Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 18

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

[ Nr. 26 - 6. februar 2009 ] Bussar til finaludystin Bæði hjá Stjørnuni og hjá Tjaldri verður nógv gjørt fyri at reka fólk til Havnar leygardagin. Viðhaldsfólk hjá Stjørnuni fara við bussi úr Klaksvík klokkan 11.30, og skal tilmeldan til hetta fara fram hjá nevndini áðrenn fríggjakvøldið klokkan 20. Eisini í Tjaldri verður skipað fyri bussferð, og har hevur nevndin boðað frá, at fjepparar skulu møta við høllina í Runavík, haðani koyrt verður klokkan 11.30. Gerrard úti í 3 vikur Staðfest er nú, at liðskiparin hjá Liverpool, Steven Gerrard verður burtur frá liðnum í tríggjar vikur. Gerrard verður ikki við í ligadystunum ímóti Portsmouth og Manchester City, og hann verður heldur ikki við Onglandi ímóti Spania í næstu viku. Gerrard stríðist eisini fyri at gerast klárur til Champions League dystin ímóti Real Madrid tann 25. februar. Eingin ivi er um, at Liverpool er nógv skert uttan sín liðskipara, sum hevur skotið 11 mál í Premier Leugue hetta kappingarárið. Liverpool er tvey stig aftanfyri Manchester United, sum hevur spælt ein dyst minni, enn Liverpool. Í vár vann Stjørnan FM-steypið til ogn- ar. Vinnur liðið finaludystin leygar- dagin, eiga tær eisini Coca Cola-steypið Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Tað er eingin ivi um, hvat stóra kvinnuliðið í landinum hevur verið seinnu hond­ bóltsárini. Stjørnan tók eitt rimmar­ fet upp móti tindunum, tá tær í 1999 knýttu sterkar jugoslaviskar spælarar at liðnum, og síðani hava tær reyðu støðugt verið partur av føroyska hondbólts­ oddinum. Partvíst takkað verið útlendskum profilum men so sanniliga eisini takk­ að verið eini sterkari lokalaru stammu. Finalan leygardagin er soleiðis sætta finalan á rað hjá liðnum, og hetta gevur teimum ein fyrimun, sigur Durita Ljósstein, sum er ein av lokalu spælarunum á liðnum. ­ Tað er helst ein fyri­ munur. Vit vita í øllum før­ um, hvussu karmarnir eru, tí har er nógv trýst og nógvir áskoðarar. Men tit taptu móti Tjaldri fyri bara eini viku síðani. Hvat riggaði ikki tá, sum tit skulu fáa at rigga hesaferð? ­ Verjuparturin var fínur, og vit hildu teimum á 22 málum. Hinvegin fingu vit slettis okkara vanliga so sterka kontraspæl at koyra, og vit sum skuldu hótta við skotum, høvdu heldur ikki ein góðan dag, so har eru nøkur ting, sum skulu rætt­ ast. Fleiri ferðir er sagt, at tit sjálvar eru tykkara størsti fíggindi. Er tað so, at tit í nøkrum førum taka ov lætt upp á uppgávuna? ­ Nei, slettis ikki. Eg haldi avgjørt, at vit hava nógvar truplar dystir, og kappingin í ár er rættiliga sterk. Tað er kanska frekt at tosa um nakrar lættar dystir, men einastu dystirnar, sum vit eru slopnar hampuliga lætt ígjøgnum, er móti Kyndli. Tjaldur, Neistin og VB hava heilt sterk lið, og móti StÍF hava vit tað altíð trupult. So tað er avgjørt ikki so, at vit undirmeta nakran. Og tað gera vit heldur ikki leygardagin, sigur Durita. Vinna tit steypið leygar­ dagin, eiga tit tað eisini. Er tað nakað, sum tit hugsa um? ­ Tað er tað sjálvandi. Fyrst og fremst vilja vit sjálvandi