Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 19

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

sosialurin 6. februar 2009 19 Lestrarblaðið møguleiki Stórur áhugi er her heima fyri at menna KST vinnur, sum kunnu styrkja føroyska vinnulívið og sam­ felagið. Tí er eisini átroðkandi brúk fyri KT­verkfrøðingum í Føroyum. Sum KT­verkfrøðingur hevur tú møguleika at arbeiða í KT vinnuni við framkomnum KST skipanum, bæði har tað snýr seg um “soft­ ware” og “hardware, medisinskar kanningar, o.m.a. Master er í leitingar­ jarðalisfrøði Masterútbúgvingin í leitingar­ jarðalisfrøði (Exploration Geophysics) tekur tvey ár. Hon er ein víðari útbúgving í leiting eftir olju og gassi og byggir á bachelor í jarð­ og havfrøði. Norðurlendskur Master í Havøkologi og klima ’The Joint Nordic Master’s Programme in Marine Ecosystems and Climate’ er ein nýggj tvey ára útbúgving, sum Universitetini í Bergen, Íslandi, Aarhus og Føroyum bjóða út í felag. Hetta er ein altjóða útbúgving fyri lesandi, sum hava sína grundútbúgving innan biologiska ella fysiska havfrøði, og hava áhuga fyri tvørfakligum havfrøðiligum avbjóðingum. Henda Master útbúgvingin byrj­ ar í August 2009, og latið verður upp fyri umsóknum á várið 2009. ’The Joint Nordic Master’s Programme in Marine Ecosystems and Climate’ er vælhóskandi sum framhaldslestur omaná bachelor í Hav­ og Jarðfrøði ella Lívfrøði frá NVD. Phd PhD­útbúgvingar eru í løtuni á NVD í jarð­ og havfrøði og lívfrøði. Bachelorar frá NVD hava tikið víðari útbúgvingar í fleiri londum. Nevnast kunnu New Zealand, Ongland, Skotland, USA, Noreg, Svøríki og Danmark. Stakgreinalestur Útbúgvingarnar á Náttúrvísunda­ deildini eru settar saman av modulum, og tí ber til at tekna seg til tær einstøku lærugreinirnar og taka prógv í teimum. Serstøk førleikakrøv eru tá til hvørja lærugrein sær. Hetta er ein góður møguleiki hjá teimum, sum vilja eftirútbúgva seg, ella vilja vinna sær innlit í eina nýggja lærugrein. Umsóknarblað til stakgreina­ lestur á Náttúrvísundadeildini kann takast niður á nvd@setur.fo Samband: nvd@setur.fo, tlf. 35 25 50 Søgu- og sam- felagsdeildin Søgu­ og samfelagsdeildin bjóðar fram tvær útbúgvingar: í søgu og stjórnmálafrøði, báðar á bachelor­ og masterstigi. Søga Útbúgvingin í søgu leggur dent á søgugongdina frá miðøld og fram til okkara tíð. Ein partur av útbúgvingini er um Føroya søgu sæð í størri norðurlendskum ella europeiskum høpi. Studentarnir læra vísindaligt ástøði og háttaløg til tess at kunna greina ymsar søgufatanir, og eisini eru kravd skeið í samfelagsfrøði og mentanarfrøði. Bachelor­útbúgvingin í søgu tekur trý ár. Útbúgvingin kann vera annað­ hvørt 3 ára lestur í søgu, at skilja sum breitt fakøki, ella samansett av 2 ára støðisnámi við søgu sum høvuðsfaki og síðan 1 árs lestur í øðrum tilvalsfaki. Masterútbúgvingin í søgu tekur tvey ár oman á bachelor­útbúgvingina. Masterútbúgvingin kann eisini byggja oman á aðra samsvarandi útbúgving á bachelorstigi. Stjórnmálafrøði Útbúgvingin í stjórnmálafrøði leggur høvuðsdent á stjórnmálafrøðilig evni og verður útint úr somu vísindaligum sjónarhornum og við somu háttaløgum sum samfelagsfrøðilig gransking yvirhøvur nýtir. Studentarnir læra vísindaligt ástøði og háttaløg, og fáa venjing í at savna tilfar, t.d. at gera spurna­ kanningar og samrøður við relevantar persónar í fyrisiting o.