fríggjadagur 6. februar 2009síða 17
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
sosialurin 6. februar 2009
17
Lestrarblaðið
tíðindaskriv
Útbúgvingarnar á Føroya
Handilsskúla hava allar tað til
felags at tær á ymsan hátt snúgva
seg um handil og búskap, hóast
útbúgvingarnar og skeiðini eru á
ymiskum stigum. Umframt vanligu
HH og FHS útbúgvingarnar á
dagskúlanum eru møguleikar at
taka FHS lærugreinir antin sum
fjarlestur ella kvøldskúla og at
taka hægri útbúgvingar, eitt nú
Akademiútbúgving, TSÚ og HD.
Frá miðnámi…
Miðnámsútbúgvingarnar mugu
metast at verða kjarnuvirksemi á
Føroya Handilsskúla. Miðnámsút
búgvingarnar fevna um FHS,
gymnasialu miðnámsútbúgvingina
HH og lærlingaútbúgvingar.
FHS og HH
Handilsskúlin bjóðar á FHS og
HH nakrar av teimum vanligu
lærugreinunum, sum eru kendar
frá fólkaskúlanum, men eisini fleiri
nýggjar og spennandi lærugreinir
innan handil og búskap. Undir
vísingin er sera fjøltáttað og fevnir
m.a. um floksundirvísing, bólka
arbeiði, einstaklingsarbeiði,
kanningarferðir, verkætlanir,
evnisdagar og námsferðir (innan
og uttanlands).
FHS er ein støðisútbúgving, ið
tekur eitt ár. Á útbúgvingin fært tú
eina grundleggjandi vitan og
handalag, sum kann nýtast, um tú
fert undir lærlingaútbúgving innan
skrivstovu ella handil. FHSprógv
er eisini ein fortreyt fyri at fara
undir eina gymnasialu miðnáms
útbúgvingina HH, ið tekur 2 ár.
HH er ein liðilig útbúgving, sum
er lagað eftir áhuganum hjá tí
einstaka við ymiskum møguleikum
at velja lærugreinir. Undirvísingin
á HH gevur tær eitt breitt innlit í
samfelags og vinnulívsviður¬skifti,
samstundis sum útbúgvingin er
almennandi. Tú fært sostatt før
leikar, sum bæði kunnu brúkast,
um tú ætlar tær at fáa starv ella
lærupláss í privatari ella
almennari vinnu, ella tú ætlar tær
undir hægri framhaldslestur
(fyrireiking til akademiska
útbúgving).
Sí talvu 1
3 ára HH
Føroya Handilsskúli í Tórshavn og
á Kambsdali fóru í 2007 sum
eina roynd undir 3ára
handils¬gymnasiala útbúgving
stytt 3ára HH. Tað merkir, at
næmingar, ið hava lokið
frá¬far¬ingar¬roynd fólkaskúlans,
nú kunnu søkja beinleiðis inn á
HH, í staðin fyri FHS og síðani 2
ára HH.
Ásannandi at ein stórur partur
av teimum, sum seinnu árini eru
farin undir FHS útbúgvingina, sum
er støðisárið í verandi skipan,
ynskja at sleppa beinleiðis inn á
HH fór skúlin undir royndarskip
anina. Umsóknartølini seinnu árini
vísa, at umleið 6070% av teim
um, sum ganga á FHS, søkja
víðari á HH. Við at skipa útbúgv
ingina sum eina 3ára handils
gymnasiala útbúgving verður
mett, at tað eru betri fortreytir fyri
samanhangandi námsfrøðiligari
og fakligari menning.
Lærlingaútbúgving
Lærlingaútbúgvingarnar, sum
eisini eru miðnámsútbúgvingar,
eru á Føroya Handilsskúla eru
skipaðar í tveir partar:
FHS er fyrsti partur, sum flestu
lærlingar hava áðrenn teir fara í
læru. Um lærlingurin ikki ikki
hava FHS áðrenn útbúgvingin
byrjar, er neyðugt at taka
lærugreinir á FHS saman við
øðrum parti. Útbúgvingin kann
vera stytt um lærlingurin hevur
HH. Annar partur av lærlinga
útbúgvingini er skipaður sum
skúlaskeið, sum lærlingurin tekur,
samstundis sum hann er knýttur at
læruplássi.
Tey, sum eru í læru innan
skrivstovuyrkið, hava í nógv ár
kunnað tikið ástøðiliga partin av
útbúgvingini, t.e. skúlaskeiðini, á
Føroya Handilsskúla. Sum nakað
nýtt fer ber nú eisini til hjá lærling
um innan smá og heilsøla at taka
alla útbúgvingina í Føroyum,
bæði verkliga og ástøðiliga
partin. Fyrimunir við hesum eru
m.a. at undirvísingin kann taka
støði í føroyskum viðurskiftum, at
undirvísingin innan smá og
heilsøluyrki í Føroyum verður ment
og arbeiðsgevari og samfelag
spara útreiðslur til millum annað
ferðing.
Sí talvu 2
… til hægri útbúgvingar
Føroya Handilsskúli hevur í nógv
ár boðið út hægri útbúgvingar
innan merkantila økið. Í løtuni
bjóðar skúlin fulltíðarútbúgvingina
TSÚ og parttíðarútbúgvingarnar
HD og AÚ. Á leið 70 lesandi eru
á hægru útbúgvingunum á Føroya
Handilsskúla í løtuni.
TSÚ, sum er stytting fyri teldu
støðinga útbúgvingin, er ein
vinnurætta hægri útbúgving.
