fríggjadagur 6. februar 2009síða 12
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
12
sosialurin 6. februar 2009
Lestrarblaðið
Navn:
Dávur Skaale Clementsen
Hvagani ert tú:
Tórshavn
Hvat hevur tú lisið:
Bachelor of Computer Science
Hvar hevur tú lisið:
La Trobe University, Melbourne,
Avstralia (www.latrobe.edu.au)
Hvørjar arbeiðsmøguleikar
gevur tað:
Nógvar, til dømis eitthvørt innan
teldu forritan, KT konsulent,
forritari, projekt leiðari
Hvussu kanst tú lýsa skúlan:
Skúlin liggur umleið 25 min frá
mið-Melbourne. Umhvørvið er
rættiliga idylliskt. Ein blanding av
grønum fløtum, trøum, caféum,
matstøðum og sjálvandi
fyrilestrarhølum. Avstraliarar eru
serkendir fyri at vera vinarligir, so
tað er lætt at føla veruligan
samfelagsstemning við meira enn
25 túsund lesandi á La Trobe.
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið:
Lestrarlívið er akkurát sum tú gert
tað. Tað er lætt at fáa hjálp við
skúlatingunum, og tað er lætt at
taka hugin av skúlatingunum. Har
er altíð nokk av hjálp at heinta,
um ein hevur nakrar akademiskar
trupulleikar. Hvørt fakið hevur
vanliga 5-6 tímar um vikuna av
fyrilestrum og praktiskari frálæru.
Umframt tað, eru professorarnir
sera atkomuligir, um tær tørvar
meiri hjálp. Samstundis er eisini
nokk at gera í frítíðini. Melbourne
er ein sera lívligur býur. Har er
nógv at gera og har hendir altíð
okkurt - t.d. Australian Open, ið
er í gongd beint nú, Australian
Grand Prix, ’Aussie rules’
(avstralskur fótbóltur) og stór
tónleikatiltøk eru altíð á skránni.
Fyrimunir og vansar av at lesa,
har tú vart:
Avstralia er væl turrari enn
Føroyar. Tað er ein stórur
fyrimunur í mínari verð. Viðvíkj-
andi framtíðar arbeiðsmøguleikum
trúgvi eg eisini, at ein altjóða
útbúgving er ein fyrimunur. Ein
vansi, harafturímóti, er sjálvandi,
at man er óalmindiliga langt
heimanífrá. Ein flogferð heim
tekur 20 tímar, ella har á leið, og
kostar eitt pent oyra. Man kann
ikki líka hoppa heim til jóla,
ólavsøku og til
summarfestivalarnar
Ú
T
B
Ú
G
V
I
N
G
A
R
U
T
T
A
N
L
A
N
D
S
Navn:
Kára Dam
Hvagani ert tú:
Eg eri av Norðasta Horni í Havn
Hvat hevur tú lisið:
Eg havi lisið Airline Transport Pilot
Licence (ATPL)
Hvar hevur tú lisið:
Eg havi lisið á einum skúla, ið
eitur Airmed og er í Valencia,
Spania.
Hvussu kanst tú lýsa skúlan:
Skúlin er ein internationalur skúli
og undirvísinging er á enskum og
sponskum. Teir hava vanliga 2
klassar koyrandi í senn. Annar á
enskum og hin á sponskum, so ein
kann velja. Fyri at nýta høli,
flogfør, lærarar og hvørt av sínum
sum best, hevur skúlin undirvísing
aðru hvøja viku frá 09:00-14:00
og aðru hvørja 15:00-20:00 –og
spanski klassin umvent.
Hvussu kanst tú lýsa lestrarlívið:
Tað var ógvuliga strævið og hart
tíl tíðir. Serliga byrjanin við tað,
at tað bara var skúlagongd og alt
var nýtt. Teir fyrstu 9 mánaðirnar
høvdu vit skúlagongd og eitt
sindir av flúgving samstundis. Tá
so tað mesta av skúlagongdini og
royndirnar vóru lidnar, var eitt
sindir lættari. So var bert eftir at
fáa flúgvitímar, og tað tekur ikki
so øgiliga langa tíð at fyrireika
seg til áðrenn. Tá høvdu vit tíð at
fara út og uppliva landið eitt
sindur meiri, og kanska ein
dagur ella tveir fóru við at liggja
uppá longs á strondini.
Fyrimunir og vansar av at lesa,
har tú vart:
Ein fyrimunur var heilt sikkurt tað
góða veðrið. Tað var sjáldan, at
vit ikki kundu flúgva vegna veður.
Ein annar fyrimunur var at uppliva
eina nýggja mentan og møta fólki
allastaðni frá. Har á skúlanum
vóru fólk úr Norra, Danmark,
Englandi, India, Ísrael, Italia, Iran,
Sri Lanka, Algeria o.s.f. Tá eg
kom til landið, fekk eg eisini góða
hjálp frá skúlanum. Tey sendu
onkran á flogvøllin at heinta meg,
og tey funnu eisini eina íbúð, har
eg búði saman við tveimum
øðrum úr mínum flokki. Ein av
vansunum við at lesa har var
teirra avslappaði holdningur til
alt. Tað var einki, sum ikki kundi
bíða til ”manana” ella í morgin,
sum vit siga. Tað hevði so eisini
við sær at útbúgvingin tók góðar
6 mánaðir longri enn væntað.
Tað var sjáldan, at vit ikki kundu
flúgva vegna veður.
Kára Dam