Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 13

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

13 tíðindi Nr. 26 - 6. februar 2009 Nógvar eru søgurnar um bestu túrarnar, størsta toskin ella størsta kalvan, men oftast hevur onkur verið størri enn júst tann, tú frættir um Toskur Vilmund Jacobsen vilmund@sosialurin.fo Fiskiskapurin hjá føroysku flakatrolarunum í gráu leiðini hevur seinastu dag­ arnar verið rættiliga góður, eins og fiskurin hevur verið stórur og góður. Í gjárkvøldið fingu vit hesar myndirnar sendandi av Ennibergi, sum enn fiskar í gráu leiðini, hóast sínámillum fiskiveiðisátt­ málin millum Føroyar og Noreg umsíðir er komin upp á pláss. Eingin regla fylgdi við hesum meyli, bert myndir, og vit hava ikki havt sam­ band við Enniberg í morgun. Men myndirnar tala fyri seg. Hetta er ivaleyst størsti toskurin, sum Enniberg higartil hevur fingið á hesum túri, sum byrjaði ein av seinastu døgunum í desember. Tá vit tosaðu við reiðaran, Mortan Johannesen, í morgun, hevði hann júst hava systkinabarnið og skiparan á Ennibergi, Sonna Johannesen, í telefonini. ­ Jú, eg havi skilt, at teir hava fingið ein so stóran tosk, sum teir hava avmyndað umborð, áðrenn hann fór til virkingar. Mortan sigur seg ikki hava sæð myndirnar, men hevur skilt, at ungi maðurin, sum heldur toskinum, er 17 ára gamli abbasonur hansara, Mortan, sonur dóttrina Helenu. Eftir mátinum, vit duga at síggja, er hesin fiskur í minsta lagi millum 144 og 146 cm. langur, og hann er sera væl í holdum. Vit hava nevniliga fingið eina aðra mynd, sum ikki er við í blaðnum í dag, og her sæst, at toskurin hevur nevnda mát, sum má sigast at vera ein rættiliga stórur fiskur. Sjómanssøgurnar um stórar túrar og stórar fiskar eru nógvar, og Mortan Johannesen sigur, at í langa tíð hekk mynd í radiorúm­ inum umborð á Ennibergi av einum toski, teir einaferð fingu á Kappagrunninum á vesturlandinum. ­ Taki eg ikki feil, máldi hesin toskurin heilar 172 cm., sigur Mortan Johanne­ sen, reiðari, sum vit annars práta við í hinari greinini á hesi opnu. Abbasonur reiðarans við yvirvaksnum toski Toskurin, sum teir herfyri fingu við Ennibergi, máldi millum 144 og 146 cm. Hetta er ein stórur fiskur, men ikki hin størsti, sum teir hava fingið Abbasonur reiðarans, 17 ára gamli Mortan, við stóra toskinum, sum teir um dagarnar fingu í gráu leiðini Bin Laden søkti starv Tað kom ikki óvart á leiðsluna á avstralsku ferðaskrivstovuni Tourism Queensland, at 11.000 fólk søktu starvið sum umsjón­ armaður á Hamilton­oyggjunum við tað víðagitna Great Barrier. Men starvsfólkini gjørdust ikki sørt ørkymlað, tá tað vísti seg, at ein av umsóknunum var frá einum, ið nevndi seg Osama bin Laden. Umsóknin var á sjónbandi og vardio 30 sekund. Leiðslan í Tourism Queensland sigur tó, at hesin umsøkjarin fær ikki starvið. Leigudrápsmenn í Moskva Ein fyrrverandi borgarstjóri í kekenska høvuðsstaðnum Grozny varð myrdur í Moskva gjáranáttina. Russisku myndugleikarnir siga, at Gilani Shepijeva var raktur av trimum skotum, og at hann doyði beinanvegin. Fyri tveimum árum síðani varð