fríggjadagur 6. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
sosialurin 6. februar 2009
Lestrarblaðið
Ein søga um upprunan
Ein kinversk kona gloymdi at lata súrdeiggj í
breyðdeiggið, og tí vildi tað ikki ganga.
Konan gjørdi nýtt deiggj, men lat
súrdeiggjleysa deiggið standa í fleiri dagar,
og tað stóð tí bara og tornaði. Ein dagin
komu tjóvar, og rændu alt frá konuni. Hon átti
einki eftir. Men so mintist hon tornaða deiggið
og royndi at kóka tað, fyri at gera tað bleytt
og etandi aftur. Hetta var eitt frálíkt hugskot,
og uppskriftin til pasta fór sum rótasúpan um
alt Kina –og seinni eisini um allan heim.
Studentermad.dk
Er ein heimasíða, ið er á tremur við góðum
uppskriftum, ið eru egnaðar til lesandi, ið ikki
hava tær stóru kulnarisku royndirnar og sum
ikki hava stóra fíggjarætlan. Tað er bíligur
matur, ið er bæði skjótur og lættur at gera.
Til ber at leita á síðuni, og tú kanst leita
bæði eftir príslegu, hvussu leingi tað skal taka
at tilgera, hvat slag av mati tað skal vera ella
tilfari til uppskriftina. Og hevur tú eina
fantastiska uppskrift, ber til hjá tær at leggja
hana inn á síðuna, so onnur eisini kunnu fáa
gleði av henni.
Pasta
til lesandi
fólkið
Studentamatur
Tað ganga nógvar søgur um, at pasta eigur lívið í lesandi fólkinum. Og gert tú eina
kanning, so er sannlíkt, at flestu lesandi veruliga eta í rúgvuvís av pasta í lestartíðini.
Tað er bíligt, lætt og skjótt og smakkar heilt ókey í mun til arbeiðstíðina. Ì Danmark sigur
ein søga, at um tey lesandi ikki liva av pasta, so klára tey ikki sínar próvtøkur
____________________________
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Søgan um pasta
Søgufrøðingar kunnu við vissu siga, at pasta hevur í minsta lagið 1000 ár á baki. Fyrsta upprunaliga
uppskriftin, ið menn vita um, stavar frá fyrsta áratúsiundskiftinum. Upprkriftin finst í bókini De arte
Coquinaria per vermicelli e macaroni siciliani (kynstrið at kóka sisilianskt makaroni og vermicelli).
Men sanlíkt er tó, at pasta er eldri enn 1000 ár. Umleið Kristi føðing hevur kokkurin Picus greitt frá
eini uppskrift, ið minnir sera nógv um lasanju.
Í 1763 fekk Stefano Lucciardi einarættindni at framleiða turkað pasta í býnum Parma, og hetta varð
so flutt um allan heim við skipum.
Bæði italienar, grikkar, asiatar og arabar vilja kanna sær heitið sum uppfinnarar av pasta, men
óvist er hvør hevur uppiborið tað.
• Fyll eina stóra grýtu við vatni. Jú meiri
vatn –jú betri. Er ov lítið av vatni,
klistrar pasta’ið saman
• Lat salt í. Salt gevur ein betri smakk.
Eisini ber til at keypa bótamolar, ið
eru serliga ætlaðir pasta.
• Lat vatnið spruttkóka. Tað skal ikki
steðga at kóka, hóast tú rørir í tí.
• Máta hvussu nógv pasta tú hevur tørv
á. Hugsa um, at pasta gerst umleið
dupult so stórt, tá tað er kókað. Nýtir
tú uppskrift, er ofta viðmerkt hvussu
nógv pasta, tú skalt nýta.
• Lat varliga pasta’ið í kókandi vatnið.
• Rør, rør og rør! Pasta klistrar saman,
um ikki verður rørt í fyrstu løtuna.
• Flestu pastasløg skulu kóka í umleið 8-
12 minuttir (hygg á pakkan, um tú
ivast). Hevur vatnið mist kókið, byrja
so ikki at taka tíð fyrr enn vatnið
kókar aftur.
• Skrúva hitan niður, so grýtan hvørki
missur kókið ella kókar yvir.
• Einasti hátturin at vita um pasta er
kókað, er at smakka tað. Tað skal
vera al dente, ið merkir at tað skal
standa ímóti tonnunum. Moyrt, men
við biti í.
• Tøm grýtuna í eina sílu, og ryst væl,
fyri at fáa vatnið at renna burturfrá.
• Skal pasta’ið nýtast til salat, skola tað
so undir køldum vatni, so tað ikki
klistrar saman.
At kóka perfekt pasta
Pasta kann etast við skeið,
gaffli ella fingrunum. Spagetti
er tó eitt sindur ringt at fáast
við, og tí er best at eta tað
við bæði skeið, knívi, gaffli,
oyravernd og bringklúti
–og helst í einsemi ella við
rygginum vendum móti
hinum