Sosialurinarkiv
Sosialurin 2009-02-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

fríggjadagur 6. februar 2009síða 22

‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

22 Nr. 26 - 6. februar 2009 viðmerkingar Í eina øld hevur føroyska samfelagið ment seg úr ongum til eitt vælferðar­ samfelag á norðurlendsk­ um støði. Grundleggjandi orsøkirnar eru fleiri, men tað kemst ikki uttanum, at romantiska og politiska tjóðskaparrørslan og fak­ feagsstríðið eru avgerandi hornasteinar handan hesa gongd. Arbeiðsmarknað­ urin, m.a. lønarásetingar og aðrar týdningarmiklar fyritreytir, sum er sniðgivin ígjøgnum afturvendandi stríð og semjur, er funda­ mentið og tryggleikin undir føroyska vælferðar­ samfelagnum. Ein viti, sum báðir partar á arbeiðs­ marknaðinum kunna íta av eftir, og ikki eiga at fara skeivir av. Í hesum døgum er hótta­ fall komið á hesa gongd. Føroyar, sum hava verið sín egni arbeiðsmarknaður, sigast vera komnar í ein fríhandilssáttmála við ann­ að land, Ísland, sum ger tað møguligt hjá íslendskum arbeiðsgevarum at dumpa á tilboðsmarknaðinum við lønum, sum liggja gott og væl til helvtar lægri enn okkara. Tað heilt paradok­ sala og øvuta í hesum fyrsta frontala álopinum á arbeiðsmarknað okkara er, at tað eru tær almennu Føroyar, sum eru byggi­ harri. Javnaðarflokkurin, sum við vold og makt trýsti Hoyvíkssáttmálan ígjøgn­ um tingið við lóg, ímeðan íslendingar lótu hann fara ígjøgnum Altingið sum uppskot til samtyktar, eigur høvuðsábyrgdina av ringa skilinum. Fjarðaleysi formaður teirra ynskti eina fjøður í páfuglatrónu sína. Táverandi andstøðan (EHD) og partar av Sam­ bandsflokkinum royndu at forða hesum ólíkindum, men tað var sum at sletta vatn á gás. Málið, sum nú er frammi, um umvælingar á Landssjúkrahúsinum, eigur Javnaðarflokkurin eisini við høvdi og gørn­ um. Hans Pauli Strøm var og er landsstýrismaður í heilsumálum og varðar harvið av málinum. Ímeð­ an roynir sjálvsútnevndi krúnprinsurin, Jokarin, John Johannessen, at flyta focus, tá hann í leysum politiskum lofti, helst við leysum lívi, roynir at billa fólki inn, at Javnaðarflokk­ urin nú skal bjarga før­ oyska arbeiðsmarknaðinum frá Javnaðarfloksins ill­ gerðum mótvegis føroyska samfelagnum. Helst ætlað sum eitt plástur á sárið hjá høvuðssupportara hansara til seinasta løgtingsval, Ingeborg Winther, ið ann­ ars hevur verið merkiliga tigandi um ítøkiliga málið viðvíkjandi umvælingun­ um á Landssjúkrahúsinum. Formaður Fólkafloksins fegnaðist um skilið í einum svari á tingi mikudagin í seinastu viku. Sólbrendi uttanríkisráðharrin, júst afturkomin av almennari stuttleikaferð í svartasta Afrika, frøddist um, at føroyska samfelagið fekk arbeiðið gjørt fyri einar 6 milliónir bíligari, nú íslendsk arbeiðsmegi kom inn á føroyska arbeiðs­ marknaðin fyri íslendskar lønir í lutfallinum 50:119. Jóhan Dahl var meira ráksnúðin í Útvarpinum. Royndi í hvussu er at spæla ein leiklut, sum gekk viðurskiftunum á okkara arbeiðsmarknaði á møti. Tað skuldi tó ikki ganga long tíð, til hamskifti kom í støðutakanina hjá Jørgeni Niclasen. Helst hevur onk­ ur entreprenørur í floks­ apparatinum gingið ber­ serkaragongd um heldur enn ikki smartu útsagnir­ nar hjá formanni Fólka­ floksins á tingi. Hann brúkti allan sunnudagin til at totast við eitt tíðinda­ skriv, sum varð flyggjað fjølmiðlunum, har hann sýpur alt í seg aftur. 