni á sjúkrahúsinum sigur við­ AP, at drongurin verð­ur ivaleyst óførur klaver­ ella guitarleikari, tá hann verð­ur vaksin. Sonna Johannesen, skipara, dámar væl, tá tað er rokasligt, og nú liggja hann og manning hansara í rokfiskiskapi í gráu leiðini, samstundis sum Noregs-sáttmálin er komin upp á pláss Mynd: Vilmund Jacobsen