fríggjadagur 6. februar 2009síða 19
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
[ Nr. 26 - 6. februar 2009 ]
Hjalti er við Kyndli
Talan er ikki bara um vánalig tíðindi til Kyndils
fólk undan steypafinaluni. Flestum kunnugt
verður Høgni Klein ikki við á vøllinum, eftir at
hann breyt hondina í hálvfinaluni móti StÍF.
Hinvegin verður Hjalti M. Jacobsen við í hópin
um. Hjalti hevur í ár verið burtur í lestrarørind
um, men hann kemur heim til finaluna, og er
tað uttan iva ein góður styrkum, sum eisini kann
loysa av á plássinum sum spælskipari, um
beinini hjá Jónleif Sólsker ikki halda til sam
fullar 60 minuttir.
Einki lusk við Færø
Tað er einki lusk við, at Brøndby hevur gjørt sáttmála við føroyska verju
spælaran Odmar Færø. Tað skrivar heimasíðan bold.dk. Odmar Færø var
í heyst til royndarvenjing í AC Horsens, og har stóð hann seg væl. Venj
arin í Horsens tá var Kent Nielsen, sum rósti Odmar Færø til skíggja.
Eingin avtala spurdist burturúr, men nú Kent Nielsen er farin til Brøndby
at verða venjari, hevur hann syrgt fyri, at Odmar Færø fær sáttmála við
Børndby. Í AC Horsens siga tey, at einki løgið er við hesum. Kent
Nielsen hevur spælt við opnum kortum allatíðina, og tað var leiðslan í
AC Horsens, sum ikki vildi gera avtalu við Odmar Færø. Brøndby
hevur meira pengar at arbeiða við og kunnu lata hann spæla á næstbesta
liðnum, sigur Jesper Hansen, ítróttarstjóri í AC Horsens, við bold.dk
Spælandi venjarin
hjá Neistanum hevur
roynt tað mesta sum
spælari. Men hóast
hetta, so er svongdin
eftir at vinna tann
sama. Og hann setir
álitið á, at spælarar
hansara eru minst
líka svangir
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Neistin
er
ikki
akkurát
hondbóltsliðið, sum hevur
vunnið flestu steypaheitini á
manssíðuni. Seinasti steypa
sigurin liggur afturi í 1994.
Spælandi venjarin hjá
liðnum, Ingi Olsen, hevur
tó roynt lutin oftari enn so
nógv onnur. Sum spælari
hevur hann fleiri ferðir
verið við VÍF í finaluni, og
sum venjari sat hann á
beinkinum, tá Neistin sein
ast vann kvinnufinaluna.
Tí kennir hann karmarnar
betur enn tey flestu, og
hann staðfestir, at ein av
hansara uppgávum leygar
dagin er at tálma fjálturin,
sum annars kann raka
spælararnar ein slíkan dag.
Tað eru jú serligar um
støður kring ein slíkan dyst.
Sjónvarpið sendir beinleið
is, og bæði bløð og miðlar
annars gera nógv burturúr.
Og við nýggja hondbólts
gólvinum at spæla á er
eisini sjónligur munur á til
ein slíkan dyst, sigur Ingi
Olsen.
Leikluturin hjá mær er
tó at fáa spælararnar at
hugsa um hetta sum ein og
hvønn annan dyst. Tað snýr
seg altso um ein dyst upp á
60 minuttir, har vit sum
spælarar skulu avgera ting
ini á hesum somu 20 ferðir
40 metrunum, og so mugu
vit halda fokus á tí.
Tit hava bæði vunnið og
tapt móti Kyndli í vetur.
Hvat slag av dysti roknar tú
við, at vit koma at síggja í
mansfinaluni?
Finaludystir eru ofta
ringir at forútsíggja. Bæði
liðini fyrireika seg ótrúliga
væl, og talan verður ofta
um javnar dystir. Og tað
rokni eg eisini við, at tað
verður hesaferð. Taktiskt
verður talan helst eisini um
spennandi, og tað verður
helst hips um haps, hvør fer
avstað við tí. Men vit ætla
so at gera okkara til, at tað
skal eydnast.
Og hvat skal rigga serliga
væl hjá tykkum, um tað skal
eydnast?