vinna finaluna. Men nú vunnu vit FM­ steypið til ognar í vár, og sjálvandi vilja vit eisini fegnar hava fatur á hesum steypinum. Tað merkja vit eisini, at fólk kring felagið vóna, og so ræður bara um hjá okkum at stríðast nóg hart fyri at røkka hesum, sigur Durita Ljósstin. Hondbóltsfelagið Tjaldur skal fyri fyrstu ferð royna seg í steypafinaluni. Og tær ætla sær avgjørt at spæla sín møguleika, sigur Elinbjørg Hammer Hondbóltur Jákup Mørk jakup@sosialurin.fo Hondbóltsfepurin er í toppi í Runavík í hesum døgum. Fyri fyrstu ferð hava kvinn­ urnar hjá felagnum spælt seg í steypafinaluna, og bara tað í sjálvum sær er nakað, sum spælararnir fegnast um. ­ Vit eru sjálvandi øgiliga spentar. Og eg haldi eisini, at tað er galdandi fyri øllum kring felagið, sigur Elin­ bjørg Hammer, sum er ein av spælarunum á liðnum. ­ Nakrar av okkum hava ongan tíð spælt eina steypa­ finalu fyrr, og við teimum karmum, sum eru kring eina slíka, so er tað sjálvandi nakað serligt. Hevur tað eisini merkt fyrireikingarnar hjá tykk­ um? ­ Nei, tað haldi eg ikki. Vit hava kanska tosað nakað meira um tað trýst og teir nervar, sum kunnu merkja eina finalu, men í aðrar mátar haldi eg, at vit royna at fyrireika okkum á sama hátt, sum vit gjørdu, tá vit seinast spældu móti Stjørn­ uni. Ta ferðina gekk sum so eisini rættiliga væl. Tjaldur vann á útivølli við fimm málum móti verjandi greipu­ vinnarunum, men hóast sig­ urin ber boð um, at Stjørnan kann basast, so tykist Elin­ bjørg ikki at leggja alt ov nógv í tann dystin. ­ Tað gekk sjálvandi væl hjá okkum tann dystin. Men eg ivist ikki í, at Stjørnan eisini kann spæla betur enn tað, sum tær vístu sunnu­ dagin, so vit hava ikki vunn­ ið nakað sum helst, áðrenn dysturin er byrjaður, sigur Elinbjørg. Føroyskur kvinnuhond­ bóltur hevur seinnu árini verið merktur av, at útlendsk­ ir profilar gera sín stóra mun á ymsu liðunum. Tjald­ ur er einki undantak í so máta, men Elinbjørg vil tó ikki tosa við í kórinum, sum sigur, at Tjaldur bert hevur útlendingunum at takka fyri síni úrslit. ­ Tær høvdu ikki megnað tað einsamallar. Sjálvandi gera tær góðan mun á lið­ num. Men við sínum dygd­ um eru tær eisini við til at lyfta okkum sum spælarar, so tað er nú ikki bert tær útlendsku, sum gera mun. ­ Tær fáa sjálvandi eisini sítt at siga leygardagin. Men týdningarmest av øll­ um er, at vit fáa returrenn­ ingarnar hjá okkum at rigga, soleiðis at teirra kontraspæl ikki kemur ígongd. Klára vit tað, so kunnu vit eisini taka sigurin, sigur Elinbjørg Hammer. Vilja eiga steypið Fyrsta finalu­ royndin 1987 NeistinI-NeistinII 13-12 1988 NeistinI-NeistinII 16-13 1989 Neistin-Søljan 29-07 1990 Neistin-Kyndil 25-12 1991 Skála-VB 12-11 1992 Neistin-Kyndil 16-09 1993 VB-Stjørnan 21-13 1994 Neistin-Stjørnan 15-14 1995 Neistin-Stjørnan 23-14 1996 Neistin-Kyndil 18-10 1997 Neistin-Kyndil 23-18 1998 Neistin-Kyndil 21-18 1999 VÍF-StÍF 21-20 2000 Kyndil-VB 22-21 2001 VÍF-VB 31-18 2002 VÍF-Stjørnan 22-18 2003 VB-VÍF 19-18 2004 Stjørnan-VB 20-19 2005 Stjørnan-Neistin 23-18 2006 Neistin-Stjørnan 18-14 2007 Stjørnan-VB 31-28 2008 Stjørnan-Kyndil 29-22 Steypafinalur - kvinnur 18