Endamálið við útbúgvingini er at
førleikamenna lesandi til sjálv
støðugt og í verkætlanum at loysa
tær mongu uppgávurnar, sum
knýta seg til nýtslu av kunningar
tøkni. Lesandi fáa bæði grund
leggjandi vitan um t.d. tøkni og
búskap og djúpari vitan um KT. Á
teldustøðingútbúgvingini, sum er
skipa sum fulltíðarlestur í 2½ ár,
verður m.a. arbeitt við forritan,
system menning, kunningartøkni í
virkinum og netverk. Undir
útbúgvingini er møguleiki at gera
fleiri spennandi verkætlanir.
Útbúgvingin gevur førleika at
starvast í KT vinnuni ella at
arbeiða við KT í virkjum ella á
almennum stovnum.
HD útbúgvingin er ein viður
kend parttíðar hægri útbúgving
fyri komandi og verandi leiðarar í
privatum virkjum og á almennum
stovunum og virkjum. Útbúgv
ingin, ið er býtt í tveir partar,
tekur 4 ár tilsamans. HD 1. partur
tekur tvey ár og er ein sjálvstøðug
grundútbúgving innan vinnu
búskap, sum verður boðin út í
samstarvi millum Føroya Handils
skúla og Handilsháskúlan, Århus
Universtitet. HD 2. partur tekur
eisini tvey ár og velja lesandi tá
sergrein innan t.d. Sølubúskap,
Leiðslu ella Roknskap og
Búskaparstýring. Í løtuni er
møguligt hjá føroyskum lesandi at
taka sergrein innan Roknskap og
Búskaparstýring sum fjarlestur.
AÚ, Akademiútbúgvingin, er
eins og HD, ein parttíðar hægri
útbúgving. AÚ svarar í vavi til HD
1. part. Útbúgvingin er sett saman
av 6 modulum. Á AÚ ber til at
velja ávísa breyt, t.d. innan
búskap, marknaðarførslu ella
leiðslu. Til hvørja breyt eru knýttar
4 lærugreinir, harav millum 23
eru obligatoriskar, og tvær størri
verkætlanir. Útbúgvingin er tó
sera liðilig, tí tann lesandi gera
sjálvi av nær og hvussu nógv tey
ynskja at taka av útbúgvingini.
Sí talvu 3
Arbeitt verður framhaldandi við
menning av hægri útbúgvingum á
Føroya Handilsskúla og verður
slíkt menningararbeiði frameftir
eisini skipa í samstarvi við
Fróðskaparsetur Føroya.
…og skeið
Skeiðsdepilin, sum nú hevur nøkur
ár á baki, er samstarv millum
Føroya Handilsskúla og Tekniska
Skúla í Havn. Depilin arbeiðir við
eftir og víðariútbúgving og
bjóðar skeið og útbúgvingar til
einsktaklingar, privat virki og
almennar stovnar.
Sí talvu 4
Keldur:
www.fh.fo, www.skeidsdepilin.fo,
Aina L. Knudsen
Føroya Handilsskúli – frá miðnámi
til hægri útbúgvingar og skeið
Økini, sum Skeiðsdepilin arbeiðir við
Øki
Dømi um skeið og útbúgvingar
Leiðslumenning
Leiðaraútbúgving, coaching, projektleiðsla
Almenn fyrisiting
Alment innlit, fyrisitingarlógin, persónsupplýsingarlógin
Merkantila øki
Samskifti, søla og tænasta, málskeið, KT
Tekniska øki
AutoCad, dreying og fresing, sveising
Talva 4
Upptøkutreytir vm
Heiti
Longd
Dømi um lærugreinir
Upptøkutreytir
Upptøka næstu ferð
FHS
1 ár –
støðisútbúgving
Almennar lærugreinir, t.d. enskt,
samfelagslæra, marknaðarførsla
og virkisbúskapur
Vallærugreinir, t.d. spanskt og
visuell marknaðarførsla
Økislærugreinir, t.d. ungt virki
9. ella 10. flokkur
August 2009 –
umsóknarfreist 15.
mars 2009
HH
2 ár – gymnasial
miðnámsútbúgving
Kravdar lærugreinir, t.d. føroyskt,
altjóða búskapur og virkisbúskapur
Vallærugreinir, t.d. sølubúskapur,
ársroknskapur, sálarfrøði og
mentanarfatan.
FHS við støddfrøði
ella 2.
fremmandamál á
C-stigi
August 2009 –
umsóknarfreist 15.
mars 2009
Talva 1
Innihaldið á skúlaskeiðum á lærlingaútbúgvingunum
Skúlaskeiðini á lærlingaútbúgvinginum fevna m.a. um:
Smá- og heilsølu
lærlingar
-
-
-
vørustreymur
-
peningastreymur
-
Skrivstovulærlingar
-
umsiting, góðska
-
leiðsla
-
marknaðarførsla
-
framtíði
-
Talva 2
Hægri útbúgvingar:
Heiti
Longd
Øki
Upptøkutreytir
Upptøka næstu ferð
TSÚ
2½ ára fulltíðarlestur
150 ECTS
Útbúgving innan KT
Gymnasial
miðnámsútbúgving,
støddfrøði B
September 2009
HD
4 ára parttíðarlestur
120 ECTS
Grundútbúgving innan
vinnubúskap og sergrein innan
t.d. roknskap
Gymnasial
miðnámsútbúgving
September 2010
AÚ
3 ára parttíðarlestur
60 ECTS
Merkantil útbúgving við ymsum
breytum, t.d. leiðslu, búskap og
marknaðarførslu
Miðnámsútbúgving
og/ella royndir
Tvær ferðir um árið,
næstu ferð
september 2009
Talva 3