4 sam­ døgur brúkti hann um at snara 180 stig. Óheppið mál hjá varaløgmanni og ein politiskur stoytur, sum avdúkar, at onki álvara er í manninum. Øðina, sum er millum fólk um avgerðirnar hjá fíggjarnevnd løgtingsins, um fíggjarløgtingslógina fyri 2009, skilji eg ógvu­ liga væl. Har er hoyggjað við kvísl og eyrhakara. Ongin nevndur ongin gloymdur. Øll alin av sama vaðmali. Ein skilagóð raðfesting hjá hesi nevnd er tó, at tey hava upprað­ fest almennu íløgurnar við á leið 100 milliónum, skila­ gott, nú tá stígur annars tykist koma í privata part­ in, hvat bygging viðvíkur. Tá so verður gjørt, má endamálið vera, at føroysk byggivinna og føroysk arbeiðsmegi skulu koma sum frægast burturúr ein­ um niðurgangandi sveiggi í samfelagsbúskapinum. Hendan filosofiin hevur tó fingið eitt ordans skot fyri bógvin, nú tá tað frætt­ ist, at útlendingar fara av stað við øllum, tí at land­ sins stovnar, og tey sum sita við politiska valdinum, ikki hava sett tað sum eitt ófrá­ víkiligt krav í útbjóðingar­ tilfarinum, at viðurskiftini, sum eru galdandi á før­ oyska arbeiðsmarknaðinum, treytaleyst eru grundarlag­ ið, tá bjóðast skal. Her hevur onkur sovið í tíman­ um, so tað stendir eftir. Og tað má fáa avleiðingar. Umberingarnar eru nógv­ ar í hesum døgum. Lands­ stýriskvinnan, sum umsitur Landsverk, gongur undan. Aftur eitt lætt offur í hond­ unum á hesum bulmikla og sterka stovni. Og, sum maðurin segði, ið hevði sagað køksborðið av um tvøran: Sagað er sagað. Sáttmálin við íslendingar­ nar er undirskrivaður. Teir fara avstað við lønunum, yvirskotinum og fakligu menningini, sum átti at ligið eftir í Føroyum. Skila­ góði íløgupolitikkurin hjá fíggjarnevndini er harvið fullkomuliga undirmi­ neraður. Nú bíða vit bara eftir, at útlendingar fara avstað við tunnlinum Norð um Fjall, Skúladeplinum í Marknagili, Skálafjarða­ vegnum, Runavík­Glyvrar­ ringvegnum, Leirvíks­ vegnum, Rituvíksvegnum, brúnni um Streymin, Hvalbiartunnlinum o.s.fr. Skrivi hetta sum eina ávaring til tykkum, sum umsita peningin hjá okkara skattaborgarum. Vanliga sita partarnir á arbeiðs­ marknaðinum hvør sínum megin borðið, og tað gongur ofta hart fyri seg, og er mangan stríggið at koma ásamt um, m.a. lønarviðurskifti, men í hesum málinum eru hesir somu partar í einum og sama báti. Fult og heilt. Tað hevur tikið fak­ felagsrørsluni hundrað ár at fáa viðurskiftini og lívskorini hjá limum henn­ ara so nøkulunda rímilig og føroyskir byggiharrar hava í mong ár roynt at fingið eina byggivinnu upp at standa, tí kann hesin órættur, frá okkara egnu politisku myndugleikum, undir ongum umstøðum góðtakast. Í øllum øðrum samfelagnum verður hugs­ að nationalt áðrenn mann hugsar internationalt. Her er alt øðrvísi. Vit geva øll okkara viðurskifti upp fyri skutil hjá øðrum og hugsa við tí sum er hægst, tá ið eplini verða tikin upp. Rossatárini hjá John Johannessen, Anniku Olsen, Jørgen Niclassen og Jóhan Dahl, sum nú regna niður yvir eina avrádda skarnsgerð, kann mann bara yppa øksl yvir. Polit­ iskum glantrileikum hava vit ikki tørv á í hesum døgum. Tørvur er heldur á politikarum, sum skilja, at føroyskur politikkur fyrst og fremst skal verja egin rættindi og sítt egna fólk. Tekur samgongan ikki betri partar fyri seg og ger neyð­ ugar broytingar, soleiðis, at íløgurnar hjá føroyskum skattaborgarum fyrst og fremst koma føroyskum arbeiðarum og føroyskari byggivinnu til høldar, má arbeiðsmarknaðurin, savn­ aður, taka tey neyðugu stigini fyri at fáa skil á óskilinum, sum nú valdar. Vit góðtaka ikki fleiri frontal álop av hesum slagi. Frontala álopið Jóhan Carl Dam Nú er aftur rok. Hesaferð er tað