fríggjadagur 6. februar 2009síða 24
‹ fyrra síða allar 80 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
24 tíðindi
Nr. 26 - 6. februar 2009
SAMRØÐA
Leo Poulsen
leo@sosialurin.fo
Myndir: Álvur Haraldsen
Albert
Jónsson
byrjaði
sína
embætisleið sum politiskur ráð
gevi hjá íslendska forsætismála
ráðharranum, og arbeiddi á skriv
stovuni hjá forsætismálaráðharr
anum frá 1991.
Tá var David Oddson forsætis
málaráðharri, og eg arbeiddi sam
an við honum í 13 ár sum ein av
hansara ráðgevum, sigur Albert
Jónsson.
Tá gjørdist David Oddson uttan
ríkismálaráðharri, og Albert Jóns
son fylgdi við Oddson yvir í uttan
ríkismálaráðið.
Hetta var í 2005, og tá gjørdist
eg ambassadørur og limur av
íslendsku uttanríkistænastuni, sig
ur Albert Jónsson.
Hann virkaði sum serligur ráð
gevi hjá David Oddson, meðan
hesin var uttanríkismálaráðharri,
og hann helt fram í hesum starvi
eisini eftir at Geir H. Haarde tók
við sum uttanríkismálaráðharri.
Haarde gjørdist eisini formaður í
Sjálfstæðisflokkinum, tá David
Oddson legði frá sær.
Albert Jónsson fylgdi so aftur
við Geir H. Haarde yvir í forsætis
málaráðið, tá hesin gjørdist for
sætismálaráðharri á sumri i 2006.
Har var hann so í nakrar fáar mán
aðir.
Men áðrenn Albert Jónsson
kom inn í politiska umhvørvið,
starvaðist hann sum tíðindamaður
í íslendska útvarpinum og sjón
varpinum. Hann var eisini leiðari
fyri einum lítlum serfrøðingabólki
(thinktank) innan uttanríkispolit
ikk og altjóða viðurskifti. Somu
leiðis var hann í mong ár adjunktur
á íslendska universitetinum í
Reykjavík, har hann undirvísti í
altjóða politikki.
Gjørdist ambassadørur
Starvið í uttanríkismálaráðnum
og síðani í forsætismálaráðnum
førdi til, at Albert Jónsson fekk
møguleikan at gerast ambassa
dørur Íslands í USA.
Hetta var ógvuliga spennandi,
og eg var har yviri í einum sera
áhugaverdum
tíðarskeiði.
Eg
fylgdi valstríðnum í fjør og upp
livdi, at Obama varð valdur til for
seta, og tað var bæði spennandi og
áhugavert, sigur Albert Jónsson.
Hann sigur víðari, at USA er
eitt ógvuliga dynamiskt samfelag,
og politikkurin har yviri er ógvu
liga áhugaverdur. Og uttanríkis
og trygdarpolitikkurin hevur sjálv
andi stóran týdning í heiminum.
Washington er eisini ein sera
spennandi býur, við hópinum av
stórum serfrøðingabólkum, fylk
ingum og stjórnarorganisatiónum.
So tað var ein ógvuliga góð og
spennandi tíð eg hevði har, sigur
Albert Jónsson.
Hann upplivdi sum ambassa
dørur tvær hendingar, sum hava
havt og framhaldandi fara at hava
eina sera stóra ávirkan, ikki bert á
amerikanarar, men eisini á allan
heimin. Talan var um forsetavalið,
sum omanfyri nevnt, men eisini
um upprunan til alheims fíggjar
kreppuna, ið jú sum kunnugt byrj
aði við sonevndu subprim krepp
uni á amerikanska bústaðarmarkn
aðinum.
Fíggjarkreppan er sjálvandi
eitt serligt fyribrigdi í USA. Tað
var áhugavert at síggja, hvussu
skjótt stjórnin reageraði, og hvønn
veg farið var. Man valdi jú at
spræna risastórar upphæddir inn í
búskapin frá almennari síðu, og
tað er ógvuliga áhugavert í amer
ikanskum
samanhangi,
sigur
Albert Jónsson.