ø. Størri kravd skeið eru altjóða politikkur og føroyskur politikkur, og annars eru skeið um demokrati, politiska mentan o.a.m. Bachelor­útbúgvingin í stjórnmálafrøði tekur 3 ár og og verður sett saman av grundskeiðum, serskeiðum, verkætlan og serritgerð, hvørt við sínum próvtali. Masterútbúgvingin í stjórnmálafrøði byggir á bachelor­útbúgvingina í stjórnmálafrøði og tekur tvey ár. Útbúgvingin kann eisini byggja omaná aðra samsvarandi útbúgving á bachelorstigi frá útlendskum lærustovni. Lestur á Søgu­ og samfelagsdeildini er at rokna sum fulltíðarstarv. Undirvíst verður á ymsan hátt: fyrilestrar, studentaframløgur, skrivligar venjingar og uppgávur, orðaskifti, seminar og leiðbeining. At kalla øll skeið enda við skrivligari próvtøku. Bachelornámið endar við ritgerð um sjálvvalt evni. Fortreyt fyri upptøku er staðin miðnámsútbúgving. Grundskeið í lóg Grundskeiðið í lóg er partur av bachelornáminum í stjórnmálafrøði, men er eisini ætlað fólki, ið vilja menna kunnleika sín til løgfrøðiligt háttalag og fáa betri fatan av lógum og løgfrøðiligum teksti. Dentur verður lagdur á praktiska almenna fatan av lógkunnleika, serliga at finna og tulka lóg. Harumframt verður hugt nærri at evnum innan stjórnarlóg og fyrisiting. Tað er ikki neyðugt at hava løgfrøðiliga útbúgving fyri at fylgja skeiðnum. Samband: ssd@setur.fo, tlf. 35 25 80 Væl brynjaður at fara víðari Rókur Jákupsson Jacobsen, 29 ár, Cand.Comm., samskiftisráðgevi á Sendistovuni 29 ára gamli Rókur Jákupsson Jacobsen kendi seg væl brynj­ aðan fakliga, tá hann fór undir lesnað á Roskilde Universitet (RUC), eftir at hava lisið stjórn­ málafrøði á Søgu­ og samfelags­ deildini á Fróðskaparsetrinum. – Fakliga støðið á útbúgving­ ini í stjórnmálafrøði var fult á hædd við tað, eg kom til á RUC, so eg kendi meg rættliliga væl fyri frá byrjan. Hartil bleiv skiftið sera lætt, tí Fróðskapar­ setrið hevur tætt samstarv við RUC, og í ávísan mun er frá­ læran á báðum støðum skipað eftir sama leisti, sigur hann. Rókur var við í fyrsta flokkin­ um, sum byrjaði at lesa stjórn­ málafrøði í 2000, tá Setrið fyrstu ferð bjóðaði útbúgvingina fram. Men hóast hølisumstøður­ nar vóru rættiliga primitivar, minnist hann bara gott aftur á lestrartíðina. – Setrið lat okkum fáa eitt hús, ið vit kundu brúka, sum vit vildu til fyrireiking, uppgávu­ skriving og annað. Tað var eitt fantastiskt stað, har vit enntá høvdu atgongd til internetið, sum als ikki var so vanligt tá. Eg helt faktiskt fram at brúka húsið, eftir at eg var farin niður at lesa og kom heim at skrivar onkrar uppgávur, minnist Rókur. Føroyska útbúgvingin í stjórn­ málafrøði vísti seg at vera ein fín lopfjøl, tá Rókur seinni valdi at lesa víðari á RUC, har hann las sosiologi og samskifti. Fakini bygdu nátúrliga á hvørt annað, og tá Rókur fór undir at skriva serritgerð, fekk hann ein før­ oyskan vegleiðara, sum hevði tilknýti til bæði Fróðskaparsetrið og RUC. Hóast Rókur á ongan hátt kendi seg fakliga aftanfyri hini í flokkinum á RUC, kendist nýggja lestrarstaðið eitt sindur kollveltandi. – Tað er jú nakað annað, tá tú knappliga situr millum fleiri hundrað onnur, sum lesa tað sama, sum tú sjálvur. Tað skap­ ar eitt umhvørvið, sum kennist sera inspirerandi fakliga. Tá tú so eisini hevur eitt tað størsta bókasavnið í ríkinum beint í nánd, kanst tú illa ynskja tær eitt betri lestrarumhvørvi, sigur Rókur. Og tó. Eitt er, sum Føroyar sum lestrarumhvørvi hevur fram um øll onnur. – Í Føroyum er tað ógvuliga lætt at koma í samband við politikarar, myndugleikar, ser­ frøðingar og keldur, tú annars hevur brúk fyri í sambandi við uppgávur og verkætlanir. Tað lættir ikka bara nógv um, men kann ofta geva eitt innlit, sum tú neyvan hevði fingið aðrastaðni sum lesandi, sigur Rókur Jákups­ son Jacobsen, Cand. comm, sum í dag starvast sum sam­ skiftisráðgevi á Sendistovuni. undadeildin • Náttúruvísundadeildin Fakliga støðið á Søgu- og samfelagsdeildini var sera høgt, so eg kendi meg væl fyri, tá eg kom á Roskilde Universitet, sigur Rókur Jákupsson Jacobsen, sum fyrst las stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum Lagt til rættis: Anna V. Ellingsgaard anna@hotmail.com