fríggjadagur 6. februar 2009síða 22
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
22
sosialurin 6. februar 2009
Lestrarblaðið
Føroysk lesandi
fara nú at fáa
arbeiðstilboð úr
Føroyum umvegis
teldupost. Hetta
fer at styrkja
sambandið
millum føroyska
arbeiðsmarknaðin
og tey, sum lesa
uttanlands
Fert tú uttanlands at lesa, hoyrir tú
ikki eitt kis frá føroyska arbeiðs
marknaðinum. Tú veist einki um
hvørjar møguleikar tú hevur at fáa
arbeiði, tá tú kemur aftur, og hvør
tørvurin á føroyska arbeiðs
marknaðinum er.
Samstundis fært tú fleiri tilboð
um at søkja arbeiði frá ymsum
útlendskum fyritøkum, ið málrætt
að leita eftir fólki at nøkta júst
teirra tørv. Tað hevur tí verið ilt
hjá føroyskum lesandi at síggja,
hvat tey skulu koma heimaftur til.
Men hetta fer nú at broytast.
Yrkistænastan
Á umsóknarblaðnum um ferða
stuðul frá Stuðulsstovninum er nú
komin ein nýggjur teigur.
”Eg ynski at fáa teldupostar frá
Stuðulsstovninum, ið vinnulív, tað
almenna ella áhugabólkar senda
okkum” Og so skal veljast ja ella
nei.
Stuðulsstovnurin hevur samband
við allar føroyingar, ið lesa uttan
lands og sum søkja um ferða
stuðul, og í tí sambandi hevur
hann eisini allar teldupost
adressurnar hjá føroyskum lesandi
uttanlands.
Føroyskar fyritøkur –bæði
almennar og privatar, kunnu
hereftir venda sær til Stuðuls
stovnin og biðja hann senda
teldupostar út til ein ávísan bólk
av lesandi. Sosialurin kundi til
dømis biðið Stuðulsstovnin sent
øllum journalistlesandi mail um, at
nú var starv leyst at søkja á
Sosialinum – ella onnur viðkom
andi boð, ið kundu verið
áhugaverd og spennandi.
Skipanin við yrkistænastuni
verður ein fyrimunur bæði fyri tey
lesandi og fyri vinnulívið.
Við at velja ja, fært tú sostatt
ein einastandandi møguleika at
fylgja við í, um nakað forvitnisligt
hendir her heima á júst tínum øki.
____________________________
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Vit hava tørv
á TÆR!
Leingi hevur Stuðulsstovnurin verið
tann einasti stovnurin, ið hevur
goldið fyri skúlagjaldini hjá føroy
ingum. Men soleiðis er ikki
longur. Føroyingar hava nú rætt til
at søkja bæði SU og SAAS, sum
er skotski stuðulsstovnurin, um
skúlagjald. Og í teimum førunum,
tá teir taka við, hevur Stuðulsstovn
urin ikki heimild at rinda. Fyri ikki
at verða fangaður á skeiva beinin
um, er tí týdningarmikið, at tú sum
skjótast kannar, hvør skal rinda títt
skúlagjald, og at tú sum skjótast
sendir eina umsókn avstað. Við
gerðartíðin er nevniliga long.
Skotland stuðlar føroyingum
í 2007 varð avgjørt, at allir
føroyingar, sum lesa bachelor
útbúgvingar í Skotlandi, skulu fáa
kostnaðin rindaðan frá SAAS.
Ávísar masterútbúgvingar verða
eisini rindaðar av sama stovni, og
tá kann Stuðulsstovnurin bert
gjalda munin millum skúlagjaldið
og tað útlendsku stuðulsstovnarnir
gjalda. Ætlar tú tær at lesa
Master í Skotlandi, er tí týdningar
mikið at kanna um stuðul verður
latin til júst tína útbúgving. Tað
gert tú á heimasíðuni: www.saas.
gov.uk/student_support/special_
circumstances/postgrad_list.htm.
Um útbúgvingin er á listanum,
skalt tú seta teg í samband við
skúlan, tú ætlar tær á, og kanna,
um hann er SAAS góðkendur.
Letur SAAS ikki stuðul til tína
útbúgving, skalt tú søkja Stuðuls
stovnin.
Kanna eisini:
www.saas.gov.uk
SU nýggja tænastu
Frá á heysti í 2008 veitir SU eisini
skúlagjald til lesandi á ávísum
útbúgvingarstovnum uttanlands.
Fyri at kanna um tín útbúgving er
ein av hesum, far inn á www.su.
dk og trýst á udlandsstipendium í
vinstru síðu. Um tín útbúgving og
útbúgvingarstað er á einum av
teimum fýra listunum á heima
síðuni (Universitetslisten, Kultur
ministeriets liste, Undervisningsmi
nisteriets liste og Samarbejds
aftalelisten), skalt tú søkja SU um
skúlagjaldið. Møguleiki er tó
eisini at søkja, sjálvt um tín
útbúgving ella útbúgvingarstovnur
ikki er á listunum. Um SU ikki
rindar ella bert rindar ein part av
skúlagjaldinum kanst tú søkja
Stuðulsstovnin um tann partin, ið
ikki fæst frá SU.
____________________________
Eydna Skaale
eydnaskaale@hotmail.com
Meiri fæst at vita á:
www.su.dk
www.udlandsstipendium.dk
www.ask.fo
www.studul.fo
Minst til…
• Øll, ið ætla sær út um
Norðurlond at lesa, skulu
søkja um SU-góðkenning.
• Um tú ætlar tær út um
Norðurlond at lesa, so
søk um SU-góðkenning
av útbúgvingini ella
útbúgvingunum skjótast
gjørligt – helst her og
nú!!!
• Viðgerðartíðin er ofta
ógvuliga long – upp til 4
mánaðir.
• SU-góðkenningarskjalið
finst á heimasíðunum
www.su.dk,
ww.ask.fo og
www.studul.fo
Hvør skal gjalda
títt skúlagjald?
Høgu skúlagjaldini uttanfyri norðurlond hava higartil verið goldin av Stuðuls
stovninum – men nú er tað broytt. Bæði skotski stuðulsstovnurin SAAS
og SU veita nú eisini føroyingum skúlagjald í ávísum førum, og tá kann
Stuðulsstovnurin bert gjalda munin millum skúlagjaldið og tað útlendsku
stuðulsstovnarnir gjalda. Tað er tí týdningarmikið at kanna hvør skal gjalda
títt skúlagjald – og at søkja sum skjótast!