Vinnuháskúlin, sum má skerja útbúgvingartilboðini, og aftur stendur fíggjarnevnd Løgtingsins fyri skotum. Er tað veruliga so, at játtanir til lønir til lærarar eru skornar burtur í mun til nýtsluna í 2008? Svarið er NEI! Tvørtur ímóti er útbúgving uppraðfest, og lønarjáttanin í mun til nýtta løn í 2008 er væl hægri enn lønarframskrivingarnar. Tølini síggja soleiðis út: Vinnuháskúlin Nýtt løn til útbúgving í 2008 t.kr. 12.864 Játtan til løn í 2009 t.kr. 14.021 Vøkstur t.kr. 1.157 Í % 9% Tí skuldi verið rúm fyri at økt virksemi í 2009 í mun til 2008. Tí er ikki minnijáttan til lønir orsøkin til, at virksemi verður skret og lærarar uppsagdir. Hesin útviklingur er í stórari andsøgn til ætlanirnar hjá politiska myndugleikanum at onki verandi virksemi skuldi skerjast. Fróðskaparsetur Føroya Nýtt løn til útbugving og gransking í 2008 t.kr. 17.573 Játtan til løn í 2009 t.kr. 22.264 Vøkstur t.kr. 4.691 Í % 26,7% Allar ákoyringar á okkum um at vit niðurprioritera útbúgvingarnar, eru tí púra burturvið. Grundarlagið fyri framskrivingunum av fíggjarlógini fyri 2009 var at framskrivað lønirnar við 3%, meðan rakstur skuldi ikki fáa nakra hækking. Tað er eisini gjøgnumført fyri so at siga allar kontoir á fíggjarlógini við nøkrum heilt fáum undantøkum, serliga á skúlaøkinum. Tí er tað heilt óskiljandi at Vinnuháskúlin og Fróðskaparsetur Føroya, sum hava fingið ávikavist 9% og 26,7% størri lønarkarm, skulu koma út við skerjingum av útbúgvingartilboðum og uppsøgnum. Hetta hevur í hvussu er onki við játtanina til lønir hjá hesum báðum stovnum at gera. Hendan spurning setir Páll á Reynatúgvu borgarstjóri mær í miðlunum Til løgtingsvalið seinast, hevði Sjálvstýrisflokkurin eina greiða meining um risastóru verkætlanina, at gera Sandoyar­tunnil. Vit fráboðaðu, at tað neyvan verður pláss í hesum valskeiðnum, fyri so stórari íløgu, tí hesi 4 árini áttu skúli, mentan og gransking, at fáa hægstu raðfesting. Tá samráðingarnar eftir løgtingsvalið førdu til CHE samgonguna, vóru einans tvey mál, ið vit vórðu spurdir um. “Taka tit undir við at gera sandoyartunnlin”? og “Taka tit undir við at tað almenna yvirtekur privatu eysturoyartunnils verkætlanina”? Vit kendu okkum bundnar av vallyftunum, tí kundu vit ikki taka undir við hesum ætlanum hjá CHE. At núsitandi ABC­sam­ gonga ætlar at leggja árar í sjógv, til tess at uppfylla síni vallyftir og tingsins avgjørda vilja, er sjálvsagt. Sandoyartingmenninir báðir hava kempa sum úlvur á skóg, fyri at fáa gongd á verkætlanina. Gerhard Lognberg tók seg úr samgonguni vegna tunnilin, men ivaleyst tí, at hann nú hevur fingið vissu fyri, at lyftini halda, er hann aftur partur av samgonguni. 5 av 6 flokkum á løgtingi hava samtykt lógaruppskot har sagt verður, at byrjast skal upp á undirsjóvartunnil til Sandoyar 1. november 2009. Meirilutin var so greiður, at við endaligu atkvøðugreiðsluna, vóru tað einans 3 løgtings­ limir, ið atkvøddu ímóti. Eftirfylgjandi hava umboð fyri ABC­ samgonguna meir enn einafer staðfest í Løg­ tinginum, at avtala er gjørd, og sjálvsagt verður hon hildin. Tí er mín niðurstøða til spurningin frá Páll á Reynatúgvu: “Sandoyingar hava við samtyktu løgtingslógini og aftaná fylgjandi lyftum, grundaða vón um, at tunnilin verður veruleiki”. Um ikki, verða tað 5 flokkar og fleiri tingfólk, sum fáa ein “forklárings­ trupuleika”. Hava sandingar grundaða vón um at ein tunnil til Sandoynna verður veruleiki? løgtingsmaður Kári P. høJgaarD anfinn Kallsberg Vinnuháskúlin –Fróðskaparsetur Føroya