fríggjadagur 6. februar 2009síða 20
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
20
Nr. 26 - 6. februar 2009
Miðeystur
Heini í Skorini
Heini_skorini@
yahoo.com
Støvið hevur lagt seg í Gaza.
Tungu roykskýggini eru horvin.
Og oyradoyvandi brestirnir frá
ógvusligu ísraelsku bumbuálop
unum eru steðgað á hesum sinni.
Tann tríggjar vikur langa
ísraelska innrásin í tann lítla
Gazageiran ímóti islamistiska
felagsskapinum Hamas, sum
byrjaði tann 27. desember,
kostaði umleið 1300 palestinum
lívið, og fleiri túsund onnur
vórðu særd. Knøpp helvtin av
teimum deyðu vóru sambært
Altjóða Reyða Krossi sivil.
Sjeyndi hvør bygningur í Gaza
varð javnaður við jørðina, sum
verður mett at kosta umleið tvær
milliardir dollarar at byggja upp
aftur. Og talið av flóttafólkum er
fleirfaldað.
Sameindu Tjóðir, Altjóða
Reyði Krossur og aðrir manna
rættinda og hjálparfelagsskapir
hava harðliga fordømt ísraelsku
innrásina, sum kostaði trettan
ísraelum lívið. Myndir av
deyðum og løstaðum børnum
ferðaðust um allan heim og elvdu
til mótmælisgongur úr Paris,
London og Keypmannahavn til
Kairo, Teheran og Damaskus. Á
BBC og CNN hava prominentir
løgfrøðingar skuldsett ísraelsku
stjórnina fyri krígsbrotsverk og
brot á Genevesáttmálan, sum
ásetir leiðreglur fyri krígsførandi
tjóðir. Høvuðsskuldsetingin er, at
Ísrael ikki gjørdi nóg mikið fyri
at spara sivila fólkið, og at Ísrael
nýtti tær ólógligu fosforgranat
irnar undir innrásini.
Tingingar í Kairo
Hvat fekk Ísrael burturúr innrás
ini? Málið var at oyðileggja
hernaðarliga kapasitetin hjá
Hamas og steðga felagsskapinum
at senda rakettir inn í Suður
ísrael. Sambært ísraelsku
hernaðarleiðsluni eydnaðist at
oyðileggja umleið 70 prosent av
vápnagoymslunum hjá Hamas og
drepa millum 600 og 700
hermenn. Umframt hetta sigst
Ísrael hava oyðilagt umleið 400
av teimum mongu undirjørðisku
tunlunum, sum ganga úr Sinai
oyðimørkini í Egyptalandi og inn
í Gaza, haðani Gazabúgvar fáa
sínar vørur og Hamas fær síni
vápn, fyrst og fremst frá Iran.
Men eingin veit við vissu,
hvussu stórur partur av hesum
undirjørðiska infrakervinum er
oyðilagt, og arbeiðið at byggja
nýggjar tunlar fór beinanvegin í
gongd eftir innrásina. Egyptaland
hevur lovað at økja um eftirlitið
við vápnasmugling inn í Gaza,
og Bretland og Frakland eru tøk
at veita eyka útgerð. Bæði Ísrael
og Hamas hava lýst vápnahvíld,
sum longu er brotin tvær ferðir
við smærri samanstoytum. Tí fer
einans tíðin at vísa, um tað
eydnaðist Ísrael at røkka enda
málinum við ógvusligu innrásini.
Hvat fekk Hamas burturúr?
Fyrst og fremst økt altjóða trýst á
Ísrael um at steðga blokaduni av
vørum til og úr tí lítla Gaza
geiranum. Síðani Hamas tók
valdið í Gaza í 2006 eftir ein
valsigur og eitt blóðigt borgara
kríggj við hin stóra palestinska
flokkin, Fatah, hevur Ísrael
blokerað fyri vørum og tænast
um, eisini neyðsynjarvørum so
sum heilivági, vatni, streymi og
mati, fyri at leggja trýst á Hamas.
Ísrael hevur bygt ein sonevndan
trygdarmúr kring allan geiran, og
hjálparfelagsskapir sammeta
økið við heimsins størsta fongsul
og finnast at ísraelska sanktións
politikkinum, sum svøltar gaza
búgvar og hevur elvt til eina
humanitera neyðstøðu.
Eftir at hava stuðlað ísraelska
isolatiónspolitikkinum er vestur
heimurin nú farin at spyrja, um
hesin politikkurin ikki bert hevur
gjørt ilt verri. Desperata vón
loysið í Gaza tykist einans at
hava styrkt um Hamas og
mótstøðuna ímóti Ísrael. Á
toppfundi í Kairo týsdagin í
farnu viku fóru nýggjar diplomat
iskar royndir í gongd við enda
málinum at fáa í lag eina varandi
vápnahvíld millum Ísrael og
Hamas. Hetta var fyrsta arbeiðs
uppgávan hjá nýggja ameri
kanska sendimanninum fyri
Miðeystur, Dennis Mitchell, sum
saman við ESleiðarum, talsfólk
um fyri ísraelsku stjórnina og
ymsum palestinskum fraktiónum
tingaðust um treytirnar fyri eini
varandi vápnahvíld.
Palestinar krevja, at Ísrael letur
upp mørkini inn í tann avbyrgda
Andstøðan
stendur til at
vinna ísraelska
tjóðartingsvalið
týsdagin, og tað
merkir, at poli
tikkurin yvirfyri
palestinum
verður herdur.
Samstundis
roynir altjóða
samfelagið
at sameina
palestinsku
flokkarnar og
endurreisa eina
friðartilgongd í
skeljasori
Hvat nú,
Gaza-búgvar slikka sárini eftir eina tríggjar vikur langa
og harðrenda ísraelska innrás, og týsdagin skal ísraelska
fólkið velja, hvør politikkur skal førast yvirfyri palestinum
komandi fýra árini. Í løtuni stendur andstøðuleiðarin úr
Likud-flokkinum, Benyamin Netanyahu (høgrumegin),
til at vinna valið, og hann ynskir at herða politikkin
yvirfyri palestinum. Fremsti kappingarneytin er ísraelski
uttanríkisráðharrin Tzipi Livni (vinstrumegin), forkvinna í
núverandi stjórnarflokkinum Kadima