Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

18 sosialurin 6. februar 2009 Lestrarblaðið Henrietta Hammer, 24 ár, úr Kollafirði 24 ára gamla Henrietta Hammer úr Kollafirði lesur føroyskt á fyrsta ári. Fyri hana var tað ongantíð tað stóra ivamáli, hvat og hvar hon skuldi byrja at lesa – Eg vil gjarna sleppa at vera í Føroyum og havi leingi havt ein dreym um at lesa føroyskt, so tað gav seg mest sum sjálvt. Eg hevði nokk ikki setst aftur, um eg varð noydd at flyta av landinum, men tað ger alt øgiliga nógv lættari at sleppa undan at finna kollegie­ íbúð og koma inn í fremmandar skipanir av ymsum slag, sigur Henrietta Hammer. Hon leggur afturat, at tað eisini taldi nógv, at hon hevði hoyrt so nógv positivt um Føroyamáls­ deildina á Fróðskaparsetrinum. Í so máta gjørdist hon ikki vón­ brotin, men hon hevði ikki ímynd­ að, at hennara nýggja lestrar­ umhvørvið fór at vera so lítið. – Tað er eitt sindur keðiligt, at man ikki hevur meir samband við tey lesandi á hinum deildunum, tí vit eru so spjadd í ymsum bygning­ um. Men vit kunnu jú eisini bara sjálvi syrgja fyri at skipa fyri onkrum ordiligum veitslum, har øll eru við, sigur Henrietta. Fyri tað mesta heldur Henrietta kortini, at lítla umhvørvið er ein fyrimunur. – Vit eru 12 í flokkinum, so vit eru sum ein lítil, hugnalig familja, har tað ikki ber til at sita og krógva seg aftanfyri onkran. Tað dámar mær væl, tí tað ger tað lættari at fáa øll í flokkinum við í kjakið í tímunum, sigur Henrietta. Lítla umhvørvið ger eisini, at tú altíð skjótt og lætt kanst fáa orðið á ein lærara, um tú hevur brúk fyri hjálp og vegleiðing, og tað setur Henrietta stóran prís uppá. – Í so máta kann eg ímynda mær, at tað kann blíva eitt sjokk at koma á eitt av stóru universi­ tetunum uttanlands. Fakliga verður tað tó neyvan nakar trupulleiki, tí støðið í frálæruni her feilar avgjørt onki, sigur Henrietta Hammer. Føroyamáls­ deildin Á Føroyamálsdeildini verður granskað og undirvíst í føroyskum máli og bókmentum. Eingin annar stovnur í heiminum hevur hetta starv um hendur. Tí miðar Føroyamálsdeildin eftir at fremja gransk­ ing á altjóða stigi og at bjóða fram dygdargóðar útbúgvingar á BA­ og MA­ stigi. Umframt føroyskt mál og føroyskar bókmentir veita námini innlit í bókmentir og mál í hinum Norðurlondunum. BA í føroyskum Bachelorútbúgvingin í føroyskum máli og bókmentum tekur 3 ár. Byrjað verður við 2 ára støðisnámi. Staðið støðisnám er treyt fyri at fara undir triðja lestrarárið. Tá velja studentarnir millum lestrarevni, sum geva hinum einstaka møguleika at laga námið eftir áhugamálum og framtíðarætlanum sínum. Studentur, ið hevur staðið BA­prógv í føroyskum, kann søkja um upptøku á MA­nám. Útbúgvingin gevur starvsmøguleikar, har hollur kunnleiki til móðurmálið er neyðugur, t.d. innan fjølmiðlar, fyrisiting og granskingarstovnar MA í føroyskum MA­nám á Føroyamálsdeildini eru tvinnanda: MA í føroyskum og samansett MA MA útbúgvingin í føroyskum er samansett av lestrarevnum og MA­ ritgerð. Lærarar á deildini og gestalærarar bjóða fram lestrarevni, sum studentarnir velja ímillum. MA í føroyskum máli og bókmentum er útbúgving, sum gevur undirvísingarførleika í føroyskum á hægri skúlum, miðnámsskúlum og læraraskúla. Eisini gevur útbúgvingin góðan førleika at starvast í eitt nú í fjølmiðlunum. MA­nám tekur 2 ár,.MA­prógv gevur rætt til heitið magister artium, stytt MA Lokið MA­prógv við góðum úrsliti gevur møguleika fyri at fara undir Ph.D.