Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 21

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Nr. 26 - 6. februar 2009 21 Gaza-geiran. Ísrael krevur, at vápnasmuglingin heldur uppat. Báðir partar krevja, at fangar verða leyslatnir úr fongslum fíggindans. Og altjóða sam- felagið roynir at mýkja partarnar og arbeiðir samstundis fyri eini nýggjari palestinskari savningar- stjórn millum rivaliserandi flokkarnar Hamas og Fatah. Bibi ella Tzipi? Samstundis verður val í Ísrael tann 10. februar, og sambært nýggjastu veljarakanningunum stendur andstøðuflokkurin Likud við formanninum Benyamin Netanyahu, eisini róptur Bibi, til at vinna sannførandi. Flokkurin liggur á høgravonginum og hevur gjørt tjóðartrygd Ísraels til sín kjarnuboðskap í valstríðnum. Netanyahu umboðar ein meiri harðrendan politikk yvirfyri palestinum. Hann hevur funnist hvassliga at stjórnini fyri at taka seg úr Gaza eftir “einans” trimum vikum. Hann vil steðga núverandi samráðingunum við palestinar. Hann noktar at taka seg aftur úr hersettu palestinsku økjunum. Hann ætlar ikki at steðga vøkstrinum av jødiskum búsetingum á Vestara áarbakka, sum altjóða samfelagið ferð eftir ferð fordømir Ísrael fyri. Og hann tvíheldur um, at høvuðs- staðurin Jerúsalem ikki skal býtast sundur, soleiðis sum palestinar hava kravt í seksti ár. Um Likud vinnur, er sannlíkt, at hann skipar stjórn saman við tveimum minni flokkum longri úti á høgravonginum við politiskum vindi í seglunum, tí religiøsa Shas-flokkinum og tí nationalistiska Yisrael Beiteinu. Yvir fyri eini andstøðu á sigurskós stendur sentrum- vinstra stjórnin, sum hevði framgongd eftir innrásina í Gaza, men sum framvegis er væl aftanfyri í veljarakanningunum. Tann størsti stjórnarberandi flokkurin er miðflokkurin Kadima, sum breyt frá høgra- flokkinum Likud og varð stovnaður í 2005 av táverandi forsætisráðharranum Ariel Sharon. Kadima gjørdist størsti flokkurin á seinasta vali og hevur forsætisráðharran Ehud Olmert, men hann er ikki longur floks- formaður og leggur frá sær eftir valið orsakað av eini korruptións- gølu. Tí skal uttanríkisráðharrin Tzipi Livni føra flokkin til sigurs, og megnar hon hetta, kann hon gerast fyrsti kvinnuligi ísraelski forsætisráðharrin síðani Golda Meir í sjeytiárunum. Kadima stuðlar einum sjálv- støðugum palestinskum stati og vil halda fram við friðarsamráð- ingunum við palestinska sjálv- stýrismyndugleikan á Vestara áarbakka. Men kompromisleysa støðan yvirfyri Hamas stendur við, og við innrásini í Gaza hevur uttanríkisráðharrin Tzipi Livni víst, at hon sanniliga eisini torir at vísa sínar hernaðarligu vøddar, eins og heykarnir í andstøðuni. Tað merkisverda er, at gamli risin í ísraelskum politikki, Arbeiðaraflokkurin við verju- málaráðharranum Ehud Barak sum formanni, stendur til at fáa ein lúsing týsdagin. Flokkurin, sum meginpartin av tíðini síðani 1948 hevur stýrt Ísrael, hevur mist sína valdsstøðu, og sam- stundis er ísraelska friðarrørslan, sum var stór í nítiárunum og hevði parlamentariskt kjølfesti í Arbeiðaraflokkinum, vorðin heilt ósjónlig. Tí er komandi valið í roynd og veru eitt val ímillum tveir flokk- ar, Likud og Kadima, sum – hóast ávísar munir – báðir umboða ein harðrendan politikk yvir fyri palestinum. Samráðingar við Hamas? Bæði Tony Blair, sum stendur á odda fyri tí sonevndu Miðeystur- kvartettini (USA, ES, ST og Russland), og nýggi sendimað- urin hjá Obama, Dennis Mitchell, hava í vikuni sagt, at fremsta málið nú er at sameina palestinsku flokkarnar í eina savningarstjórn. Á valinum í 2005 fekk Hamas 56 prosent og Fatah 43 prosent av atkvøðunum. Ein savningarstjórn varð síðani skipað, men í 2006 endaðu flokkarnir í blóðigum stríði, og Hamas tveitti Fatah úr Gaza. Úrslitið var, at Hamas stýrir í Gaza, meðan tann moderati Fatah-flokkurin bert stýrir á Vestara áarbakka. Og tað var eftir hetta borgarakríggi, at Ísrael fór undir eirindaleysa isolatións- politikkin yvir fyri Hamas í Gaza. Altjóða samfelagið tykist nú halda, at friðarsamráðingar við tann moderata palestinska forsetan Mahmoud Abbas eru høpisleysar, tá hann bert umboð- ar minni enn helvtina av pale- stinska fólkinum og einans hevur valdið á Vestara áarbakka. Abbas hevur heilt einfalt ikki myndug- leikan til at implementera eina eventuella friðaravtalu við Ísrael. Tí tykist ótespiligi tímin at nærkast fyri Ísrael og altjóða samfelagið, tá Hamas sleppur at sessast við samráðingarborðið. Felagsskapurin, sum stendur á terrorlistanum hjá ES, og sum einans hevur havt dialog við egyptisku stjórnina, sum hevur meklað millum partarnar. Samráðingar millum islam- istarnar í Hamas og brutalu zionistarnar í Likud? Tað ljóðar sum ein vánalig joke. Og flestir altjóða eygleiðarar eru samdir um, at sonevnda friðartilgongdin er bumbað ártíggjur aftur í tíðina. Men tað vóru fólk eisini samd um í 1977, tá tann brutali og høgravíðgongdi Likud- leiðarin, Menachem Begin, gjørdist nýggjur forsætisráðharri. Tvey ár seinni hevði hann undirskrivað fyrstu friðaravtaluna millum Ísrael og eitt arabiskt land, Egyptaland... Ísrael?