Og hvat viðvíkur valkampinum
var hann bæði áhugaverdur og
spennandi. Obama gjørdist jú for
seti undir sera stórum vónum, sam
stundis sum landið stendur framm
an fyri risastórum avbjóðingum.
Eg vænti, at tað fer at verða trupult
hjá honum at loysa teir sera stóru
trupullikar, sum standa honum fyri
framman. Men hann er væl
umtóktur, hevur momentum og eg
rokni við, at hann hevur ein góðan
møguleika at basa trupulleikunum.
Hann er ógvuliga imponerandi, sig
ur Albert Jónsson.
Føroyar okkum næst
Tað verður ofta víst til, at amerik
anska fólkið fyltist við vón, tá
Kennedy varð valdur og tók við
forsetaembætinum í 1961, og sama
vón tykist á mangar mátar at hava
fylt amerikanska fólkið aftur nú, tá
Obama hevur tikið við.
Ja, nú kann eg sjálvandi bara
tosa generelt um hetta, men tað er
rætt, at tað eru mong, sum hava
sammett tíðina nú við Obama, við
tíðina, tá Kennedy tók við forseta
embætinum. Talan er eisini hesa
ferð um ein ungan, vælumtóktan
forseta og tað kennist, at broyt
ingar eru í luftini, og so mugu vit
bara síggja, hvat veruleikin er, og
hvat framtíðin ber, sigur Albert
Jónsson.
Og framtíðin hjá Alberti Jóns
syni er so her í Føroyum, í hvussu
er nøkur fá ár fram. Men hvussu
er so at flyta úr milliónabýnum
Washington, høvuðsstaðnum í
heimsins maktmiklasta landi, til
Tórshavn, ein av heimsins minstu
høvuðsstaðum?
Ja, eg gleði meg jú til tíðina
her í Føroyum. Sjálvandi er tað
púra hvør sítt at vera í Føroyum
og at vera í USA, men sjálvt um
tað hevur sínar fyrimunir at vera í
USA, so hevur tað nakrar øðrvísi
fyrimunir at vera her í Føroyum.
Fyri tað fyrsta eru viðurskiftini
millum Ísland og Føroyar heilt
serlig, tætt og góð, í veruleikanum
einastandandi eftir okkara meting,
sigur Albert Jónsson.
Hann vísir til bæði mál, mentan
og søgu.
Einki land stendur okkum so
nær sum Føroyar. Viðurskiftini
landanna millum eru elligomul
og sterk, men eisini dynamisk og
eg vóni, at eg í mínari tíð sum
konsul her kann verða við til at
gera bondini enn sterkari og tætt
ari enn tey nú eru, sigur Albert
Jónsson.
At bondini eru sera tøtt landanna
millum vísir seg eisini aftur í, at
londini hjálpa hvørjum øðrum, tá
á stendur, og hetta vísti seg í verki
aftur í fjør heyst, tá Føroyar bjóð
aðu íslendingum eitt lán á 300
milliónir í sambandi við sváru
fíggjarkreppuna, sum Ísland kom
í í oktober í fjør.
Og tað er nakað, sum vit
íslendingar ikki gloyma, sigur
Albert Jónsson.
Eg eri komin
til rætta landið
- Sjálvandi er munur á Washington og Tórshavn, men Ísland og Føroyar hava eitt ser-
ligt samband, sum gongur langt aftur í søguna. Eg gleði meg at búgva og arbeiða her
í Føroyum, sum hava eina einastandandi náttúru og eitt serstakt fólk. Mínir frítíðar
áhugar eru millum annað gongutúrar í náttúruni og at fiska, og ríkir møguleikar eru
fyri báðum her, sigur nýggi íslendski aðalkonsulin í Føroyum, Albert Jónsson