­nám. Samansett MA tekur 5 ½ ár. Hetta er miðnámslæraraútbúgving, samansett av høvuðsgrein og hjánámi umframt námsfrøði. Samband: tlf. 352520 Setrið – ein unikur Allar útbúgvingarnar á Náttúru­ og vísundadeildini eru skipaðar eftir altjóða leisti, sum ger tað lætt at lesa víðari á øðrum uni­ versitetum kring heimin. Lívfrøði Bachelor útbúgvingin í lívfrøði tekur trý ár og gevur tær eina breiða vitan um lívfrøði. Út­ búgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt verður føroyska náttúran ein náttúrligur partur í undirvísingini. Í útbúgvingini lærir tú um, hvussu livandi verur eru uppbygd­ ar og hvussu tær fungera. Í út­ búgvingini verður eisini lært um evna­ og lívevnafrøði, sum stuðla undir fatanina av lívfrøðiligum fyribrigdum. At vera lívfrøðingur í Føroyum er nakað heilt serligt. Náttúra okkara liggur so mikið fjarskotin og burtur frá øðrum, at hetta á mangan hátt setir sín sermerkta dám á djóralív og plantulív okk­ ara. Av somu orsøkum er altjóða áhugi fyri at gera genetiskar kanningar av føroyska fólkinum. Útbúgvingin gevur tær grundar­ lag fyri fjøltáttaðum og spennandi arbeiðsøkjum. Nøkur dømi eru: Fiskirannsóknir, m.a. gera kanningar av føði, fóður­søltum, plantu­ og djóraplankton, vøkstri og vakstrarbroytingum hjá fiski og at gera stovnsmetingar. Bachelor í Jarð­ og havfrøði Bachelor útbúgvingin í Jarð­ og havfrøði tekur trý ár og gevur tær eina breiða vitan um jarð­ og hav­ vísindi. Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað ser­ stakt fært tú her eisini vitan um føroysku undirgrundina og um sam­ bandið millum havstreymar kring Føroyar, veðurlag og fiskastovnar. Stórur áhugi er fyri føroysku undirgrundini og mong altjóða oljufeløg hava seinnu árini verið virkin í leiting eftir olju og gassi í føroyska økinum. Somuleiðis er stór­ ur áhugi fyri havinum kring Føroy­ ar, tí her reka stórir streymar, ið ávirka veðurlagið kring allan heim. Útbúgvingin gevur tær vitan og førleika til at luttaka í rannsóknum eftir olju og gassi í undirgrundini og í havfrøðiligum rannsóknum. Útbúgvingin gevur eisini grundar­ lag fyri fyrisitingarligum arbeiði, t. d. í oljufyrisiting ella umsiting av havumhvørvinum. Bachelor í KT­verkfrøði Bachelor útbúgvingin í KT­ verk­ frøði tekur trý ár og er skipað eftir altjóða leisti við denti á føroysk evni og nýtslumøguleikar. Útbúgv­ ingin sameinir tær teknisku og skapandi loysnirnar, alt frá grund­ leggjandi elektronikki til víðfevnda forritan, á ein hátt, sum gevur tær eina breiða vitan um kunningar og samskiftistøkni (KST). Náttúruvísundadeildin • Náttúruvísu - Tað ber ikki til at ganga og krógva seg í einum so lítlum lestararumhvørvi, og tað haldi eg vera fínt, sigur Henrietta Hammer, sum lesur føroyskt á Føroyamálsdeildini Sum ein hugnalig familja