Vit hava havt tað heldur
stríggið í verjuni, og tað
skal rigga líka væl, sum tað
hevur gjørt teir báðar sein
astu dystirnar. Í álopinum
hevur tað riggað betur og
betur hjá okkum, men í dyst
unum hava vit havt nøkur
útfall, har vit tapa løtur av
dystinum stórt. Sleppa vit
undan tí, so skuldi staðið
hampuliga væl til, haldi eg,
sigur Ingi Olsen, sum helst
sjálvur verður annar av heilt
drúgvu vetarunum á vøllin
um leygardagin.
Fleiri ferðir hevur
Jónleif Sólsker sagt,
at seinasti dysturin
stóð fyri framman.
Í mars mánaði fer
hann um tey 43 árini,
men enn er stuttleikin
tann sami, heldur
spælskiparin hjá
Kyndli
Hondbóltur
Jákup Mørk
jakup@sosialurin.fo
Skaðin, sum Høgni Klein
fekk í hálvfinaluni móti
StÍF, hevur skert Kyndilslið
ið. Hinvegin er Kyndil fram
vegis í teirri hepnu støðu, at
liðið hevur ein framúr spæl
skipara í Jónleif Sólsker.
Hóast árini nærkast teimum
43,
er
hondbóltshøvdið
framvegis skjótari enn hjá
flestu øðrum. Og sjálvur
um talan langt ífrá er um
hansara fyrstu finalu, so er
spenningurin undan leygar
degnum stórur.
Kanska er mann meira
róligur, enn mann var fyrr.
Men eg trúgvi nú ikki, at tú
setir teg upp á stórt øðrvísi
hátt, enn eg annars havi
gjørt.
Tá kappingarárið byrjaði,
varð tosað um, at Kyndil
hevði trupult við yvir høvur
at manna lið. Høvdu tit tá
nakra vón um, at tit nú í
februar
mánaði
skuldu
standa í finaluni?
Nei, tað høvdu vit so
avgjørt ikki. Vit høvdu lítið
og einki fólk, tá vit byrjaðu
kappingarárið, og byrjanin í
landskappingini var serstak
liga vánalig. Men vit mentu
okkum sera væl, og steypa
kappingin byrjar jú seinni,
so tað var kanska nóg so
heppið hjá okkum, at vit
slóu til, akkurát tá vit
skuldu. Og vit eru sjálvandi
øgiliga glaðir fyri, at vit eru
endaðir í finaluni.
Tað er serliga verjupart
urin, sum er blivin betri, og
hann skal eisini rigga leygar
dagin, sigur Jónleif av
gjørdur.
Sjálvur ert tú farin nakað
um tey 40. Verður hetta sein
asta finalan, at tú ert á vøll
inum?
Hatta er ein góður spurn
ingur, men eg tori ikki at
svara. Eg havi fleiri ferðir
sagt, at eg skal gevast, men
so byrji eg at venja aftur, og
tað gangi eg 100% uppí tað.
So tað má tíðin vísa. Eg eri
so heppin, at eg eri sloppin
undan ov nógvum skaðum,
so eg haldi bara, at eg sigi,
at eg taki eitt ár í senn, sigur
veteranurin hjá Kyndli at
enda.
Og so kann sum eitt
kuriosum nevnast, at Jónleif
væl kann vera við til at
skriva søgu leygardagin.
Tað man í øllum førum ikki
vera ofta, at faðir og sonur
spæla á sama liði, men tað
ger Jónleif saman við elsta
soninum, Andreas, ið spaku
liga er við at bíta seg fastan
á Kyndilsliðið.
1985
VÍF-Kyndil
33-24
1986
Kyndil-KÍF
24-23
1987
Kyndil-Neistin
21-14
1988
VÍF-Kyndil
16-15
1989
VÍF-Kyndil
21-19
1990
Kyndil-VÍF
19-18
1991
Kyndil-Neistin
22-17
1992
Neistin-Kyndil
15-14
1993
VÍF-Neistin
22-18
1994
Neistin-VÍF
25-24
1995
Kyndil-StÍF
32-24
1996
Kyndil-VÍF
29-18
1997
VÍF-Kyndil
25-21
1998
H71-Kyndil
23-20
1999
VÍF-StÍF
24-23
2000
Kyndil-Neistin
22-20
2001
StÍF-VÍF
32-29
2002
StÍF-Neistin
30-28
2003
Kyndil-StÍF
26-25
2004
StÍF-H71
34-30
2005
StÍF-VÍF
28-23
2006
StÍF-VÍF
24-22
2007
StÍF-VÍF
26-25
2008
Kyndil-StÍF
28-23
2009
Neistin-Kyndil
Steypafinalur - menn
Er framvegis
stuttligt
Skulu vera
svangir
19