roynt at beina fyri honum, men ta ferðina miseydnaðist tað. Eitt annað morð var í Moskva gjáranátina. Tað var ein oljuhandilsmaður úr Georgia, sum bleiov skotin, tá hann var farin út at spáka við hundinum. Russiska løgreglan heldur, at talan er um leigudrápsmenn í báðum førum. Rættilig rokveiða ­ Tað hevur verið rættilig rokveiða seinastu dagarnar, og fiskurin hevur verið sera góður. So nógv hevur verið at fingið, at maskinur og manning ikki hava megnað at arbeitt allan fiskin undan, sum teir hava kunnað fingið. Tí hava teir ligið stillir ein part av tíðini, meðan veiðan er fingin til høldar. Tað sigur Mortan Jo­ hannesen, reiðari á Enni­ bergi, sum hevði skiparan, Sonna Johannesen, í telefonini í morgun. ­ Seinastu dagarnar hevur manningin á Ennibergi fingið eini 25 tons av flaki í lastina um samdøgnið. Reiðarin vísir á, at nógv meira fiskur hevur verið at fingið enn tað, sum letur seg gera at arbeiða undan, men tá skipini liggja still, brúka tey samstundis minni olju. Mortan sigur, at hóast fram úr góða fiskiskapin í gráu leiðini seinastu dagar­ nar, er ætlanin hjá skipar­ anum at seta kós í norskan sjógv sunnudagin. ­ Tað er sjálvandi keðiligt at rýma úr góðum fiski­ skapi, men vit eiga eisini hýsu og upsa í norskum sjógvi, sum skal fiskast nú, áðrenn fiskurin gýtir. Tað er sjálvandi umráðandi, at vit veiða tær kvotur, vit eiga. Reiðarin heldur, at Enniberg, sum byrjaði túr ein av seinastu døgunum í desember, nú hevur eini 430 tons av flaki. ­ Tað er bara eitt sindur óhugaligt at tosa um, at nógvur fiskur er at fáa – og at tað gongur væl, tí tað vísir seg, at tað altíð er onkur, sum fær ilt av hesum, leggur hann aftrat. Misjøvn ár Mortan Johannesen sigur, at hetta er ikki fyrstu ferð, at flakatrolararnir hava rent seg í nógvan fisk í gráu leið­ ini hesa tíðina av árinum. ­ Tað eru ár, har nógvur fiskur hevur verið at fingið í gráu leiðini um hesa tíðina, men tað eru eisini ár, har tað hevur verið kolsvart við fiski. Reiðarin heldur, at fiskurin, sum flakatrolarar­ nir í seinastuni hava fingið, er fiskur, sum er á veg eystureftir í norskan sjógv at gýta. ­ Fiskiskapurin í gráu leiðini kann saktans roynast nakað væl út í februar, men tá ið líður longur út, kann veiðan minka burtur í einki. Hann fer nøkur ár aftur í tíðina og um tað mundið, tá herviligu ódnirnar herjaðu seinast í áttatiárunum. ­ Árini undan hesum fekst lítil fiskur, men tað vísti seg, at ódnirnar fluttu vatnnøgdina og kuldamarkið eysturyvir, soleiðis at fisk­ urin um hesar leiðir kom aftur. Ábendingar vóru Mortan vísir á, at nøkur ár herfyri fekst lítil og eingin fiskur um hesar leiðir og í russiskum sjógvi, men seinnu árini hava ábendingar verið um, at fiskurin fór at koma aftur. ­ Nú tørnaði fiskurin so ordiliga til aftur, og tað kunnu vit ikki annað enn fegnast um, leggur hann aftrat. Mortan Johannesen veit at siga, at enn royna teir tríggir av fýra flakatrolar­ unum í gráu leiðini, meðan Skálaberg er farin í norskan sjógv. ­ Teir, sum enn ikki hava sett kós í norskan sjógv, eru umframt Enniberg, Sunda­ berg og Vesturvón, sigur reiðarin.